fríggjadagur 2. mars 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 • 2. - 4. mars 2007
Vikuskifti
18
Flokkurin hevði boðið foreldrum,
systkjum o.ø. í familjuni til
frumframførsluna – eini 80 fólk fingu
eina heilt serliga uppliving. Øll áttu
onkran av teirra kæru á pallinum ella
aftanfyri leiktjøldini.
Ljós á halanum
Beint fyri klokkan átta bleiv stilt í
salinum. Rúmið fyltist við spenningi.
Pallurin stóð einsamallur og
himmalhøgi fossurin við bláa vatninum
dundi niður í Heljareygað aftanfyri
stóru træbrúnna. Fram trein Hjørtur,
frásøgumaðurin, og greiddi okkum frá
nøkrum hendingum, ið sangleikurin fór
at vísa.
Úr Heljareyga kom so Nykurin. Hetta
skepilsið er ein blandingur av djórum
og talar sum eitt menniskja. Sjálvur
sang Nykurin – Benjamin - hann hevði
etið mangt sjósílið reyða í Heljareyga.
Nykurin er sjáldsamur og hevur ljós á
halanum.
Fram við ánni og kring Heljareygað
fer allur leikurin fram. Tveir klettar
hvørjumegin áarbakkan og ein
sjarmerandi brúgv eru litføgru
leiktjøldini saman við blánandi
fossinum, ið ber heilt upp í tað ókenda
– lærarin Marita gjørdi leiktjøldini.
Tann fyrsti at práta við Nykin er
smádrongurin Ragnar - Rúni - ið
gongur við sínari kornett og smáspælir.
Ein úrmælingur á trompetini – Frits
gjørdi løgini. So við og við var allur
skúlaflokkurin í leikinum. Hesi frálíku
børn við ymiskum evnum spældu og
sungu av hjarta.
Samrøðurnar og sangirnir í leikinum
eru millum børnini og foreldrini – og
í fleiri førum millum tann av Nykinum
úrvalda kornettleikaran og Nykin.
Samrøðurnar eru ein blandingur út
hægsta móta og nútímans hentleikum
og hendingum.
Í leikinum fer prátið víða og nevna
tey Agenda 21, pizza, happing,
Liverpool og føroysku heimaliðini,
um Nykurin mundi hava skorað við
B68, tá ið hann búði í Toftavatni og so
ferðast hugurin 200 ár aftur til føðing
Nyksins – og nú eri eg hálvgamal og
einsamallur eftir av familjuni, segði
Nykurin einaferð. Eitt heljareyga er
innanfyri blotan norðuri á Hellunum. Vit
sita eftir við eini kenslu av, at kanska
er Nykurin har í dag og hvílir seg til
næstu sýning.
Ósjónligur Nykur
Av tí, at bert útvald hava sæð Nykin í
veruleikanum, so var Nykurin heldur
ikki sjónligur fyri øllum í leikinum.
Foreldrini í leikinum síggja ikki Nykin,
og hann valdi sær álitisfólk at sýna seg
fyri – tað neyva svarið uppá upprunan
og orsøkina til, at Nykurin er millum
okkara fáa vit ikki. Leikurin letur okkum
sita eftir við eini kenslu av, at soleiðis
hevur tað altíð verið og soleiðis eigur
tað at vera.
Leikararnir komu í leikin so við og
við. Duris Anna – Ragna – bað børnini
kom heim. Hon sang fyri teimum.
Klettamurran - Annika – og Duri
Sanna sungu aftur seinni, Vár – Elisa
- sang ein sang og so komu tey á
pallin hvørt eftir anna – Jóhan, Leivur,
Jónfríð, Jákup, Durita, Magni, Pauline,
Beinta og Amanda - øll við glaðum og
stuttligum leiki og sangi.
Hugfarsligt at vera áhoyrari og kenna
seg sum ein part av hesum heimsins
8. undurverki. Tey spældu og sungu
fyri okkum í nærum hálvanannan
tíma. Næmingarnir Tórfríður, Eyðstein
og Jákup gjørdu sjálvir pallin og
skipaðu ljóðið og ljósið saman við
ljóðmanninum í Mentanarhúsinum.
At okkara góði gamli Frits hevur gjørt
hetta megnarverk av berum listarhuga
er honum til rós. Marjun og Eyð hava
leikstjórnað saman við honum. Stóran
part av síni frítíð hava næmingarnir
nýtt at terpa tekstir og løg, at venja
og syngja. Onkur okkara kendi bæði
løg og tekstir aftur í leikinum, tí
Frits hevur verið dagligur gestur í
fløguspælaranum heima teir seinastu
mánaðirnar.
Tónleikararnir hava vant fyri seg
og saman við leikarunum – og so
seint sum føstulávintskvøld, segði
basspælarin mær, sá tað onki út, tí
leikararnir høvdu ongan hug at venja
meira; tey vildu sleppa at ganga grýlu
uppi í bygdini. Leikurin var tá allur ein
hurlivasi. Men seinasta vikan hevur
alt í alt verið ein sera lærurík vika, tí í
gjárkvøldið bleiv leikurin sýndur í fullari
longd uttan steðg.
Eftir frumsýningina buðu
næmingarnir Fritsi at koma upp á
pallin og handaðu honum eina gávu
og ein heimagjørdan málning av
Heljareyga. Eyguni í honum leikaðu
eftir málninginum og takkaði Frits
hjartaliga fyri gávuna, sum skuldi
fáa heiðurspláss í heiminum hjá sær.
Stórur rómur og nógv smíl.
Vit fóru glað og rík heim – Nykurin er
ikki so galin fýrur kortini, hugsaðu vit.
Hugaheimin fara
Leikurin varð sýndur 5 ferðir fyri
almenninginum – nærum 500 fólk
sóu leikin - og í øllum førum tveir
avbygdaskúlar hava harafturat biðið
um pláss at síggja leikin í skúlatíð.
Leikurin vísir okkum eina frálíka
mynd av, hvussu rúmar ræsur
fólkaskúlin hevur at virka undir, um
bert umstøðurnar loyva, at lærarar og
næmingar fáa høvi at arbeiða við slíum
verkætlanum.
Um næmingarnir fara at ferðast við
leikinum hava vit onki hoyrt um, men
tað hevði heilt víst verið ein gleði hjá
øllum, ið tíma at koma til sjónleik, um
enn fleiri fingu høvi at sita undir hesum
leiki og lata hugaheimin fara við sær
eina løtu.
Nykur við ljósi á halanum
Leikarar og fyriskiparar
Duris
Jóhan Christensen
Nykurin Benjamin Simonsen
Ragnar Rúni Hentze
Duris Anna
Ragna í Lambanum
Klettur
Leivur Joensen
Klettamurran
Annika Petersen
Sofus
Jónfríð Hansen
Ólavur
Jákup Eliassen
Ása
Durita Hansen
Niels
Magni Hansen
Lív
Pauline Kjærbo
Gunnvá Beinta Nolsøe Olsen
Rúna
Amanda Petersen
Vár
Elisa Fríðfljóð
Petersen
Frásøgufólk
Hjørtur á Fløtti
Pallsmíð Eyðstein Cornette,
Tórfríður Berjastein
og
Jákup Eliassen
Tjøld
Marita
Sigurðdardóttir
Leikstjórnað
Marjun Djurhuus og
Eyð Matras
Tónleikarar
Rói Eliasen, klaver,
Jónsvein Poulsen,
bass og
Tórhallur
Justinussen, guitar
Eyka
Vár Næs og Martin
Petersen
Tekstur, løg og
lagt til rættis
Frits Johannesen
Eitt av løgunum hevur Ólavur Haugur
Símunarsson smíðað
Ummæli:
Orð & myndir: Kristian Martin Petersen, Fuglafjørður
Fyrst og fremst er tað
keðiligt, at avrikini hjá VÍF
skulu verða so svingandi.
HSF hevur ikki havt
fíggjarligu orkuna til at
senda landslið til altjóða
kappingar, men tað er
neyðug at fara út í heim
at spæla hondbólt fyri
at menna seg. Eisini um
tað hevur við sær onkrar
lúsingar á vegnum.