fríggjadagur 2. mars 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 • 2. - 4. mars 2007
Vikuskifti
10
John Sigurd er 18 ár. Hann
var fyri ferðsluóhappi
tann 6. februar og fekk
skallabrot. Hans Asbjørn
er 20 ár. 19. oktober í fjør
rendi hann frontalt inn í
ein annan bil, breyt báðar
hælirnar, høgra øklaknút
og vinstra lær. Jens Erik
er 43 og farna vikuskiftið
koppaði hann út av vegn
um í bili sínum. Jens Erik
slongdist út, armurin lá
undir og er nú lamin. Vit
hava hitt teir tríggjar, sum
allir kenna seg ógvuliga
hepnar
Tað eru meiri enn fýra mánaðir
síðani 20 ára gamli Hans
Asbjørn Eysturdal av Skála
var í einum ferðsluóhappi.
Framvegis vitjar hann javnan
á Landssjúkrahúsinum, har
hann venur beinini, soleiðis
at hann kann koma fyri seg
aftur, eftir at báðir hælirnir,
høgri øklaknútur og vinstra
lær brotnaðu, tá hann rendi
frontalt inn í ein annan bil tann
19. oktober í fjør.
Tað eru næstan fýra vikur
síðani, at 18 ára gamli John
Sigurd Danielsen av Strondum
var fyri ferðsluóhappi, tá hann
sat í einum bili, har førarin
misti tamarhaldi og bilurin
bóltaði runt. John Sigurd fekk
skallabrot, varð sendur til
Danmarkar og lá tveir dagar
uttan vit. Í dag, fríggjadagin,
verður hann útskrivaður av
Landssjúkrahúsinum.
Sunnunáttina farna viku
skiftið koppaði 38 ára gamli
Jens Erik Zachariassen úr
Sørvági oman av vegnum
í bili sínum. Hann varð
slongdur út og høgri armur
hansara kom at liggja undir
bilinum, og er nú lamin.
Jens Erik varð útskrivaður av
Landssjúkrahúsinum í gjár.
18 ár og ongan
luktisans
– Vit høvdu verið í Leirvík og
bowlað, tveir vinmenn og eg.
Tað er tað seinasta eg minnist
áðrenn vit rendu á. Tað næsta
eg veit til mín er, at eg vakni
í Danmark tveir dagar seinni,
sigur John Sigurd Danielsen.
Hann fær tískil ikki greitt
frá, hvussu hann upplivdi
ferðsluóhappi, sum hendi
beint við kirkjuna á Strondum.
Tað, John Sigurd veit um
ferðsluóhappið, hann var fyri,
hava onnur fortalt honum.
– Tað er øgiliga merkiligt,
heldur John Sigurd, tá eg
spyrji hann, hvussu tað er at
vita, at tveir dagar eru farnir
burtur úr minni hansara, har
ein rúgva er hent, uttan hann
hevur vitað av tí.
Førarin, sum koyrdi bilin,
John Sigurd var í, misti
tamarhaldið á bilinum, sum
slongdist til síðuna, rendi inn í
eina trappu og bóltaði runt.
John Sigurd breyt pannuna
og nakkin sprekkaði. Spongin
í høgra fremstafingri slitnaði,
hann hevur mist luktisansin og
kann bara hyggja við øðrum
eyganum í senn, tí annars sær
hann dupult. Kortini kennir
hann seg hepnan.
Tí John Sigurd er fullgreiður
um, at hann eins væl kundi
latið lív í ferðsluóhappinum.
– Eg havi verið rættiliga
heppin, sigur hann hugsanar
samur.
– Eg kundi eisini eins væl
mist allar sansirnar, og í so
máta havi eg eisini verið
rættiliga heppin, sjálvt um eg
ongantíð kann lukta aftur, sigur
John Sigurd.
Hann varð sendur til Dan
markar og lá tveir dagar í
respirator. Í 17 dagar var hann
á flatlondum, áðrenn hann
varð sendur heim til Føroya
farna fríggjadag. Síðani
hevur hann ligið á Lands
sjúkrahúsinum, men gongst
sum ætlað verður hann út
skrivaður í dag, fríggjadagin.
– Eg havi tað rættiliga
gott nú. Í Danmark hevði eg
høvuðpínu hvønn dag, men
tað eri sloppin av við, greiðir
Trý ymisk lív – sam
Samrøða
Rólant Waag Dam
blaðmaður
rolant@sosialurin.fo