fríggjadagur 2. mars 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 • 2. - 4. mars 2007
Vikuskifti
9
Føroyar
Í fyrru helvt av 90’unum
starvaðist Kent í Týsklandi
og Grønlandi, áðrenn hann í
1996 fekk sær arbeiði innan
føroysku ferðavinnuna. Í 1998
tók hann við leiðlsuni av Hotel
Vágum, og hálvtannað ár
seinni fór hann í starvið, sum
hann hevur røkt síðani – sum
sølu- og marknaðarleiðari hjá
Atlantsflogi.
Hotellini mangla tað
seinasta
Kent L. Christensen heldur, at
føroyska ferðavinnan hevur
tikið seg nógv fram seinastu
árini.
- Seinastu tvey árini er
tað hent meira í føroyskari
ferðavinnuni enn 20 tey
undanfarnu árini. Tað er
góður útviklingur innan
gistingarhúsini, og tað er eisini
neyðugt. Føroysku hotellini
hava ikki nóg høgan standard.
Tað manglar tað seinasta til
veruliga at kunna standa mát
við hotellini í øðrum londum,
og her mugu vit gera nakað.
- Tað vildi einki meira
upplagt verið, enn at lokka
útlendskar fyritøkur til Føroya
at halda fundir. Um nevndin í
einari danskar fyritøku hevur
fund í Hvide Sande ella í
Føroyum kann verða líkamikið,
um vit hugsa um kostnaðin,
men vit mugu lokka hesar
fyritøkur við góðum umstøðum,
og her mangla vit tað seinasta
á okkara gistingarhúsum. Vit
mugu lyfta støði eina hálva
stjørnu afturat, sigur Kent.
- Tað er nogv jaligt hent
innan ferðavinnu seinastu
áriní. Umstøðurnar á
hotellunum, útboði á
matstovunum og í náttarlívið
er munandi betraðar, og nú
ræður um at fáa menningina at
røkka út um landið, tí vit mugu
eisini hava bygdirnar við.
Stoltur av at umboða
Føroyar
Kent Christensen hevði
sín uppvøkstur í danska
høvuðsstaðnum, men hann
stórtrívist í Føroyum.
- Mær hevur altíð dámt at
verið í Føroyum. Eg skuldi
bara verða í Føroyum í tríggjar
mánaðir síðst í 80’unum, men
eg eri her enn.
- Tað er stórur munur á at
búgva á Fredriksberg og í
Vestmanna, men eg trívist sera
væl við føroyska mentalitetin.
Her koma fólk veruliga
hvørjum øðrum við, og tað er
ein nærvera í samfelagnum,
sum eg ikki havi upplivað
í Danmark. Á Fredriksberg
kennir tú jú ikki tínar grannar.
- Lívið í Føroyum er intenst,
og fólk liva her og nú. Eg trívist
væl við tað, sum føroyingar
kanska kalla bygdaligt.
Kent Christensen hevur
ferðast víða í sambandi við
arbeiði hjá sær sum sølu-
og marknaðarleiðari hjá
Atlantsflogi.
- Eg eri stoltur av at umboða
Føroyar uttanlands. Um tú ert
positivur og trýrt upp á tað,
sum tú selir, so kanst tú selja
alt – eisini svávulpinnar. Eg
trúgvi upp á Føroyar, sigur Kent
Christensen.
- Lívið í Føroyum er intenst, og fólk liva her og nú. Eg trívist væl við tað, sum
føroyingar kanska kalla bygdaligt, sigur Kent L. Christensen
Mynd: Álvur Haraldsen
Kent um Atlantsflog
Atlantsflog mann verða besta
arbeiðsplássið á jørð. Eg havi havt sjey
framúr góð ár hjá Atlantsflogi, og tað er
avgjørt við sorgblíndi, at eg nú gevist har.
Atlantsflog hevur verið fyri stórum vøkstri
hesi seinastu árini, og tað hevur verið ein
sera spennandi tíð fyri okkum, sum hava
arbeitt í felagnum.
Kent um føroyskan
hondbólt
Fyrst og fremst er tað keðiligt, at avrikini hjá
VÍF skulu verða so svingandi. HSF hevur ikki
havt fíggjarligu orkuna til at senda landslið
til altjóða kappingar, men tað er neyðug
at fara út í heim at spæla hondbólt fyri at
menna seg. Eisini um tað hevur við sær
onkrar lúsingar á vegnum.
Navn: Kent Christensen
Aldur: 43 ár
Familja: Giftur við Signu
Andreasen úr Vestmanna.
Eiga fýra synir.
Bústaður: Vestmanna
Starv: Sølu- og
marknaðarleiðari hjá
Atlantsflogi
Útbúgving: Handils- og
skrivstovu útbúgving
hjá Frederiksberg
kommunu. Merkonom
i administration. CBA
frá Berkeley University
í USA og AVT Institute i
København
Fakta