Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 2. mars 2007 11 tíðindi Eftir at sannleikin kemur fram um Strand­ferðslu­flyt­ing­ ina, spyrji eg meg sjálvan, um vit við „breiðu samgonguni“ í veruleikanum hava fingið einaræði í Før­ oy­um. Har allar regl­ur, avtalur og manna­ gongdir verða settar til viks, og menniskjur ongan týdning hava. Alt ber til, tí „hatta orðna ogur bara“ So vóru øll aftur tikin á bóli. Fyrst kemur ein útmelding frá landsstýrinum um, at av­gerð er tikin um at flyta Strandferðsluna til Suður­ oyar. Ein ætlan, sum Tjóð­ veldisflokkurin fleiri ferðir hevur skotið upp á tingi, og sum vit stuðla - eis­ini vit, ið eru vald í Suð­ur­ streymi. Vit hava fleiri ferðir spurt og fingið at vita frá landsstýrismanninum, at ein arbeiðsbólkur hev­ur sitið og arbeitt við fram­tíðar bygnaðinum hjá Strand­ ferðsluni – við luttøku frá fólki á stovninum sjálvum.  Og nú mundi so vera komið á mál.  Allar avtalur og reglur settar til viks Men gakk! Eftir at tíðindini eru komin út, ganga nakrir tímar. So er greitt, at her er ongin fyrireiking gjørd. Starvsfólkini eru hvørki kunnað ella hava verið við at leggja til rættis. Ja, eru ikki so frægt sum hoyrd. Og hóast tað eru landsstýrisins egnu reglur og undirskrivaðir sáttmálar, ið verða brotin, so verja løgmaður og lands­stýris­ menn seg við, at “tað hevur ongan týdning” og hetta er bara ein lítil “svipsari”.  Ikki einstakur svipsari Eg átti at havt grunað, at hetta var veruleikin. Men hevði hóast alt vónina um, at Jacob Vestergaard sum nýggjur landsstýrismaður, ikki var dottin í somu gravir, sum hetta landsstýrið støðugt hevur sitið so djúpt í. Framferðin í hesum máli minnir óhugnaliga nógv um pedagog-málið á Tvør­­­oyri. Flytingina av Mið­­­náms­skúlanum í Vági. Upp­sagnirnar á Matrikul­ stovuni. Uppsagn­irnar í mið­ fyrisitingini í 2004. Undir­ skrivingarnar av sátt­málum við Danmark, sum seta alt til viks, sum vunnið er – “overnight”. Undir­skrivingina av avtalu um Flogvøllin, har vit geva burtur 800 mió. afturfyri at taka ábyrgd av 30 ára for­sømilsi. Alt lunnar á einum drátti, har alt rennur á sjógv og onki verður drigið upp: Ongin samráðing. Ongin fyrireiking. Ongin viðgerð. Onki atlit til rættindi og skyldur og fólkaræðisligar siðvenjur. Ella til, hvussu vit fáa eina væl virkandi almenna fyrisiting. Kollegiala landsstýrið sett í verk aftur Vit eru fleiri, ið veruliga hava hildið, at rættartrygdin í Føroyum og fyrisitingarliga ábyrgdin var fyri bata eftir nýggju stýrisskipanarlógina, har løgmaður og landsstýris­ fólk fingu rættarliga og polit­iska ábyrgd. Og nógvar avleið­ingar hava verið tiknar í árunum frá 1995 og fram­ eftir av skeivari fyrisiting.  Hetta í mun til ruðulleikan áður, har landsstýrið tók „koll­egialar“ avgerðir og hevði kollektiva ábyrgd - og ting­fólk rótaðu inni í fyri­ sitingini og viðgjørdu mál.  Men vit hava eisini her spolað langt aftur í fortíðina. Onki fær avleiðingar. Ongin ábyrgdast fyri nakað. Alt verður avtalað handan stongd­ ar dyr millum landsstýrisfólk og tilvildarlig umboð úr sam­gonguni í útvaldum rossa­handlum. Og síðani kunngjørt fólkinum. Og - uttan nakran spurn­ ing frá fjølmiðlafólki - verður dagliga kunngjørt, at „lands­stýrið er samt“ um ymsar avgerðir, ella at nú skulu stórar avgerðir leggjast fyri landsstýrisfund. Altso: Landsstýrið er aftur vorðið kollegialt - og ábyrgdin og avleiðingarnar sum áliggja hvørjum landsstýrisfólki sær av sínum málsøki, er burtur­ fjarað.  Onki skilmark millum partapolitikk og fyrisiting Afturat hesum eru aðal­stjórn­ arnir settir at orða politikk og visjónir fyri eina samgongu og ein løgmann, sum ongan politikk og onga visjón hava. Aðalstjórarnir sita sum for­ menn í embætisbólkum, sum framleiða tilfar og hugskot, ið bert skal nýtast í einum valstríði og sendast í hvørt hús til ábót og vónar fyri tað, ið landsstýrisflokkarnar ikki hava framt í valskeiðnum. Og hvussu skulu nú aðal­ stjórarnir tryggja fakligt mót­ spæl og vísa á rætta fram­ferð, tá tað eftir ætlan verða teirra egnu uppskot og hugskot, ið politiskir flokkar fara til val uppá? Hvør kann nú skyna á partapolitikki og fyrisiting?  Neyðugt er, at bæði fjøl­miðlar og fólk, ið vara av politiskum flokkum ella av fyrisitingini tora at krevja eitt minstamark av rættartrygd og rættarverju frá sitandi stýri. Í løtuni valdar rættarloysi. Samgongan er so breið, at ávis samgongufólk sleppa at spæla fríspæl og spæla at vera í andstøðu til tær avgerðir, tey sjálv eru stuðulin hjá. Og tað er sum oftast besta trygdin fyri, at onki hendir. Tað ringasta er, at skila­ góðar ætlanir á henda hátt ístaðin bert elva til, at undir­ tøkan millum fólk svinn­ur burtur, og kílar verða settir inn millum samfelags­ bólkar. Valdar rættarloysi í landsstýrinum? Høgni hoydal Tí er neyðugt at verja og menna móðurmálsligt orðatil­ feingi móti puristiskum pirat­ virksemi. Húskallur hjá íslendskum Tað kemur í tøkum tíma, at Kringvarp Føroya tordi at slíta pur­istisku málleinkjurnar á sjálvum 50 ára degnum 6. februar, við at bjóða inn til opna máldebat um móð­ur­ málið í fimmaranum utt­an forhondssensurering - til­ lukku við tí. Tað eru mong, sum eru sera glað fyri hesa kærkomnu broyting, men at hetta loypti hvøkk á onkran puristin kann valla undar nakr­an, tí teir hava jú hesi seinastu mongu árini havt fríar hendur í Útvarpinum til at sensurera og lúka móður­ málið uttan nakra lógar­ heim­ild. Tað er ein gáta fyri mong, hví hesir íslendsku sam­bandsmennirnir óátal­ aðir sleppa at gera føroy­ ingar til málsligir húskallar hjá íslendska málinum. Ný­føroyskt skal gerast kompli­mentert til danskt, tí alt sum ber brá av donsk­um ella germanskum hjá­eks­ istensi verður lúkað burt­ ur. Eftir stendur meinigi før­oyingurin við einum fremmandagjørdum hálv ella heil íslandskum, substituerað við naknum nýyrðum. Málslig heilavasking Tíverri hevur tað higartil eydn­ast puristunum at sáa so mikið av málsligum miss­ tresti niður í føroyingin, at eitt ótal av føroyingum longu nú ganga runt og gremja seg um, at teir dugu ikki føroyskt ella rættari móðurmálið. Eitt nærmast skizofrent fyri­brigdi ið vit annars bert kenna frá totaliterum stýr­um við heilavasking sum speciali. Móðurmálslig niðurgering er sera óheppin, tí móðurmálið er grundstøði undir allari málsligari menning og ment­­an eins og okkara intell­ektu­ellu tilvitan. Kendi eyst­urríkski filosoffurin Lud­vig Wittgenstein (1889- 1951) sigur tað sera greitt: “Eingin kann hugsa longri enn hann hevur mál til”, men vit hava longu fingið tað fyrstu ávaringina frá Pisakanningini. Annars áttu vit at lært av Rikard Long (1889-1977), mál- og bókmenta-granskari, yrkjari og pol­it­ik­ari. Hann var á ungum ár­um heitur talsmaður fyri málreinsan, men kom seinni til ta sannføring, at málreinsan, ið lúkar fremm­ and orð úr málinum, vil køva tað natúrliga talu­mál­ið, og tí vendi hann málreinsanarkósini bak­ið og gjørdist aktivur mót­­støðumaður móti mál­ reinsan. Málslig lóggilding. Sambært Løgtingsins Um­boðsmanni, er eingin lóg galdandi fyri føroyska málið ella stavsetingina, og tí finst eingin lóggildaður stovnur ell persónur ið kann siga hvat er rætt ella skeivt. Málnevndin arbeiðir eftir kunngerð nr. 14 frá 7. jan. 1985, ið fevnir um vegleiðing og at hava eyguni eftir málspillum, men málnevndin hevur ikki lóggildaðan rætt til at avgera hvat er rætt og hvat er skeivt. Eingin føroysk orðabók er enn autoriserað ella lóg­gild­ að. Tískil kann ongin taka sær rætt til generelt at siga, hvat er rætt føroyskt ella ikki, og so als ikki út frá devisini um at danskt og føroyskt ikki kunnu hava samanfallandi orð. Puristarnir umboða í hesum høpi einki minnið enn málsligt piratvirksemi. Málið sum politiskt amboð Málið er í sjálvum sær eitt ópolitiskt amboð eins og ein klípitong ella ein violin, men í Føroyum verður málið politiserað. Innan fleiri al­menn økir verður málið eisini politiskt missbrúkt av ósmædnum puristum, sum uttan lógarheimild loyva sær at knæseta eitt nýføroyskt mál, ið fremmandager van­ liga føroyingin fyri móður­ málinum. Hetta sæst serliga grovt innan ávísa fak­ter­mino­ logi, ið krevur ein neyvleika, sum puristisku dilettantarnir ikki hava førleika til. Tíverri hava vit longu fingið læru­ bøkur á nýføroyskum, sum eru ein landaskomm heldur enn eitt prýði. Úrslitið er ein babylonskur mál­forvirringur, ið ger at mang­ur føroyingur í dag situr og lærir seg “føroyskt” gjøgnum donsk føroysku orðabókina. Fáur torir at mótmæla, tí hann sum muddar ímóti verður skýrdur sum svíkjari. Málstevnunevndin Nýggja Mástevnunevndin er sett fyri at gera uppskot til almennan málpolitikk, og vónandi fer hon at skjóta upp at legalisera móðurmálið við tess integreraðu al­tjóða orðum, ið eitt nú mynda sjálvt kjølfestið í flestu lærugreinum. Ein ávís rationalisering verð­ur neyðug bæði í alfabet­in­um, við stavseting og í málinum sjálvum, so mál­ið hóskar til nútíðina og megn­ar at endurspegla huga­heimin hjá føroyska móður­máls­ling­in­ um, uttan at hann fyrst skal kunna seg um nýføroyskt gjøgnum donsk føroysku orðabókina. Puristisk nýyrðir eiga ikki sum nú at trokast inn í málið, men eiga at vera tøk um tørvur er fyri teim­um. Eitt breitt forum av máls­ liga áhugaðum lærdum sum leikfólki kundi hóskani viðgjørt aktuel nýyrðir og harvið tryggja eitt ávíst støði eftir nærri fastsettum reglum, við neyvum atliti til verandi móðurmál. Fremmandaorð og mentunarberi Eitt uttanífrá komandi fremm­ anda­orð kom í gomlum døg­um inn í málið sum ein nýskap­andi mentunarberi, kanska eftir frammanundan at hava ferðast gjøgnum fleiri alheims mál og har tillagað og fingið íblástur av ártúsundar sivilisatión. Hesi orð ríkaðu málið og gjørdust sum fráleið ein partur av okkum sjálvum, okkara mentan og samleika. Hetta sá Rikard Long, sáli, men ikki okkara blindu puristar, tó tað sum verri er, í blinda liðnum verður tann einoygdi kongur! Eingin kann hugsa longri enn hann hevur mál til regin eikholm tó, honum líkt, hildið við sítt, og aftur og aftur víst á tað gagnliga og skilagóða við at flyta umsitingina til Suðuroyar.Og nú loksins fær hann sín vilja. Umsitingin av strandferðsluni verður flutt til Suðuroyar. Men eg kenni meg bein­ leiðis snýtta, tá eg fái at vita, hvussu hetta landsstýrið skaltar og valtar við fólki. Ein skuldi trúð, at tað vóru starvsfólkini, ið sjálvi høvdu arbeitt við málinum, og at alt varð blivið viðgjørt í umsitingini eftir reglunum.  Men starvsfólkini vistu onki! Tað sigur løgmaður seg harmast um, men tað einasta hann fer at gera er at ”kanna lekan”. Tvs at trupulleikin er ikki handfaringin hjá lands­ stýrismanninum. Ella greiða brotið á starvsfólkapolitikkin. Ella brotið á ásetingarnar í sáttmálanum. Nei, trupul­ leikin sambært løgmanni í degi og viku hóskvøldið var, at onkur ”hevði likið”. Altso, trupulleikin er nú, at onkur hevði avdúkað mangl­andi virðingina fyri starvs­fólkapolitikkinum hjá landsstýrinum. Men tað er ikki bara løg­ maður, sum sigur, at onki skal fáa avleiðíngar. Sam­ gongufólk koma nú kropp á kroppi og „harmast um mannagongdina“. Men tey krevja onga ábyrgd av teimum landsstyrismonnum, tey hava valt. Fyrst løgmaður. Og síðani landsstýrismaðurin í fíggarmálum, sum hevur starvsfólkapolitikkin sum málsøki og allar sáttmálar hjá tí almenna. Hann sigur, at starvsfólkini hava ikki „rætt at verða hoyrd.“  Toppurin var tó útsøgnin frá landsstýrismanninum sjálvum, sum á Portalinum samanber hesa avgerð við, at Matrikkulstovan flutti úr Jónas Brocksgøtu út á Arg­ ir. Hetta er beinleiðis at sláa alt upp í glens, og ein háttur at gera gjøldur burturúr fólki, sum ikki fáa vart seg. Ynskiligt var, at løgmaður traðkaði til í hesum máli, men kenni eg hann rætt, so ger hann heldur onki í hesum máli. Jú hann fer at ”kanna lekan” so tað sær út, sum um, at hann ger okkurt. Men hann tekur ikki hond um trupulleikan. Tað ræður jú um at lata fólkaflokkin gera sum hon­um lystir, og at halda sambandsflokkinum inni í hitanum. So mugu avtalur, reglur og mannalagnur rek­ ast sum tongul í brimi. Í hesi samgongu vil mann heldur missa trúvirði enn vald. framhald av síðu 10