Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 2. mars 2007 15 nøvn Senita Thomsen, 15 ár Tvøroyrar skúli Starv: Barnagarðinum - Lítlaskóg Hví valdi tú hetta starvið? - Tí eg elski børn og eg havi áhuga fyri tí. Hvat hevur tú gjørt, meðan tú hevur verið her? - Spælt við børnini, ruddað, skift og givið teimum at eta. Hvussu dámar tær? - Sera gott! Er hetta eitt starv, tú kundi hugsað tær, tá tú verður eldri? - Ja, heilt sikkurt! Eg ætli mær at læra til pedagog ella sjúkrasystur Fimm í starvsvenjing Hesar seinastu vikurnar hevur 9. flokkur í Tvøroyrar skúla verið í starvsvenjing. Fleiri teirra valdu at fara til Havnar, og vit hava hitt tey og spurt um starvstíðina. Starvsvenjing Orð og myndir: Anna Rødgaard og Manja Johansen Sunneva Tausen Magnussen, 15 ár Tvøroyrar skúli Starv: Hotel Hafnia Hví valdi tú hetta starvið? - Tí eg hevði áhuga fyri hesum, og eg havi hugsað mær at læra til kokk tá eg verið eldri. Hvat hevur tú gjørt, meðan tú hevur verið her? - Eg havi serverað í eina viku og arbeitt í køkinum í eina. Hvussu dámar tær? - Ordiliga gott! Er hetta eitt starv, tú kundi hugsað tær, tá tú verður eldri? - Ja, men so hevði eg vilja verið útlærd kokkur áðrenn. Malan Vitalis Bærendsen, 15 ár Tvøroyrar skúli Starv: Advokatfirmaið hjá Poul Hansen Hví valdi tú hetta starvið? - Tí tað er mítt dreymastarv, og eg vildi vita, um alt var soleiðis eg hevði væntað. Hvat hevur tú gjørt, meðan tú hevur verið her? - Lisið sakir, skrivað dømi um stevning, verið í rættinum og annað skrivligt arbeiði. Hvussu dámar tær? - Væl! Tað er spennandi og her hendir nakað nýtt hvønn dag. Er hetta eitt starv, tú kundi hugsað tær, tá tú verður eldri? - Ja, og helst nú eg havi roynt tað. Gott á hotellinum Spennandi advokatstarv Eg elski børn Anna Rødgaard (v.m.) og Manja Johansen (h.m.) hava roynt mangt og hvat hesar vikurnar, tær hava verið í starvsvenjing á Sosialinum. Her royna tær fiskasuppu hjá Jórun í Klaksvík