fríggjadagur 2. mars 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 44 - 2. mars 2007
tíðindi
- Hampiligt veður
verður leygardagin,
men sunnukvøldið
kemur broyting í,
sigur veðurmaðurin,
Petur Skeel Jacobsen.
Veður
Snorri Brend
Hesar seinastu dagarnar
hevur hann ligið við kulda
og kava. Men nú verður
lýggjari aftur.
Eftir at hava granskað
veðurkortini sigur Petur
Skeel, at leygardagin
verður hampiligt veður og
nakað út á sunnudagin.
- Tað verður eisini eitt
sindur lýggjari – upp í
sjey stig, sigur hann.
Sunnukvøldið verður
hinvegin stormur av land
synningi við eini vindferð
upp á millum 20 og 25
metrar um sekundið. Tað
verður haraftrat regn og
upp í eini 8 stig.
Mánadagin minkar hann
vindin nakað av landsynn
ingi og suðri. Tað verður
uppaftur lýggjari og æla
veður.
Týsdagin og mikudagin
verður hvassur vindur við
somu ættum, við regni og
ælingi.
- Hitin fer at liggja mill
um 6 og 10 stig, sigur
Petur Skeel.
Krevja samleikaprógv
Fólk, sum ferðast við flogfari innanlands í Noregi, skulu nú vísa samleikaprógv, áðrenn
tey slepp a umborð á flogfarið. Reglurnar komu í gildi í gjár. Tað er kortini ikki neyðugt
at hava passið upp i á sær, tí eftirlitið góðtekur eisini koyrikort ella annað samleikaprógv,
sum hevur mynd og føðingardag. Børn, sum ferðast við foreldrunum, nýtast ikki hava
samleikaprógv, men ferðast tey einsamøll, skulu tey hava prógv upp i á sær.
Nøgdir danir
Ein stór evropeisk kanning vísir, at av øllum evropearum eru danir teir, sum eru best
nøgdir við sítt arbeiði. Heili 93,4 prosent av teimum spurdu dønunum svaraðu, at teir
vóru nøgdir ella sera væl nøgdir við arbeiðið. Men samstundis vísir kanningin, at danir
eru teir mest strongdu í Evropa. Í hesum er lítil munur á dønum og øðrum
norðurlendingum, men kanningin avdúkar, at danir eru teir einastu, sum eru líka
strongdir nú sum í 2005.
Tað er ein
kvalifiseraður áhugi
fyri stjórastarvinum
til Stórustjørn
verkætlanina. Nógvir
fyrispurningar eru
komnir, men Anfinn
V. Hansen, advokatur,
fær ikki sagt, um tey
hava fingið nakra
ítøkiliga umsókn.
– Alt fyri gongur í
trúnaði, sigur hann
STÓRATJØRN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
23. februar stóð lýsing í
bløðunum, har lýst var eftir
stjóra til verkætlanina Stóru
tjørn. Einum stjóra, sum
skal hava ábyrgdina av
dagligu leiðsluni og sam
skipa tey ymsu viðurskift
ini, meðan byggibúningin
og byggingin fer fram.
– Tað er ein kvalifiseraður
áhugi, sigur Anfinn V.
Hansen, advokatur og
formidlari av sambandinum
millum umsøkjarar og
fólkini handan Stórutjørn
verkætlanini.
Hann minnir á, at freistin
at søkja ikki er farin enn.
Tað er 16. mars kl. 16.00.
– Men higartil hava vit
fingið nógvar fyrispurning
ar, sigur hann.
Anfinn V. Hansen ynskir
ikki at svara spurninginum,
um teir hava fingið nakra
ítøkiliga umsókn frá nøkr
um.
– Tað fyrigongur alt í
trúnaði, so tað fái eg ikki
sva ra fyri, sigur Anfinn V.
Hansen.
Hann leggur so aftrat, at
fólk, ið vanliga søkja størv
sum hesi, sita ofta í høgum
sessum frammanundan.
Um hetta so merkir, at tey
hava fingið onkra umsókn
frá einum persóni, sum í løt
uni situr í einum prominen
tum stjórastarvið, sigur
søgan einki um, tí alt fyri
gongur í trúnaði, sum
Anfinn V. Hansen sigur.
Spurdur um hann fær
sagt nakað um, hvørt møgu
ligar umsóknir eru føroysk
ar ella útlendskar, svarar
Anfinn V. Hansen, at eitt av
berandi orðunum í allari
verkætlanini hjá Jákup á
Dul er “føroyskt”, og sum
skilst á Anfinni V. Hansen,
so er hetta eisini galdandi,
tá teir nú lýsa eftir stjóra.
Stóratjørn:
Nógvir fyrispurningar til stjórastarvið
Sambært Anfinn V. Hansen, advokati, er tað ein kvalifiseraður áhugi fyri stjórastarvinum í Stórutjørn verkætlanini hjá Jákup á
Dul Jacobsen
Millum 18 og 20
tinglimir hava
skrivað undir eina
áheitan, um at gera
nýggja tinghúsið
fullkomiliga roykfrítt.
– Vit eiga at vera
ein fyrimynd, tá vit
samtykkja lógir at
galda fyri onnur,
sigur Jenis av Rana
POLITIKKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Farna hósdag handaði Jenis
av Rana løgtingsskrivstov
uni eina áheitan. Eina skriv
undirskrivað av millum 18
og 20 tingmonnum, sum
heita á formansskapin í ting
inum, um at geva loyvi til
at roykja í nýggja løgtings
húsinum.
– Vit eiga at vera ein fyri
mynd, tá vit samtykkja lógir
at galda fyri onnur, sigur
Jenis av Rana, løgtingslim
ur,sum handaði løgtings
skrivstovuni skjalið við
undirskriftunum á, og ein
um skrivi sum leggur upp
til, at løgtingið eigur at vera
ein fyrimynd fyri onnur.
Jenis av Rana minnist
ikki tað neyva talið, men
sigur, at tað vóru millum
18 og 20 tinglimir, sum
skrivaðu undir.
– Eg gekk tvær ferðir
runt við skrivinum, og tá
vó ru ikki øll til staðar, so
talið kundi væl verið hægri,
metir Jenis av Rana, sum er
væl nøgdur við talið av und
irskriftum, sum eisini telur
nakrar landsstýrismenn.
Spurdur um, hví hann
ikki heldur leggur upp skot
fyri tingið, um at fáa løg
tingshúsið roykfrítt, so svar
ar Jenis av Rana við at siga,
at tað metir hann vera
óneyðugt.
– Tað er langt úti, og eig
ur at vera óneyðugt. Vit roy
na heldur hetta fyrst, sigur
Jenis av Rana, sum nú bíðar
spentur eftir, hvat formans
skapurin fer at gera við
áheitanina.
Bygginevndin sam
tykti roykirúm
Edmund Joensen hevur ikki
sjálvur sæð áheitanina frá
Jenis av Rana og fleiri øðr
um tinglimum, um at fáa
tinghúsið fullkomiliga royk
frítt.
– Men hevur formans
skapurin fingið eina áheit
an, so fara vit sjálvandi at
taka hana upp til viðgerðar,
sigur Edmund Joensen.
Tá tað er sagt, so minnir
løgtingsformaðurin á, at
tað er ein breið bygginevnd,
umboðandi allar flokkar,
sum hevur avgjørt hvussu
tingið skal innrættast, og
harvið eisini verið við at
avgjørt, at eitt roykirúm
upp á 20 fermetrar skal
ve ra í nýggja tinghúsinum.
– Venda vit tingunum á
høvdið, so kunnu vit siga,
at løgtingshúsið er um 3000
fermetrar stórt, og av teim
um eru næstan allir roykfrí
ir. Tað eru bara tjúgu fer
metrar, sum ikki eru tað, og
í so máta hava tey, sum ikki
vilja órógvast av royki,
ongantíð havt so góðar
umstøður sum nú, sigur
Edmund Joensen.
Edmund Joensen roknar
við, at tað verður á komandi
fundi hjá formansskapinum,
sum verður í næstum, at
áheitanin verður viðgjørd.
Stórur meiriluti fyri
roykfríum tinghúsið
Stormur
sunnukvøldið
- Vindur og regn fyrst
í komandi viku, lovar
Petur Skeel