Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 • 2. - 4. februar 2007 Vikuskifti 14 American Splendor Ein sera áhugaverdur filmur er Am­erican Splendor, ið júst er út­komin á DVD. Hann er um tekn­ aran Harvey Pekar, ið skapti real­ ist­isku kult-teknirøðina og blaðið American Splendor í 70inum. Harvey Pekar er ein tunglyndur nørdur og hann keðir seg í einum keðiligum býi. DVD-útgávan inniheldur spennandi eykatilfar. 5 stjørnur av 6 The Squid and the Whale Bernard Berkman (Jeff Daniels) er ein útbrendur høvundi. Konan vil skiljast og hennara egna navn sum rithøvundur er vaksandi. Hetta er ein søga um øvund, um fá­fongd og børn og vaksin í sorg. Film­ur­in hveur fingið nogvar virð­is­lønir m.a. frá Sundance- Fest­i­valinum. Hann er ein lítil klók dramatisk søga um ymiskar lagn­ur. Ein perla. 5 stjørnur av 6. Romance & Cigarettes Ein løgin musical um arbeiðarar og teirra lív. Nick (James Gan­dol­ fini kendur frá The Sopranos) er ar­­beiðari í New York og giftur við reyðhærdu Kitty (Susan Sar­a­ ndon). Hann hevur møtt Tula (Kate Winslet). Tá konan uppdagar hetta gerðst hon frá sær sjálvum. Ro­mance & Cigarettes er ein sera løgin, men stuttligur film­u­r. Hann er gjørdur av kenda sjón­ leik­a­ranum John Turturro og er á trem­ur av kendum leikarum. DVD- út­gávan er einki serligt, her eru eing­ir eyka møguleikar sum so. 4 stjørnur av 6. Don´t Come Knocking Nýggjasti filmurin hjá Wim Wen­ ders eitur ”Don´t Come Knocking” (2005). Her er americana rom­ an­t­ikkur og ein meistarlig søga um forfall, tí ikki bert er Sam She­p­ard í hesum filminum ”an has­been”, men býirnir hann vitjar eru tað eisini og øll vita tað. Her eru long tablouir við vøkrum mel­an­kolskum tónleiki, Hetta er ein føddur filmklassikari og eitt meist­ar­averk. 6 stjørnur av 6 Click við Adam Sandler er um Mic­hael sum fær eina un­i­versal-fjar­ stýring, ið ger, at hann kann stýra øllum heim­ i­num. Við eitt kann hann stýra kon­uni, spæld av Kate Beckinsale (Pearl Harbor) og stjóranum Dav­id Hasselhoff (Knight Rider). Børn­ ini, tí hann kann steðga tíðini, spæla ella seta alt í slow-motion o. s. fr. Onkuntíð gott undirhald. At enda er onkur moralsk fløkja, men sum heild er hetta bara gott und­irhald. 3 stjørnur av 6. Ringasti filmurin gjørdur í 2006 má vera hesin Little Man. Hann er so smakkleysur og super elend­ ig­ur, at hann hev­ur fingið eina virðisløn. The Razzie aw­ards, sum er sum ein Oscar fyri vánaligar filmar (Worst Rem­ake Or Rip-off: Little Man).. Hann er so ræð­u­ligur, at hann er vorðin eitt sindur kult. Calvin Simms er ein dvørg­ur, ið ikki er størri enn eitt 3 ára gamalt barn. Hann er ein brots­maður og, ja søgan hongur ikki saman og øll spæla av h… til. 94 pínligir minuttir. Tekst­ir: danskur, svenskur, norsk­ ur, finskur For­mat: 16:9, 1:85:1. Dolby Digital 5.1 0 stjørnur av 6 (kann ikki geva minus stjørnur). Offscreen er ein originalur danskur filmur. Christoffer Boe leik­stjórnaði hann. Nicolas Bro spælir ein óhugnaligan leik­lut sum sjónleikarin Bro, ið skal gera ein film fyri leik­stjór­ an Boe. Hjún­ar­lagið hjá Bro er ván­a­ligt og hann vil gera ein film um tey, fyri at vinna konuna Lone aftur. Hann byrjar at filma og ger øll svøk við síni filming. Tá konan rýmir frá honum og flytur til Berlin, upp­loysist Bro og gerðst meiri og meiri svakur. Nicolas Bro spælir, so tað er ótrúligt. DVD-útgávan er einki serligt tó. 93 minutter. Mál: danskt. Format: 1:85:1 Dolby Digital 5.1 Special features: Komm­ent­arspor við Mor Boe og mor Bro Trailer & teasers 6 stjørnur av 6 Marvel hava stórframleitt tekn­irøðir og figurar, ið vit kenna sum t. d. The Shadow, Mandrake, Fantomet, Sup­er­ man, Captain America, Captain Marvel, Flash, Spectre, Haw­k­ man, Sandman, Green Lantern og eisini Ghost Rider. Hesin Ghost Rider, leiktur av óføra Nicolas Cage, ynskir sær so brennandi at vinna, at hann ger ein sáttmála við hin grá­beinta. Hetta er eitt gamalt tema frá Faust og fram eftir. Johnny Blaze er so ungur, at hann vil gera alt fyri at fáa heiður, æru, pening og vald, at hann ger ein slíkan sátt­mála við fanan sjálvan, und­ir­ skrivaðan við blóði. Johnny Blaze gerst Ghost Rider Tað er sum í øllum góðum æv­in­týrum um unga mannin, at tá hann gerst forelskaður og skal út í heimin at finna seg sjálvan, so koma trøllini. Eisini hjá Johnny kemur Meph­is­to­ pel­es at krevja kontraktina, og Johnny Blaze endar sum Ghost Ri­d­er. Hann skal nú fanga Black­heart og aðrar demonir fyri Mephistopeles. Nógvar superhetjur eru gen­ i­alar, tí tær bera júst sorgina í barmi. Tær hava longu mist alt, og eru tí ikki bangnar fyri nøkrum. Tær eru fullar í av­makt, hatri og vónloysisøði. Sum so er eingin munur á Bat­ man, King Lear ella Hamlet, dan­a­num – hetta duga fólk bert ikki at síggja, men hetta er ikki ein serliga væl gjørdur film­ur. Sjálvt ikki teir mest ”die hard” fans av hesi røðini, koma at dáma handan filmin. Cage yvirspælur so nógv, at tað er ikki løgi at hann stendur í ljósum loga. Hetta er ikki Mar­vel, tá tað er best, men botn­urin í skuffuni er hervið gjørd­ur til film. 2 stjørnur av 6 Leikandi: Ghost Rider Roxanne Simpson Blackheart Mephisto Nicolas Cage Eva Mendes Wes Bentley Peter Fonda Leikstjóri Mark Steven Johnson. Frumframsýndur í Havnar Bio 2. mars. 114 minuttir. Aldursmark: loyvdur øllum yvir 11 ár. Parfumen: Historien Om En Morder Leikandi: Ben Whishaw, Dustin Hoffman, Alan Rickman, Rachel Hurd- Wood. Leikstjóri Tom Tykwer. 2 tímar og 28 minuttir. 15 ára aldursmark. Havnar Bio frá 23. februar. Fakta um Ghost Rider Ummæli Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com Ghost Rider: Enn ein teknirøð frá Mervel sum filmur Filmur DVD-ummæli