Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 44 - 2. mars 2007 tíðindi tíðindi Samanlegging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyri trimum vikum síðan samtykti løgtingið upp­skot­ ið hjá lands­stýr­ismannin­ um, Jacobi Vestergaard, um sjálvbodna kommunu­ saman­legging. Sambært løgtingslógini verða sjey sonevnd sam­ starvsøki í framtíðini. Tey eru Suðuroy, Sandoy, Eysturoy, Suðurstreymoy, Norð­oyggjar, Vágar og Sunda kommuna, sum eisini kemur at fevna um Eiðis kommunu. Eftir tilmæli hjá meiri­lut­ anum í rættarnevndini sleppa kommunurnar Vest­ manna og Kvívík saman at velja, um tær vilja hoyra til Vágar, Sundalagið ella Suðurstreym. Semjast kommunurnar ikki um samanlegging, tekur landsstýrismaðurin í kommunumálum avgerðina innan 1. oktober 2009. Málið um sjálvbodna kommunusamanlegging kom á tingborð í fjør heyst, men eftir triðju viðgerð í løgtinginum stutt fyri jól varð tað beint aftur í rættarnevndina, tí tinglimir hildu ikki, at málið var nóg greitt. Tað var løg­tings­lim­ urin, Kári P. Højgaard, sum átti uppskotið um at lata málið fara aftur í nevnd. Eiði einki val Í endaliga uppskotinum, sum løgtingið samtykti, sleppa Kvívik og Vestmanna sum nevnt at velja millum Vágar, Sundalagið og Suð­ urstreym. Bæði Tjóð­veld­ isflokkurin og Miðflokkur­ in hildu, at Eiðis kommuna eisini eigur at sleppa at velja millum Sundalagið og Eysturoynna, men tað helt løgtingið í endaligu sam­ tyktini so ikki. Tí hevur Eiðis kommuna sambært sam­tyktu løgtingslógini ongan valmøguleika. Í dag undra eiðisfólk seg yvir, at fjølmiðlarnir hava gjørt so lítið burtur úr hes­ um partinum av mál­inum. - Løgtingslógin um sjálv­ bodna samanlegging sigur, at vit bert hava ein møgu­ leika. Skulu vit leggja sam­ an, skal tað verða við Sunda kommunu. Vit halda, at minsta kravið hjá okkum í kommununi má vera, at vit hava tveir møguleikar – Sunda kommunu og Eystur­ oynna, um vit yvirhøvur skulu leggja saman. Vit halda, at hetta »luktar« av politikki, siga fólk í Eiðis kommunu, sum Sosialurin hevur tosað við. Borgarstjórin samdur Borgarstjórin í Eiðis komm­ unu, Anfinnur Kruse, er púra samdur við fólki í Eiðis kommunu um, at skal kommunan í framtíðini leggja saman, eigur fólkið í øllum førum at hava tveir møguleikar. - Eg haldi slett ikki, at fólk í kommununi ganga og hugsa um samanlegging, og tað ger bygdaráðið heldur ikki. Men verður tað so, at vit verða trýstir til samanlegging, hevur tað stóran týdning fyri okkum, at bygdaráðið fær møgu­ leikan at samráða seg til tveir sáttmálar, sum fólk síðan kunnu taka støðu til á eini fólkaatkvøðu. Málið fer sjálvandi eisini at snúgva seg um, hvar Eiðis kommuna røkkur bestu avtaluni. Tí eri eg púra samdur við teimum, sum halda, at fólkið í komm­ ununi eigur at hava meira enn tann eina møguleikan – ikki minst sæð í ljósinum av, at Kvívík og Vestmanna hava tríggjar val­møgu­leik­ ar. Undrunarvert Anfinnur Kruse sigur, at landsstýrið í sambandi við hetta lógararbeiðið sendi út eitt hoyringsskriv til komm­ unurnar um sjálvbodna samanlegging. - Í svarskrivinum, sum vit sendu inn­lendis­mála­ ráðn­um, søgdu vit okkum fegnast um, at landsstýrið ikki legði upp til tvungna samanlegging, men vit søgdu okkum samstundis undrast yvir, at teir høvdu valt at taka Eiðis kommunu burtur úr Eysturoynni, sum kommunan er ein náttúr­ ligur partur av. Borgarstjórin vísir á, at í tí fyrsta upplegginum skuldu bæði Eiðis kommuna og Funnings kommuna leggja saman við Sunda kommunu, men seinni varð Funnings kommuna so tikin burtur úr og fær møguleikan at leggja saman við Eysturoy. - Jú, eg má siga, at hetta tykist okkum rættiliga undrunarvert, og vit duga ikki at skilja, hvat liggur aftanfyri hetta mál. Anfinnur Kruse sigur seg ikki duga at meta, hvønn veg fólk í Eiðis kommunu vildu farið, um ein sam­an­ legging gjørdist aktuell, og hann vil heldur einki siga um, hvønn veg hann heldur, at bygdaráðið hellir í hes­ um máli. Góð kommuna - Vit hava eina væl rikna og væl útbygda kommunu, sum hevur at kalla allar fasilitetir, og tí hava vit slett ikki gjørt okkum nakrar tankar um samanlegging við aðrar kommunur. Vit klára okkum sjálvi, men saman standa kommunurnar sjálvandi sterkari. Hann leggur aftrat, at Eiðis kommuna hevur sam­ starv við Sunda komm­unu um felagsskúlan á Oyrar­ bakka og um lækna og barna­vernd. Hinvegin sam­ starvar kommunan við hin­ ar kommunurnar í Eysturoy um eitt nú Røktar-og Ellis­ heimið í Runavík. Borgarstjórin vísir hin­ vegin á, at tað fara nógv ting fram í Sunda kommunu í dag, sum Eiðis kommuna slett onga ávirkan hevur á. - Eg haldi, at landsins myndugleikar hava skyldu Sleppa ikki at velja kommunu: Løgtingið sveik fólkið í Eið Flokkur á ferð Javnaðarflokkurin fer nú undir eitt átak, har valdu umboð floksins fáa høvi at greiða veljarunum frá, hvørji úrslit eru rokkin í hesum valskeiðinum, og har veljararnir fáa høvi at siga sína hugsan um avrikini. Tiltakið, sum hevur fingið heitið »Flokkurin møtir veljarunum«, byrjar í arbeiðs­ mannafelagshúsinum í Leirvík mánakvøldið 5. mars, 7. mars verður tiltakið í Dansistovuni í Vestmanna, og 10. mars verður hildið fram í Skopun. Heldur ígjøgnum skattin Í einari nýggjari lóg um sjúkrakassar, sum kemur fyri Løgtingið í næstum, stendur, at allir limir skulu rinda tað sama og hava somu treytir. Tað fær formannin í Føroya Komm­unufelag, Rósu Samuelsen, at skjóta upp, at politik­ ararnir eiga at taka næsta stig, soleiðis at sjúkrakassagjaldið verður goldið umvegis landsskattin. Harafturat mælir hon politikarunum til at lata felags sjúkrakassaskipanina halda til uttan fyri høvuðsstaðarøkið. - Eg haldi, at landsins myndugleikar hava skyldu til at geva fólkinum í Eiðis kommunu tveir valmøguleikar, so vit í framtíðini kunnu samráða okkum fram til ta avtalu, sum er best fyri okkum. Meðan Kvivík og Vestmanna fáa tríggjar val­ møgu­leikar, fáa vit ongan, sigur ein undrandi Anfinnur Kruse, borgarstjóri í Eiðis kommunu