Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 • 2. - 4. februar 2007 Vikuskifti 12 Hon er sannførd um, at valið av yrki er tað rætta fyri hana. Tá hon hev­ur verið heima í longri tíð, vil hon sleppa til arbeiðis: – Eg toli ikki – ikki at vera í eini skapandi pro­ sess, sigur Marita Dals­gaard Hóast Marita Dalsgaard eigur tvey smábørn og trý stjúkbørn, trív­­ist hon eisini væl við síni leik­­list. Hon sigur stutt sagt, at hon kennir seg best, tá hon arbeiðir við sjónleiki og hev­­ur møguleika at leggja sær arbeiðið til rættis, so hon eis­­ini fær stundir til børn og heim­alív. 37 ára gamla Marita Dals­ gaard er heppin at hava Olaf Johannesen við sína lið. Tey eru bæði freelance sjón­­leikarar, og tað ger, at tey kunnu skipa sær arbeiðið so­ leið­­is, at annar teirra næstan al­­tíð er heima hjá børnunum. Eydnast tað ikki til fulnar onk­­u­n­­tíð, eru ommur og abbar til reiðar at hjálpa. Sjónleikaraparið býr í set­ hús­um í Keypmannahavn, har ríki­ligt pláss er fyri barnríku fam­ilj­uni. Í farnu viku var Marita Dals­gaard í Føroyum við leiki­num ”Marie Grubbe – en li­den­skabelig historie”, sum varð framførdur í Klaksvík og í Norð­ur­landa­húsinum. Tað er ”Egnsteatret Mask­ en”, sum framleiddi og setti leik­in á pall í fjør. Síðani hev­­ur verið ferðast víða um við leikinum, sum hevur fingið sera góð ummæli. Løgfrøðiligi og sosiali dómurin Um Marie Grubbe, sigur Mar­­­ita Dalsgaard, at henn­ara tulk­ing av søguliga høv­uðs­leik­ lut­i­­num er øðrvísi, enn hon van­ liga hevur verið lýst av ymsum rit­­høv­­undum. - Øll vilja mystifisera Marie Grubbe í hennara sosiala falli. Hon var fødd rík og hevði allar hugs­andi møguleikar í lívinum, og kortini skúgvaði hon alt til viks. - Hon er ung kvinna, sum í ver­u­leikanum sigur ja til alt, sum henni verður boðið, eisini tá pápin áleggur henni at gift­ ast við Ulrik Frederik. Hann var soleiðis tvingaður at giftast við Marie Grubbe. Í hjúnarlagnum fær hon álv­ ar­s­ligar trupulleikar at berjast við, og hon verður vónbrotin og missir álitið á pápan, sum leið­ir dóttrina í ólukku. Tá tað er greitt fyri henni, tek­ur hon ábyrgdina og fer frá øll­um, frá manninum, familjuni og góðu sosialu umstøðunum. - Mín tulking er, at Marie Grubbe velur kærleikan fram um sosialu ríkmanstilveruna, fyri frælsi at vera sín egin per­ són­ur, sigur Marita Dalsgaard. - Hóast umstøðurnar í dag eru nógv øðrvísi enn á døgum Marie Grubbe, so eru kortini við­ur­skifti, sum líkjast enn tann dag í dag. - Eitt nú um konufólk eru ó­trúgv við giftum manni, so verð­ur sætt niður á kvinnuna – og ikki á mannin. Løgfrøðiligi dóm­ur­in er ein partur, men kvinn­an fær harðari sosialan dóm, eisini í dag. Marita Dalsgaard heldur tað vera stuttligt at spæla Marie Grubbe, og serliga í Føroyum, av tí at føroyski áskoðarin Marita Dalsgaard, sjónleikari: Kann ikki vera skapandi Samrøða Dagny Joensen dagnyj@post.olivant.fo Stórt familjutiltak í Argja Skúla Í morgin, leygardagin 3. mars kl. 14 til 17 verður stórt familjutiltak í Argja Skúla. Tiltakið er til frama fyri uttanlandsferð hjá 8.a í Argja skúla. Flokkurin í Argja skúla fer á vitjan í Skotlandi í mai. Millum tað nógva áhugaverda, ið flokkurin skal gera í Skotlandi, er vitjan hjá einum skúlaflokki í Peterhead. Eins og farið verður til Aberdeen og Edinburgh. Ætlanin er eisini at fara til Loch Ness og sigla á vatninum. Fyri at fáa pening til vega til ferðina verður skipað fyri stórum familjutiltaki í Argja skúla, leygardagin 3. mars kl 14 til 17. Her verður nakað fyri allar aldursbólkar, tað sigst, at tey, ið eru farin um brúnna seinastu dagarnar hava kent angan av kakunum, ið eru bakaðar til køku og mattombola. Esini verður bommtombola, ponyríðing, hoppiborg, fiskibrunnur, skreiðirør, svampakast og ikki minst lutaseðlasøla við nógvum góðum vinningum. Til tey, ið vilja hava eina friðarliga løtu, verður eisini skipað fyri café við nýbakaðum vaflum og kaffi. 8.a á Argjum vónar, at tikið verður væl undir við hesum stóra tiltaki.