fríggjadagur 2. mars 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 44 - 2. mars 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Tann 8. januar andaðist Kirsten Dal
foss, bert 59 ára gomul. Ikki vardi
tað meg, at tú átti so stutta tíð eftir, tá
Signar eitt kvøldi ringdi og segði, at
tú vart farin á Landssjúkrahúsið. Tit
høvdu, sum so ofta, verið ein túr, men
tú vann ikki upp hús aftur. Eg var og
vitjaði teg á Landssjúkrahúsinum, tá
fekk eg ikki samband við teg, og tað
var sera hart at síggja teg liggja so
hjálparleysa, góða Kirsten. Soleiðis
gingu fýra dagar, har vit vónaðu, men
so orkaði tú ikki meira.
Tað eru nógvir tankar, ið hópa seg
upp, nú tú mín góða vinkona ikki er
her longur. Enn í dag, nú næstan tveir
mánaðir eru farnir, kennist tað sera
tungt at hugsa um teg, og at tú ikki
ert millum okkum.
Eg kom at kenna tykkum fyrst í
80’unum, tá vit bygdu á Ternuryggi.
Vit gjørdust rættiliga góðir vinir,
komu nógv saman, og mangan hevur
tú bjoðað okkum ein góðan bita.
Tann 27. februar høvdu tú og Signar
verið gift í 36 ár. Brúdleypsdagin hjá
tykkum gekst tú høgt uppí, og altíð
gjørdi tú nógv burturúr og bjoðaði
okkum við. Tú vart ófør í køkinum
og gjørdi eisini smyrjibreyð út av hús
inum, sum mong munnu hava notið
gott av. Eisini hevur tú arbeitt í Spari
kassanum og Sjóvinnubankanum, har
tú gjørdi mat til starvsfólkini. Eitt
skifti hevði tú børn í dagrøkt, so at
tú samstundis kundi vera heima hjá
tínum børnum, sum tá gingu í skúla
og altíð høvdu sína elskaðu mammu
at koma heim til.
Góða Kirsten, vit vistu, at tú føldi
teg ikki altíð so fríska, men tað var
ikki nakað, vit løgdu til merkis í ger
andisdegnum.
Títt pláss stendur nú tómt, og
saknurin er ómetaliga stórur, serliga
hjá Signari, sum livdi so tætt at tær
og var tær ein fyrimyndarliga góður
maður, og hjá børnunum báðum, tað
verður ikki tað sama at koma heim í
feriu sum fyrr, men pápan eiga tey
góðan. Okkara stóru samkenslu eiga
tit.
Men Gud er góður og hjálpi hann
tykkum í sváru sorg tykkara.
Eitt eri eg glað og takksom fyri, at
eg kundi vera við at bera teg til tín
seinasta hvíldarstað.
Hvíl í friði mín góða vinkona og
granni.
Eg fari altíð at minnast teg við
takksemi.
Friður veri við minninum um
Kirsten Dalfoss.
Finngerð
Minningarorð um
Kirsten Dalfoss
16. februar fingu Wilhelmina Poulsen og Fróði Olsen,
Vágur, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 4030
gr.
20. februar fingu Sigrid og Rógvi Kærbech, Vágur, eina
dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3820 gr.
22. februar fingu Krista og Olaf Davidsen, Æðuvík, ein
son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4275 gr.
22. februar fingu Nicole L. Nielsen og Johnny Guðjóns
son, Esbjerg, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði
3530 gr.
23. februar fingu Marin Johannessen og Hugin Helgason,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði
3300 gr.
23. februar fingu Stina og Dan Joensen, Sønderborg, eina
dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4000 gr.
24. februar fingu Maibritt Luid Johannesen og Gunnar
Karbech Mouritsen, Keypmannahavn, ein son. Hann var
55 cm. langur og vigaði 4300 gr.
24. februar fingu Gunvá Hovgaard og Heðin Magnussen,
Argir, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3600
gr.
26. februar fingu Beinta Skaalum og Leif Lamhauge,
Argir, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3400
gr.
28. februar fingu Durita Restorff og Hans Cartni Ras
mussen, Hoyvík, ein son. Hann var 52 cm. langur og
vigaði 3500 gr.
Føðingar
6. februar bleiv
Karen endiliga
stórasystir. Hon
fekk ein beiggja
sum vigaði 4020
gram og var 53 cm
langur. Foreldrini
eru Martha Haahr
og Elias Naur,
búsitandi í Odense
Hósdagin 1. mars
læt ein málninga
framsýning hjá
listakvinnuni Astrid
Mouritsen upp í
Gallarí Jinx á Áar
vegnum í Havn. Tann
eini av málningunum
verður seldur á upp
boðssølu til frama
fyri »Bót til Bata«
Framsýning
Astrid Mouritsen, lista
kvinna, hevur í hesum døgum
eina málningaframsýning í
Gallarí Jinx í Havn. Astrid
er fødd í Klaksvík í 1981 og
hevur frá ungum árum havt
áhuga fyri at skapa, tekna
og mála, og hevur støðugt
ment seg.
Hon hevur gingið í
kvøldskúla í máling hjá
Archibald Blak í Klaksvík
og Pól Skarðenni vestri í
Vágunum. Í 2001 fór hon á
Háskúla í Kerteminde, Fyn.
Høvuðsgreinirnar í skúlan
um vóru list, handverk og
design. Astrid arbeiðir sum
miðlagrafikari, og málar í
frítíðini.
Astrid Mouritsen hevur
verið við til ymiskar
framsýningar, so sum
Norðoyastevnuframsýning,
Lions Club, stuðulsfram
sýning hjá
Samverkamonnum o.a.
Hon hevur júst sýnt fram í
Snarskivuni í Tórshavn.
Málningarnir hjá henni
eru eisini javnan at síggja í
Glarsmiðjuni.
Uppboðssøla
Eitt
serstakt
í
hesi
framsýning er, at tann eini av
málningunum verður seldur
á uppboðssølu. Peningurin,
sum kemur inn fyri hendan
málningin, fer óskerdur
til ”Bót til Bata”, sum er
ein sjálvhjálparbólkur hjá
Føroya Felag Móti Krabba
meini. Um tú hevur áhuga í
at stuðla ”Bót til Bata”, kanst
tú venda tær til starvsfólkið
á Jinx og geva títt boð upp
á málningin. Tá ið fram
sýningin endar, fær tann ið
hevur givið hægsta boðið,
málningin. Framsýningin
er frá 1. til 15. mars.
Astrid Mouritsen, listakvinna:
Framsýning við uppboðssølu í Jinx
Astrid Mouritsen
Hesin málningurin verður
seldur til frama fyri »Bót til
Bata«
26. februar fingu Bjarta Haraldsen og Ingi Lamhauge,
Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði
3900 gr.