fríggjadagur 2. mars 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 • 2. - 4. februar 2007
Vikuskifti 13
er øðrvísi og meira opin. Tað
verður flent aðrastaðni í leiki
num her enn í Danmark.
Tosar til kenslurnar
- Tað krevur, at sjónleikarin er
til staðar og alla tíðina lurtar
út í salin og ger sær ómak.
Tað veldst eisini um, tú hev
ur góðan samleika við leiklut
in. Um samleikin er í lagi, er
sjónleikur altjóða mál, har tú
tosar til kenslurnar. So hevur
tað minni at týða, um áskoðar
in er russi ella turki.
- Eg havi spælt ungdóms
leikir og barnaleikir á festi
valum, har fólk úr 100 ymiskum
londum vóru til staðar, og tey
skiltu innihaldið í leikinum. List
in talar til fólk á einum øðrum
plani, sigur Marita Dalsgaard.
Talan er eisini um at fara til
Russlands við Marie Grubbe
seinni.
Marita Dalsgaard fekk prógv
sum sjónleikari í Danmark í
2000, og síðani hevur hon havt
arbeiði, tó at hon hevur havt
farloyvi, tá hon fekk børnini.
Hon tosar ræðið ríkisdanskt.
Tað hevur ikk i volt henni
trupulleikar. Hinvegin var tað
torførari hjá næmingunum í
Júttlandi at læra ríkisdanskt.
Hjá teimum gekk ikk i so væl at
sleppa av við sína dialekt.
- Tað er ikk i torført at tosa
ríkisdanskt, tí tað rakar meg
ikk i kensluliga. Málið er bara
eitt amboð, men tó dugi eg ikk i
ymsu dialektirnar, sigur Marita
Dalsgaard.
- Hon er sannførd um, at
valið av yrki var tað rætta
fyri hana. Tá hon hevur verið
heima í longri tíð, vil hon
sleppa til arbeiðis.
- Eg toli ikk i – ikk i at vera í
eini skapandi proses. Tað er
matur og drekk a fyri meg, sigur
Marita Dalsgaard.
Børnini ikki bara
summargestir
Spurd, um hon kundi hugsað
sær at flutt heimaftur, sigur
Marita Dalsgaard: - Eg kundi
hugsa mær at havt tættari
tilknýti til Føroyar, tó at vit
búgva í Danmark. Vit hava ein
dreym um at arbeiða í Føroyum
ein part av árinum, eisini fyri
at børnini kunnu fáa veruligt
samband hendavegin. Tey
skulu tosa føroyskt og ikk i bert
vera summargestir í Føroyum.
Marita Dalsgaard hevur sam
an við øðrum stovnað leikbólk
in ”Skift”, sum í fjør framførdi
leikin ”Eg taki tína hond í
mína”, og í heyst er ætlanin
at seta leikin ”The Laramie
Projekt”, ein ameriskur leikur
um samkynt, upp í Føroyum.
Bæði Marita og Olaf Johann
esen eru freelance sjónleik
arar. Tað merkir m.a., at tey
sjálvi kunnu gera av, hvørjar
leikir tey vilja spæla.
Marita: - Tá eg havi valt
at gerast sjónleikari, vil eg
eisini hava ávirkan á, hvat eg
vil spæla. Velji eg ein leik,
sum ikk i eydnast, so er tað
mín skyld, og so er tað í lagi.
Bert vil eg ikk i, at onnur skulu
skalta og valta við míni leiklist.
Kvinnuleikluturin í broyting
- Hvussu er kvinnuleikluturin í
2007?
- Tað er m.a. at hava starvs
breyt og føða børn. Sjálv fór
eg til arbeiðis góðan mánaða,
eftir at eg hevði átt yngsta
barnið. Tað var ov nógv av tí
góða, men eisini treytin fyri at
eg yvirhøvur kom í gongd, eftir
at eg hevði átt. Tað ber ikk i til
at hava familju og arbeiði, um
tú ikk i hevur ein partnara, sum
stuðlar teg.
Kvinnnuleikluturin er tó í
broyting í løtuni, og tað er
ótrúliga jaligt, at fleiri kvinnu
ligir leiðarar eru við at koma
sær fram. Tað sæst eisini
týðiliga í tí, at leikritahøvundar
skriva leikrit, har høvuðsleikar
in er kvinna.
Onnur minni góð broyting er,
at kvinnan leggur so so stórt
trýst á seg sjálva. Heimið skal
vera vakurt innrættað og rudd
iligt og børnini glað og snøgg:
Kravið til stiling hjá kvinnum
er eisini økt munandi. Í dag
brúkar kvinnar ein tíma og 12
minuttir meira dagliga upp á
sína útsjónd enn fyri 20 árum
síðani.
- Hvat heldur tú er tað
fullkomna í tínari verð?
- Tað er eitt samfelag, har
vit liva í friði og við virðing
fyri hvør øðrum, har kvinnur
og menn seta sær dreym
ar fyri framtíðina, og ikk i
krevja nakað av øðrum, sum
viðkomandi ikk i kann identi
fisera seg við, sigur Marita
Dalsgaard.
arbeiði fyri uttan
Seyðahundakapping á Viðareiði
Leygardagin 10. mars verður seyðahundakapping á Viðareiði. Hetta er triðja
árið, at kappingin verður á hildin á Viðareiði. Hetta er eisini nakað nýtt sum so í
Norðoyggjum.
Kappingin verður í klassa 1, 2 og klassa 3. Í klassa 1 eru teir yngstu hundarnir.
Í klassa 2 eru teir hundarnir, ið eru komnir nakað væl longri. Í klassa 3 eru so teir
bestu hundarnir í landinum og avstandurin, ið teir verða sendir er umleið 400
metrar.
Byrjað verður um morgunin kl: 10, og tá byrja hundarnir í klassa 3, so tey, ið
ætla at síggja hesar hundarnar,
mugu verða á staðnum klokk an
10.
Kappingin verður eysturi á
Heiðum, har sum Nils Absalonsen
hevur fjós.
Steyp og heiðursmerkir verða
latin til nr. 1, 2 og 3 í hvørjum bólki.
Steypini og heiðursmerkini eru latin av Statoil. Tá kappingin er liðug, verða
steypini handað í gamla skúla á Viðareiði.
- Tað fullkomna samfelagið er eitt samfelag, har vit liva í friði og við
virðing fyri hvør øðrum, har kvinnur og menn seta sær dreymar fyri
framtíðina, og ikki krevja nakað av øðrum, sum viðkomandi ikki kann
identifisera seg við, sigur Marita Dalsgaard
Mynd: Jens Kristian Vang