fríggjadagur 2. mars 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 • 2. - 4. mars 2007
Vikuskifti
16
Í september 2006 varð ein
túrur gjørdur til Grønlands
fyri teir sum róðu út við
bátum á Hvarvinum frá
síðst í 50-unum til seinna
partin av 60-unum. Tað
vóru Magnus Fuglø og
Jógvan Weihe í Havn, sum
báðir vóru við í hesi vinnu,
sum skipaðu fyri túrinum
Í 50- og 60-unum vóru
fleiri hundrað føroyingar í
Grønlandi, har teir róðu út við
bátum og høvdu sína inntøku
í hesum arbeiði. Hetta var ein
sermerkt tíð, og fleiri bøkur eru
skrivaðar um hesa vinnu.
Í fjør tóku tveir havnarmenn
stig til at fara yvir aftur til
Grønlands at vitja á nøkrum
av hesum støðum og minnast
á farnar dagar. Teir vóru
Magnus Fuglø og Jógvan
Weihe, sum báðir hava verið
við í hesi vinnu, sum skipaðu
fyri túrinum. Teir hava í mong
ár hava havt eitt ynski um at
koma aftur til Grønlands.
Endamálið við túrinum var at
vitja aftur á teimum støðum,
har útróðurin gekk fyri seg.
Skip, sum vóru við í hesi
vinnu í Grønlandi, vóru t.d.
skonnartirnar Tinganes,
Kongshavn, Hvítabjørn,
Atlantsfarið, Mars og Marité.
Magnus Fuglø sigur soleiðis
frá um túrin ”Vit settu okkum í
samband við ferðaskrivstovuna
í Nanortalik, har vit greiddu frá
ætlanum okkara við túrinum
og spurdu hvat tað kom at
kosta fyri 8 dagar. Svar kom
beinanvegin, har var eingin
trupulleiki. Vit fingu at vita,
hvussu nógv tað kostaði fyri
hvønn og tóku av tilboðnum.
Úr Vágum 5. september
Túrurin varð settur til 5.
september 2006. Vit settu eina
lýsing í bløðini, sum vit kallaðu
”aftur á slóðina”, har høvi
var at tekna seg til túrin. Um
ólavsøkumundið høvdu einir
átta mans teknað seg, men
tá so tíðin nærkaðist, til at vit
skuldu fara, komu fleiri avboð,
so vit vóru einans fimm mans
eftir. Vit tosaðu saman, um
vit skuldu fara, men tað varð
einmælt samtykt, at túrurin
skuldi fullførast.
5. september var farið úr
Vágum. Fyrst til Reykjavíkar,
har vit steðgaðu í ein
tíma, síðan varð flogið til
Narsarsuak í Suðurgrønlandi.
Tað tók umleið tveir tímar. Eftir
at vit høvdu gist í Narsarsuak,
fóru vit um morgunin við
tyrlu suður til Nanortalik,
umvegis Julianehåb. Túrurin
tók ein lítlan tíma. Tá vit
komu til Nanortalik, stóð
ein ferðaleiðari og tók ímóti
okkum. Vit vórðu koyrdir til
hotellið ”Tubilak”, har vit
vóru teir einastu gestirnir. Vit
skuldu eta á einum øðrum
hotelli ”Hotel Kap Farvel”.
Vit gingu í býnum og tóku
myndir og hugnaðu okkum.
Klokkan 8 morgunin eftir
skuldu vit sigla. Báturin,
sum var ein 30 tonsari, ið
var umbygdur til at sigla
við ferðafólki og var sera
væl útgjørdur við t.d. seks
koyggjum umborð. Veðrið var
av tí besta.
Tað tók okkum fimm tímar
at sigla til bygdina Appiladok,
sum er miðskeiðis í Prins
Kristians Sund. Har steðgaðu
vit í ein tíma. Síðan varð
aftur siglt í fimm tímar til
veðurstøðina Prins Kristians
Sund. Tá vit høvdu lagt at
bryggjuni, komu tveir mans
oman at taka ímóti okkum,
tað vísti seg at vera tveir
føroyingar, havnarmaðurin
Finnbogi Johannesen, sum
hevur arbeitt í útvarpinum, og
vágbingurin Trygvi Karlson,
ið hevur búð í nógv ár í
Nanortalik og hevur familju
har. Teir arbeiddu báðir á
radiostøðini í Prins Kristians
Sund.
Vit spurdu Finnboga,
hvussu nógv fólk arbeiddu á
radiostøðini í Prins Kristians
Sund. Hann segði, at teir vóru
bara fimm mans eftir, síðan alt
varð automatiserað. Seinast
eg var í Prins Kristian Sund
vóru 35 mans har. Tað var í
1960.
Tíðliga morgunin eftir, var
farið avstað. Fyrsta plássið
var ”Hylurin”, sum vit skuldu
fara til, tað tók okkum hálvan
tíma at sigla. Tað var ein løgin
kensla vit høvdu, tá vit komu
inn í ”Hylin” eftir 40 árum.
Vit steðgaðu eina løtu og
Aftur á slóðina
Hesir eru teir fimm, sum vóru við túrin í Grønlandi, f.v.: Magnus Fuglø, Hjalmar Petersen, Jógvan Weihe, Jógvan
Háskor og Bjarni Dalsgarð. Myndin er tikin í bowlinghøllini í Havn
Brimoyggin
Nanortalik
Veðurstøðin í Prins Kristians Sund. Sjálv radiostøðin er ovast
Ferðafrásøgn
Lagt til rættis:
Magnus Gunnarsson
blaðmaður
maggi@sosialurin.fo