Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 • 2. - 4. februar 2007 Vikuskifti 11 ma lagna John Sigurd frá. Somuleiðis er gipsið, hann hevði um armin tikið av, og sum tíðin gongur fer hann eisini at kunna hyggja við báðum eygunum sam­ stundis, uttan at síggja dupult. John Sigurd greiðir frá, at hann var byrjaður at taka koyrikortið, tá hann var fyri óhapp­inum. Tá fremstifingur er komin fyri seg um fýra mánaðir, ætlar hann sær at fara undir aftur at taka koyrikortið. Kendi meg lítlan og einsamallan – Eg kendi meg bæði einsa­ mallan og ógvuliga lítlan. Bilar koyrdu framvið, meðan eg lá har og einki fekk gjørt. Soleiðis greiðir Jens Erik frá, um løt­ una, hann lá kleimdur undir bili sínum og bíðaði eftir hjálp. Jens Erik varð slongdur út úr bilinum, tá hesin koppaði út av vegnum, og onkursvegna kom hann at liggja soleiðis fyri, at høgri armur lá kroystur undir øðrum bakhjólinum. Armurin er nú lamin og ógreitt er, um hann nakrantíð verður eins sterkur aftur. Jens Erik ivast tó ikki eina løtu, tá eg spyrji hann, hvat hann heldur um støðuna. – Eg veit, eg havi verið heilt ótrúliga heppin, tí bilurin kundi eins væl staðið á høvdi mínum ella bringuni, tí tá eg lá har, hvíldi eg høvdið móti hjólinum, fortelur Jens Erik. Hann fær tó einki sagt, um hvørjar tankar hann hevur gjørt sær, um nú tað ringasta, men ikki óhugsandi, hevði hent farnu sunnunátt. – Teir tankarnir eru ikki komn­ir til mín enn, sigur Jens Erik, men leggur so við einum álvarsomum tóna aftrat: – Men eg veit teir fara at koma, og tí vil eg eisini práta um tað. Eg havi brúk fyri tí, sigur Jens Erik. Hóast álvarsama óhappið, Jens Erik var fyri, so óttast hann ikki at koyra aftur. – Hevði eg kunnað gjørt tað, so hevði eg fari í bilin aftur bein­ anvegin, men tað verður so ikki enn, sigur Jens Erik og peikar við vinstru hond móti høgra armi, sum hongur púra deyður. Ov nógv ferð – Eg koyrdi ov skjótt, misti tamar­haldið á bilinum og rendi frontalt í ein annan bil. Soleiðis tekur Hans Asbjørn saman um, tá eg spyrji hann um ferðsluóhappi, sum hann var í partur av tann 19. oktober í fjør. Hans Asbjørn hevði ov nógva ferð, tá hann koyrdi og hugdi tí niður á ferðmátaran. Tá Hans Asbjørn hyggur uppaftur er longu ov seint. – Eg høggi bremsurnar í og bilurin sleingist. Síðani hyggi eg gjøgnum síðurútin, og síggi beint í gronina á hinum bilin­ um, greiðir Hans Asbjørn frá. Bilurin sleingist nakrar ferðir og buldrar so frontalt inn í hin bilin. – Tað fyrsta eg hugsaði var, at eg mátti finna damu mína. Eg leitaði sum ørur eftir henni, áðrenn eg fann út av, at hon als ikki hevði verið við í bil­inum. Eg hevði koyrt hana til arbeiðis um morgunin, men var so mikið óklárur, at eg fór at leita eftir henni, fortelur Hans Asbjørn. Í ferðsluóhappinum breyt hann báðar hælirnar, høgra økla­knút og vinstra lær. – Eftir umstøðunum havi eg verið ræðuliga heppin, sigur Hans Asbjørn, hóast mongu skaðarnar. Hann greiðir frá, at tað eisini hevur nívt hann almikið, at hann hevur gjørt einum øðrum persóni skaða. – Hin breyt knæskelina, men tað var ræðuliga óbehagiligt ikki at vita, hvussu hann hevði tað. Eg visti ikki, um hann fekk varandi mein, men bara, at hann ikki var komin líka illa fyri sum eg, greiðir Hans Asbjørn frá. Nú eru meiri enn fýra mánaðir gingnir síðani Hans Asbjørn rendi á. Síðani tá hevur hann sitið handan róðri og koyrt. – Tað var øgiliga ringt at byrja við, bara at vera við, tí eg visti, at tað var í einum bili eg sat í, tá eg næstan doyði, greiðir Hans Asbjørn frá. Nú fellir tað tó honum lættari at koyra, men Hans Asbjørn sigur, at hann er nógv meiri ansin nú enn áður. – Tað var ein dýrur læru­ pengi, ásannar Hans Asbjørn, sum nú er við at koma seg eftir skað­arnar. – Eg havi tað øgiliga gott og merki, at beinini styrkna, sigur hann. Somu lagnu Soleiðis ljóðar endin á prát­ in­um við tríggjar ymsar per­sónar. Tríggir ymsir mans, sum seinastu fýra mánaðirnar hava fingið somu lagnu: teir vóru partur av einum álvar­ somum ferðsluóhappi. Um illa vildi til, høvdu allir kunnað lati­­ð lív. Lukkutíð gekk tað ikki so galið. Teir fingu allir álvarsamar skaðar, men komu livandi ígjøgnum og kenna seg ógvuliga hepnar. John Sigurd Danielsen fekk skallabrot, og læknarnir vóru noyddir at leggja onkra stálplátu inn í høvdið. Arrið gongur frá oyra til oyra, men hár fer at vaksa út yvir, so tað fer ikki at síggjast seinni Mynd: Rólant Waag Dam Jens Erik Zachariassen, John Sigurd Danielsen og Hans Asbjørn Eysturdal kenna seg hepnar, hóast teirra ymsu ógvusligu skaðar Mynd: Rólant Waag Dam