Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 44 - 2. mars 2007 - Tapa vit ímóti Kyndli, so er møguleikin fyri einum finalu­plássi rokin, so vit mugu bara kempa við øllum tí, sum vit eiga. Gert Hansen, KÍF ítróttur SAMBAND jákup mørk jákup@sosialurin.fo tlf 341800 VÍF-H71: Vest­menn­ ingar kunnu tryggja finalu­plássið Um úrslitini laga seg eftir vild, so kann VÍF tryggja sær plássið í FM-finaluni, tá teir taka ímóti H71 í Atlantic Airways deildini sunnudagin UPPTAKT Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo VÍF hevur verið greitt oddalið í at kalla alla kappingina í bestu mansdeildini í hond­bólti, men síðstu dystirnar hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá sigursvanda liðnum úr Vestmanna. Teir eru enn á odda í bestu mansdildini, men munurin niður til Kyndil er nú bert eitt stig. Sunnudagin taka teir ímóti botnliðnum, H71, og vinnur VÍF henda dystin, so eru teir næstan heilt vísir í einum finaluplássi. Einki er at ivast í, at VÍF er stórfavorittur at vinna dystin sunnu­dag­ in. Gongdin hjá gest­ unum úr Hoyvík hevur nevniliga ikki verið nakað serliga góð í enda­spælinum, og seinast hesi bæði liðini møttust, vann VÍF ein tryggan 10 mála sigur í Hoyvíkshøllini. Við eitt sindur av hepni kann VÍF eisini endaliga tryggja sær sætið í FM-finaluni. Um hini úrslitini laga seg til fyrimuns fyri VÍF, so kann munurin niður til liðið á triðja plássi gerast fimm stig undan síðstu tveimum dystunum, og so er VÍF í finaluni. Til hetta krevst tó, at Kyndil vinnur á KÍF, og Neistin vinnur á StÍF. Høgni Klein er ivasamur til toppdystin í Atlantic Airways deildini hjá monnum, tá Kyndil tekur ímóti KÍF. Her hava bæði liðini brúk fyri einum sigri í teirra royndum at røkka finaluni UPPTAKT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Mest spennandi dysturin hetta vikuskiftið í bestu mansdeildini í hondbólti verður uttan iva í høllini á Hálsi, har nummar tvey og nummar trý bresta saman. Her tekur Kyndil nevniliga ímóti KÍF, og setningurin er greiður hjá báðum liðunum. Einki annað enn ein sigur kann brúkast í hesum dyst­ inum, um liðini ætla sær at vera partur av finaluni um meistaraheitið. Kyndil og KÍF eru eisini formsterkastu liðini í endaspælinum í Atlantic Airways deildini, og av fyrstu sjey dystunum hava bæði liðini ognað sær 11 stig. Hetta hevur ført við sær, at júst hesi bæði liðini nú liggja og kappast um annað plássið í lands­kapp­ ingini, sum gevur atgongd til finaluna. Í løtuni er Kyndil tvey stig undan kollfirðingum, men vinnur KÍF dystin, so er púra javnt ímillum liðini bæði. Ivamál um Høgna Gongdin hjá Kyndli hevur verið sera góð síðstu dystirnar. Teir taptu tann fyrsta dystin í endaspælinum, men síðani tá hevur bert gingið rætta vegin. Í síðstu seks royndunum hava teir vunnið fimm ferðir og spælt ein dyst javnan, so gongdin hevur verið avbera góð. Síðsta dyst var Hans Áki Dal Christiansen ikki við á kyndilsliðnum, og enn einaferð má Kyndil vera onkran av teirra leikarum fyriuttan, sigur Hjalti Jacobsen. - Tað er heilt sikkurt, at Ragnar Stakksund ikki verður við ímóti KÍF. Harafturat hevur Høgni Klein ein skaða í hondina, so ivasamt er, um hann verður tøkur til dystin. Annars er hetta ein sera týðandi dystur, sum skal vinnast. Vit skulu bara royna at finna spælið fram, sum vit hava víst síðstu dystirnar, so skal tað nokk ganga. Hjá kollfirðingum hevur gongdin eisini verið góð í endaspælinum. 11 stig av 14 møguligum er úrtøkan, og hetta hevur ført teir heilt fram í oddin. Síðsta viku­ skiftið vunnu teir eisini á odda­liðnum, VÍF, í Vest­ manna, so sjálvsálitið er gott hjá KÍF-leikarunum. Hjá kollfirðingum eru allir mans tøkir til dystin, og Gert Hansen sigur, at dysturin ímóti Kyndli má vinnast. - Í løtuni eru vit tvey stig aftanfyri Kyndil, og tí mugu vit vinna dystin sunnudagin. Tapa vit, so er møguleikin fyri einum finaluplássi rokin, so vit mugu bara kempa við øllum tí, sum vit eiga. Kyndil-KÍF: Toppdystur á Hálsi Strandingar mugu vinna dystin ímóti Neistanum í Atlantic Airways deildini hjá monnum, um teir ætla sær at halda fast um vónirnar at røkka einum finaluplássi UPPTAKT Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo StÍF er eitt av liðunum, sum stríðist fyri einum plássið í finaluni um meistaraheitið. Í løtuni liggja teir javnir í stigum við KÍF á triðja plássi, og munurin upp til Kyndil á øðrum plássi er bert tvey stig. Sunnudagin møta teir Neistanum, sum enn hevur ein lítlan møguleika at koma upp á annað plássið. Dysturin verður í høllini á Skála, og um StÍF skal halda fast um vónina at røkka einum finaluplássi, so skal hesin dysturin vinnast. Gongdin hjá strandingum hevur ikki veið tann besta í endaspælinum. Teir hava væl at merkja vunnið Coca Cola-kappingina, men í landskappingini hevur verið so sum so. Teir hava vunnið tríggjar dystir og tapt fýra, og tí hava teir eisini mist annað plássið til Kyndil. Hjá Neistanum hevur heldur ikki hilnast so væl. Teir hava fingið fimm stig av 14 møguligum, og hetta ger, at teir hava heili fýra stig upp til Kyndil á øðrum plássi. Tað vil siga, at nógv skal ganga upp hjá Neistanum, um teir skulu enda í FM-finaluni. StÍF hevur takið á Neistanum Einki er at ivast í, at strand­ ingar mugu taka til takkar við rolluni at vera favorittar til dystin. Ikki tí, stigatalvan vísir, at munurin á liðunum er ikki tann stóri, men í teimum trimum dystunum, sum liðini hava spælt hetta kappingarárið, hava strand­ ingar vunnið teir allar. Í grundspælinum møttust liðini tvær ferðir, og í báðum førunum eydnaðist strandingum at draga sigurin í land síðstu løtuna. Teir vunnu nevniliga báðar dystirnar við einum máli, so munurin hevur ikki verið tann stóri á liðunum. Tey hava tó eisini møtt hvørj­um øðrum einaferð í enda­spælinum, og eisini hesaferð megnaði StÍF at vinna. Enn einaferð vunnu teir ein tepran eitt mála sigur, so nú er spurningurin, um teir enn einaferð fara at vinna ein dyst ímóti Neist­ anum við einum máli. Hetta fer bert tíðin at vísa, men eingin ivi skal vera um, at Neistin ætlar at spæla sín møguleika í dystinum á Skála. StÍF-Neistin: StÍF skal vinna dystin Bæði Kyndil og KÍF hava brúk fyri einum sigri, tá liðini møtast í toppdysti í høllini á Hálsi sunnudagin.