Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 2. mars 2007 17 tíðindi ðis kommunu til at geva fólkinum í Eiðis kommunu ein valmøguleika, um alt tos um samanlegging ein dag endar við, at tvungin samanlegging kemur upp á tal. Vit vita jú ikki, hvat bíðar fyri framman, og vit vita heldur ikki, um samanleggingin verður sjálvboðin sum frá líður, sigur Anfinnur Kruse. Alfred og Poul Hann vísir á, at sambært løgtingslógini um sjálv­ bodna samanlegging halda landsins kosnu menn og kvinnur, at Eiðis kommuna er ein náttúrligur partur av Sunda kommunu. - Men her í kommununi eru tað nógvir borgarar sum halda, at vit eru ein nátt­úr­ ligur partur av Eysturoynni, leggur hann aftrat. Hann sigur, at tá ið málið eftir triðju viðgerð varð beint aftur í rættarnevnd­ ina, vóru umboð fyri bygdar­ráð­ið á fundi í rættar­ nevndini. - Vit vístu á svarskriv­ið, vit høvdu sent inn­lendis­ málaráðnum og hildu, at rættarnevndin á fundinum skilti okkara sjónarmið um valmøguleikar. Borgarstjórin í Eiðis kommunu heldur, at tað var sambandsmaðurin og for­ maðurin í rættarnevndini, Alfred Olsen, sum sveik fólkið í Eiðis kommunu í hesum máli – og umboð Fólkafloksins í rætt­ar­ nevndini, Poul Michelsen, møtti slett ikki upp, tá ið okkara umboð vóru á fundi við rættarnevndina. - Tað er nú einaferð so, at fólkafloksmaðurin, Heðin Zachariassen, eisini er borgarstjóri í Sunda kommunu, og tí hildu vit tað vera óheppið, at fólkafloksumboðið ikki møtti – uttan at skula leggja nógv meira í tann saman­ hangin, sigur Anfinnur Kruse. Spennandi tíð Vit spurdu eisini borgar­ stjóran í Eiðis kommunu, um hann metir, at tað eru limir í bygdaráðnum, sum telir sjey, ið eru fyri saman­ legging í løtuni. - Nei, eg meti ikki, at nakar av bygdaráðslimun­ um er fyri at leggja saman við aðrari kommunu í løtuni. Vit ganga eini spennandi tíð á møti í kommununi - við nýggjum og stórum barnagarði, sum verður liðugur um eitt ár, nýggjum fótbóltsvølli, sum verður lagdur í Hólmanum, nógvari sethúsabygging í kommununi, og haraftrat ætla vit okkum at útbyggja atløguviðurskiftini, sigur Anfinnur Kruse. – Eg haldi ikki, at fólk í Eiðis kommununi ganga og hugsa um samanlegging. Men verður tað so, at vit verða trýstir til samanlegging, hevur tað stóran týdning fyri okkum, at bygdaráðið fær møguleikan at samráða seg til tveir sáttmálar, sum fólk síðan kunnu taka støðu til á eini fólkaatkvøðu, sigur Anfinnur Kruse Mynd: Vilmund Jacobsen Gjørdi einki ólógligt Páll Ismarsson Joensen, lærari á Maskinmeistaraskúlan­ um, gjørdi einki ólógligt, tá hann í november í fjør sendi landsstýrismálanevndini tvey skjøl, sum hann hevði fingið úr mentamálaráðnum. Í desember sendi ein advokatur fútanum skriv um skjølini, tí navnið á varaskúlastjóranum stóð á teimum. Men tað var ikki ólógligt, hevur Páll Ismarsson Joensen nú fingið at vita í brævi frá Finn Ougaard, varafúta. Og fútin ger ikki meiri við málið. Koyra ov skjótt Hámarksferðin í tunlinum til brúnna um Oyrasund er 90 kilometrar um tíman, men kortini eru tað bilførarar, sum trýsta í meira lagi á speedaran, og í onkrum førum er ferðin hjá summum komin upp í 160 kilometrar um tíman. Løgreglan hevur fleiri ferðir gjørt ferðmátingar við endan á tunlinum, men ikki inni í sjálvum tunlinum, tí tað er ov vandamikið. Tí hevur leiðslan í tunnilsfelagnum nú gjørt av at seta sjálvvirkandi ferðmátarar í tunnilin. Í næstum fáa fólk í Eiðis kommunu nýggjan barnagarð, nýggjan fótbóltsvøll, og haraftrat verður atløgusíðan á Eiði útbygd við 80 metrum Eiði Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Lítil ivi man vera í, at tey, sum hava stjórnað Eiðis kommunu í nógv ár, hava gjørt eitt gott arbeiði. Kommunan er væl fyri fíggjarliga, samstundis sum hon er væl útbygd við at kalla øllum teimum fasilit­et­ um, sum ein sjálvstøðug kommuna eigur at hava. Vinnulívið trívist, og tað ger fólkið í kommununi eisini. Hvussu tað ber til, at komm­unan við einum av lægstu skattaprosentum í Føroyum er so væl fyri fíggjarliga, hóast nógvar og stórar útbyggingar og nýbyggingar, kunnu fólk av røttum spyrja. Hinvegin er tað eingin loyna, at longu í tíðini hjá Peturi Reinert við virkis-og skiparakstri vórðu lut­fals­ liga stórar inntøkur skaptar til bygdasamfelagið. Enn í dag er vælvirkandi vinna á Eiði, og framvegis eigur bygdin nógv og gott sjófólk – og eisini línu­ skiparar, ið tjena góðan »valuta«, sum eisini sæst aftur í kommunukassanum. Á Eiði er snotuligt eldra­ sambýli, sum kommunan læt byggja fyri ein lu­t­ falsliga lágan prís, og fyri fáum árum síðan varð skúlin útbygdur, samstundis sum fólkið í kommununi fekk ítróttarhøll. Ítrótturin trívist og nørist, og í næstum verður farið undir at byggja nýggjan fótbóltsvøll. Í vikuni er sáttmáli undir­ skrivaður um bygging av nýggjum stovni til 67 børn. Í stovninum verður bæði vøggu­stova, barnagarður og frítíðarskúli, og æltanin er, at stovnurin stendur lið­ ugur um ársskiftið 2007/2008. Tað er Fjarðahús, sum lev­erar barnagarðin, ið fer at kosta 7,6 miljónir krónur. Á Eiði halda tey seg fáa rættiliga nógv fyri pengarnar í hesi bygging, tí stovnurin verður latin kommununi lyklaklárur. Alt er nú klárt til hesa bygging. Økið er gjørt byggibúgvið, og stovnur­in verð­ur settur upp av element­um. Fjarðahús hevur leverað aðrar barnagarðar, eitt nú í Vestmanna og á Strondum. Á Eiði vænta tey, at eini 11 heiltíðarstørv verða á nýggja stovninum. Eiðis bygdaráð arbeiðir eis­ini við at byggja 80 metrar av nýggjari atløgu­ síðu, og havnanevndin í kommununi hevur fingið til uppgávu at kanna ymiskar prísir og fáa tilboð til vega. Ætlanin er at byggja 40 metrar av atløgusíðu undir Bátafisk og 40 metrar aftrat úr núverandi bryggjuni. Tørvur er á meira at­løgusíðu á Eiði, tí liggja tvey skip inni í senn, er einki bryggjupláss eftir. Nógv verður bygt í komm­ ununi, meira enn áður í nýggjari tíð. Trý raðhús liggja klár at seta upp á økinum omanfyri hotellið, sum AK-Byggi­ virki byggir og longu hevur selt, og onnur sethús eru eisini í gerð á Eiði. Trý sethús standa í gerð í Svínáum, og í Ljósáum verða eisini eini sethús bygd í løtuni. Ak-Byggivirki skal haraftrat byggja seks raðhús í Svínáum í næstum. Eiðis kommuna er eisini í holt við at útvega sær lendið til aðrar neyðugar út­stykk­ ingar í kommununi. Tað grør um gangandi fót