fríggjadagur 2. mars 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 2. mars 2007
13
Kistan við Kristoffur Svabo Joensen, Argir, fer
úr Landssjúkrahúskapellinum fríggjadagin 2. mars
klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Argja kirkju
leygardagin 3. mars klokkan 13. Tey ið vilja
minnast Kristoffur kunnu lata Argja kirkju eina
peningagávu konta í peningastovnunum.
Tórbjørn Thorsen úr Vági andaðist á Suðuroyar
Sjúkrahúsi mikudagin 28. februar, 64 ára gamal.
Kistan fer úr kapellinum leygardagin klokkan 17 í
Bethel. Jarðarferðin verður úr Bethel sunnudagin
klokkan 13. Tey ið vilja minnas Tórbjørn kunnu
lata eina peningagávu til Føroya Felag móti
Krabbameini, konta í Føroya Banka.
Anna Blicher Winther, Keypmannahavn, fyrr
búsitandi á Sandi, andaðist 26. februar, 76 ára
gomul. Jarðarferðin verður leygardagin 3 mars
klokkan 13 (donsk tíð) úr Absalons Kirke. Sønder
Boulevard 73. København V.
Beata í Dali, fødd Mørkøre búsitandi í Havn
andaðist á Landssjúkrahusinum 28. februar 86 ára
gomul.
Tine Hammer, kona Rúna Hammer, andaðist
mándagin 26. februar á Århus Kommune hospital,
28 ára gomul. Jarðarferðin verður leygardagin 3.
mars klokkan 13.30 frá Sankt Johannes kirke,
Johannes Allé 1, 8000 Århuus C.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
3. mars. Húngunn, deyð ár 1003. Føroysk eftirgerð av
týska navninum Kunigunde og varð skrivað Kunigunn,
tá ið álmanakkin kom á føroyskum. Hon varð gift týska
keisaranum Heindrikki II og læt byggja bæði kleystur og
kirkjur. Navnið merkir mæt stríðskvinna.
4. mars. Adrianus, deyður umleið ár 300. Keisarligur
rómverskur embætismaður sum gjørdist kristin og tí
varð tikin av døgum. Navnið merkir maður úr Adria í
Norðuritaliu. Navn á fleiri keisarum. Magnus Heinason
føddur hendan dagin í 1545.
5. mars. Teophilus, deyður umleið ár 200. Embætismaður
í Kesarea. Navnið merkir hin guðelskandi
Leygardagin 13. januar andaðist mín
kæra omma til stóra sorg fyri familju,
vinur og kenningar.
Hon hevur havt eitt gott og langt lív,
sum eg eri so glað fyri at hava verið
ein partur av. Eg minnist, sum var tað
í gjár, tá eg eftir skúlatíð fór vestur til
ommu at eta døgurða. Og ikki minst
tá eg svav uppi á kvistinum í hennara
bleytu song. Tá eg var hjá ommu,
hugnaðu vit okkum. Hon forkelaði
øll seks ommubørnini, og hennara
kærleiki til okkara var ómetaligur.
Hennara stóri áhugi var ommu
børnini. Hon vildi altíð hoyra um
okkara upplivingar bæði innan ítrótt,
skúla og hvat vit enn fingust við. Hon
var stolt av okkum og dámdi sera væl,
tá vit vitjaðu hana.
Hon hevur verið og fer altíð at
vera ein stór inspiratiónskelda hjá
mær. Hennara dugnaskapur, gleði og
lívsáskoðan. Og ikki minst hennara
vilji minna meg á, at sjálvt um lívið
ikki altíð er ein dansur á rósum, so
er vón fyri framman. Tað skal nok
ganga.
Í tíggju ár sat hon lammað, men
hon gav aldrin upp. Hennara vón og
kærleiki til familjuna góvu henni eitt
langt og gott lív.
Sjálvt um sorgin er stór. Saknurin
enn størri, so verma minnini. Tey
geva mær vón, um at alt nokk skal
ganga.
Vit eru øll kedd um ommuna, vit
elskaðu hana. Hon var eitt sjálvsamt
menniskja, sum vit onnur bara
kunnu royna at lata okkum inspirera
av. Menniskju sum hon fylla nógv
í lívinum, og tí er eisini eitt stórt
tómt hol eftir, nú hon ikki er millum
okkara longur. Holið kunnu vit ikki
fylla aftur eftir einum degi ella ári.
Kanska tað slett ikki skal fyllast aftur,
men ístaðin vera holið til minnini,
sum vit hava. Minnini eru dýrabar.
Við takksemi fyri at hava verið ein
partur av hennara lívi vil eg minnast
mína góðu ommu, sum hon altíð
var. Positiv, lívsglað og erlig. Og eg
hoyri enn hennara sprutlandi látur, tá
eg vil.
Ærað veri hennara minni.
Tóra Effersøe Mortensen
Hansinu Mortensen til minnis
Prógv
31. desember 2006 fekk Jóhan Helmsdal, Toftir,
sveinabræv frá Aalborgs Tekniske Skole sum kokkur,
hann hevur lært á Hotel Hafnia, Tórshavn.
21. februar 2007 tók Janus Jensen, undirvísingarleiðari,
Toftir, kandidatprógv í námsfrøði (cand.pæd.pæd) á
Danmarks Pædagogiske Universitet í Keypmannahavn.
31. desember 2006 fekk Jóhan Helmsdal, Toftir,
sveinabræv frá Aalborgs Tekniske Skole sum kokkur,
hann hevur lært á Hotel Hafnia, Tórshavn.
21. februar hevur Eydna Hansen, Kaldbak, fingið prógv
sum Heilsurøktari á Humanica í Hillerød.
21. februar 2007 tók Janus Jensen, undirvísingarleiðari,
Toftir, kandidatprógv í námsfrøði (cand.pæd.pæd) á
Danmarks Pædagogiske Universitet í Keypmannahavn.
23. januar tóku systrarnar Jórun og Eyðbjørg Jacobsen
prógv sum bachelor pedagogar á Danner Seminarium.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu okkum hjálp
og samkenslu, tá kæri maður mín, pápi, abbi,
langabbi og verfaðir okkara
Justinus S. Hansen
Saltangará
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Jóannes Hansen, Meinhard Bjartalíð,
Poul Færø, kirkjutænarar, sangarar, berarar
og tykkum, sum hjálptu til við ervinum
og komu við køkum.
Ein heilsan til starvsfólkið á heiminum á Mýrunum
fyri hjálp og umsorgan tíðina hann var hjá tykkum.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Olivia og Svend
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu,
tá okkara kæra mamma
Bergtóra Dragasund
andaðist og fór til gravar.
Takk til Sonju Klein, prest, og kirkjutænarar.
Takk til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum og á
Heimatænastuni - Nærverkinum.
Takk øll somul.
Familjunnar vegna
Rebekka og Janus
80 ár
Leygardagin 3. mars verður Lars Larsen, Tórshavn, 80
ár. Dagurin verður hildin við móttøku á Hotel Vágum
leygardagin frá kl. 13.00-16.00.
Brúdleyp
Leygardagin 3. mars 2007 giftast Inga Maria Vang,
Hoyvík, og Júst Svínoy, Runavík. Vígslan verður í Lista
skálanum kl. 11.30. Veitslan verður á Hotel Føroyum
fyri innboðin.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 3. mars hava hjúnini Óluva og Óli Fuglø
Norðdepli gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman
við familjuni.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á
ymiskan hátt gjørdu føðingardag okkara
13. og 15. desembur so góðan
og ógloymandi.
Heilsan Jákup og Nancy, Fámjin
www.sosialurin.fo