fríggjadagur 2. mars 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 • 2. - 4. mars 2007
Vikuskifti 17
tóku myndir, so var farið út
til ”Brimoynna”, har vit ofta
høvdu fiskað. Vit royndu at
koyra snelluna niður, men har
var steindeytt. Málað á steinar
og klettar
Har sást ikki eitt fuglabein,
tað var steinoyði. So varð farið
til ”Grýluvíkina”, har var eisini
steindeytt, so varð siglt til
”Vatnhavnina”, tað tók einar
40 min. at sigla. Tá vit komu
inn í ”Vatnhavnina”, fóru vit
at leita eftir nøvnunum, sum
skipsmanningar høvdu málað
á steinar og klettar. Vit kunnu
siga tað soleiðis, at fleiri
av skipanøvnunum vóru líka
klár, sum um tey vóru málað
í gjárkvøldið. ”Sjálvur sigldi
eg fleiri ár við Tinganesi, vit
høvdu málað navnið á ein
klett, tað var so púra klárt”,
sigur Magnus Fuglø.
So var farið víðari gjøgnum
Tunafjørðin. Tað var har,
sum Tinganes sakk í 1963,
tann 8. september kl. 16.25
grønlendska tíð. Eg minnist
tað væl, tí eg var stýrimaður
tann túrin. Løgið sum tað er, so
var tað dagsdato 43 ár seinni,
at vit sigldu í Tunafjørðinum,
sigur Magnus Fuglø.
Vit fóru síðan vestur til
”Kapphavnina”, umvegis
kirkjugarðsrúgvuna og
kirkjugarðsnesið. Vit komu so
inn í ”Kapphavnina”, men tá
var vindurin vorðin so nógvur,
at ikki slapst í land, so vit
tóku myndir av støðunum, har
føroyingarnir høvdu húsast.
Føroyingar sum høvdu róið
høvdu ró út har fyrst í 60
árunum.
Vit sóu eisini ein stórhval,
sum lá og spældi sær á víkini,
hann var deyðaspakur, so vit
tóku nakrar myndir av honum.
Grønlendarin, sum førdi
bátin, helt, at nú var túrurin
liðugur, og myrkur fór at koma
á okkum. Nógvur ísur og
vindur var, so fóru til bygdina
Appiladok og lógu har fyri
náttina.
Næsta morgun var farið
norður til Nanortalik. Vit vóru
har um middagin leygardagin.
Vit høvdu tá siglt 210
fjórðingar í 30 tímar.
Kl. 10 sunnumorgun var farið
í kirkju, tað vísti seg eisini at
vera barnadópur. Tað var sera
hugnaligt. Tað er ein fastur
siður, at tá kirkjugangurin er
liðugur, koma mammurnar
við børnunum út á trappuna.
Har stillaðu tær seg upp til
myndatøku. Tað tók einar 10
minuttir. Har bleiv filmað og
blitsa úr øllum ættum.
Aftaná døgurðan fóru vit
á eitt savn - teir høvdu eitt
væl útbygt savn. Har sóu vit
konubátar, kajakkir og annað,
sum teir høvdu lívbjargað sær
við. Annars vóru fleiri smá
hús, sum savnslutir vóru í. Um
kvøldið kom ferðaleiðarin á
hotellið og segði, at vit skuldu
flúgva kl. 10 næsta morgun, so
vit skuldu koma á skrivstovuna
kl. 9 og avrokna.
Vitjaðu í Brøttulíð
Næsta morgun varð flogið
til Narsarsuak umvegis
Julianehåb. Vit tosaðu um at
gera ein túr yvir á Brøttulið at
hyggja eftir víkingaútgrevstri.
Har hevði verið eitt stórt
minningarhald í 2000. Har var
gjørt nógv burturúr. Vit tosaðu
við ein fransmann, sum hevði
fingist við ferðafólkasigling
í nógv ár har, um at sigla
okkum yvir um fjørðin. Tað
var gamaní. Morgunin eftir
kl. 10 var farið avstað, tað
tók hálvan tíma at sigla yvir
um fjørðin har Brattalíð var.
Tá vit nærkaðust bryggjuni,
hoyrdu vit nógvan gang. Tað
var ungdómurin í bygdini,
sum stóð við fløggum og
veittraðu. Eg segði við Jógvan
Weihe, at tað er vorin sum
móttøka vit fáa. Tað vísti seg,
at ein speedbátur var komin
at bryggjuni, og umborð var
ein drongur úr bygdini, sum
var blivin grønlandsmeistari
í trimum ítróttargreinunum.
Sjálvandi heilsaðu vit eisini
upp á hann. Síðan var farið
út í Brøttulíð, har sat ein
ferðaleiðari og bíðaði eftir
okkum.
Á einum kletti stóð ein stór
standmynd av Eiriki Reyða.
Tað var ógvuliga áhugavert
at hoyra hesa ungu damuna
greiða frá, hvussu víkingarnir
høvdu búleikast har (hon
dugdi væl at tosa føroyskt,
hevði bert einaferð verið í
Føroyum). Annars skuldu vit
sigla yvirumaftur kl. 12. Vit
skuldu flúgva kl. 18 til Íslands
og yvirnátta har. Seint um
kvøldið til Reykjavíkar og búðu
á Sjómansheiminum Ørkini.
Næsta morgun fóru vit til
Bláa Lónið, har høvdu vit
ongantíð verið áður. Kl. 18
bleiv so flogið heimaftur til
Føroyuar eftir ein ógloymandi
túr, sigur Magnus Fuglø.
Skipsmanningarnar høvdu málað á steinar og klettar.Vit síggja nøvn sum t.d.
Columbus og Tinganes
Tunafjørður. Her sakk Tinganes í 1963
Nakrir av manningini á ”Tinganes” f.v.: Alex Hansen, Tórshavn, Magnus
Fuglø, Klaksvík, Virgar Poulsen, Tórshavn, Amariel Norðoy, Klaksvík, Jonhard
Poulsen, Klaksvík, og Christian Lydersen, Klaksvík. Sitandi frammanfyri f.v.:
Solberg Fornagarð, Fuglafjørður, og Julius Løkságarð, Klaksvík. Myndin er
tikin í 1960.
”Tinganes” í Fiskemesterens Havn