Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 44 - 2. mars 2007 ] Drogba bestur í Afrika Drogba hevur í heyst sagt, at hann ætlar at gerast besti málskjútti í Premier League í Onglandi í ár, men longu nú hevur hann vunnið ein annan heiður.Chelsea framherjin vann nevniliga atkvøðugreiðsluna, tá besti afrikanski spælarin skuldi finnast í gjár. Nummar tvey gjørdist Barcelona áleyparin, Samuel Eto’o, meðan liðfelagin hjá Drogba, Michael Essien, endaði á triðja plássi. Eto’o hevur annars vunnið heiðurin seinastu trý árini, men nú hevur Drogba also sent hann niður á annað plássið. Suðuroyarkapping í fótbólti Komandi vikuskifti fara VB/Sumba, TB, B71 og Skála at kappast í nýggjari kapping. Hóast tað er ein mánaður eftir, áðrenn fótbóltslandskappingin byrjar, liggur fótbólturin ikki heilt stillur. Leygardagin skipar VB/Sumba á fyrsta sinni fyri nýggjari Suðuroyarkapping, har TB, B71 og Skála koma til Vágs at kappast. Lutakast hevur verið um dystirnar, og spæla B71 og Skála klokkan 14, meðan TB og VB/Sumba spæla klokkan 16. Sunnudagin verður dystur um triðja plássið klokkan 12.30, og klokkan 14.30 verður so finaludysturin á skránni. KÍF vann 1. deild hjá kvinnum í flogbólti í gjárkvøldið, tá tær vunnu 3-0 ímóti Fleyr í Gundadalshøllini. Kvinnuliðið hjá KÍF megnaði enntá at vinna allar sínar dystir uttan at tapa eitt einasta sett FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lagt var upp til ein spennandi dyst í Gundadalshøllini í gjárkvøldið, tá Fleyr tók ímóti KÍF í 1. deild hjá kvinnum í flogbólti. Undan dystinum lá KÍF á odda í deildini, meðan Fleyr lá á øðrum plássi bert tvey stig aftanfyri. Tað var tó longu greitt undan dystinum, at KÍF hevði vunnið 1. deild, tí áðrenn dystin ímóti Fleyr høvdu tær vunnið allar sínar dystir 3-0, so sjálvt um Fleyr skuldi vunnið henda dystin 3-0, so høvdu tær allíkavæl enda aftanfyri KÍF. KÍF vann alt Best kvinnuliðið hjá Fleyr hevur ligið í næstbestu deildini í nøkur ár. Tær hava stríðst við at koma uppaftur í bestu deildina, men í fleiri umførum hava tær verið júst ov stuttar. Í ár hava tær tó fingið sera harða mótstøðu frá næstbesta liðnum hjá KÍF, og tá liðini møttust í Gundadalshøllini í gjárkvøldið, lat KÍF ongan iva vera um, hvat var tað betra av liðunum. KÍF vann nevniliga enn einaferð 3-0, og sostatt megnaðu tær at spæla eitt heilt kappingarár uttan at tapa eitt einasta sett í næstbestu kvinnudeildini. Hetta hevur fært við sær, at KÍF eftir 10 dystir hevur 20 stig, og settmunurin er 30-0. Tað vil siga, at KÍF er vinnari at 1. deild hjá kvinnum, meðan Fleyr endar á øðrum plássi, men av tí at KÍF hevur eitt lið í meistaradeildini, so er líkt til, at Fleyr skal spæla ein upp- og niðurflytingardyst ímóti besta kvinnuliðnum hjá Mjølni, sum endar á aftasta plássi í meist­ara­ deildini hjá kvinnum. Triðbesta mansliðið hjá VÍF hevur vunnið 2. deild í ár, og teir hava ikki tapt ein dyst í hesi deildini í samfull trý ár HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Veteranarnir hjá VÍF eru uttan iva millum mest sigurs­vandu lið í føroyskum ítrótti. Flestu teirra hava verið við til at vinna hópa­ tals FM-heiti í mans­hond­ bólti, og tó at ferðin í dag er meira rólig, so er vinn­ araviljin enn tann sami. So­leiðis vann liðið aftur í ár kappingina í trið bestu mansdeildini, og triðja árið í slag fór liðið ósigrað gjøgnum kappingina. Tí er einki at siga til, at sigurs­ rómurin var stórur, tá teir fyri tveimum vikum síðani kundu staðfesta støðuna sum sterkastu veteranarnir í landinum við sigri á Team Klaksvík, sum tó fekk eitt blómutyssi við sær á leiðini upp í fyrstu deild. v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Stjørnan 7 7 - 0 - 0 383 295 88 20 2 Neistin 7 5 - 0 - 2 395 336 59 17 3 VB 8 3 - 1 - 4 395 395 0 11 4 StÍF 7 1 - 2 - 4 326 408 -82 6 5 Kyndil 7 0 - 1 - 6 340 405 -65 3 Atlantic Airways-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 VÍF 7 3 - 1 - 3 518 475 43 16 2 Kyndil 7 5 - 1 - 1 500 470 30 15 3 StÍF 7 3 - 0 - 4 458 453 5 13 4 KÍF 7 4 - 2 - 1 451 467 -16 13 5 Neistin 7 2 - 1 - 4 509 496 13 11 6 H71 7 1 - 1 - 5 459 534 -75 6 Flogbóltsstøður Meistaradeild kvinnur v t d v - t sett sett +/- stig 1 ÍF 18 13 - 5 45 31 14 19 2 SÍ 17 11 - 6 39 28 11 16 3 Dráttur 18 11 - 7 42 34 8 15 4 KÍF 18 7 - 11 35 38 -3 12 5 TB 17 8 - 9 32 29 3 10 6 Mjølnir 18 3 - 15 16 49 -33 2 Toppskjúttar í hondbólti Atlantic Airways kappingin: Finnur Hansson StÍF 135 Damir Oros KÍF 130 Blagoje Buha Neistin 112 Rókur Akralíð Kyndil 108 Sámal Joensen VÍF 103 Esbern Patursson H71 102 Daniel Rapa KÍF 95 Hans Áki Dal Christiansen Kyndil 86 Tróndur Kragesten Neistin 84 Agnar Joensen VÍF 80 Sunset kappingin: Nicoleta Radu Hansen Neistin 140 Daiva Tuomaite VB 118 Ninna K. Johansen StÍF 95 Lina Andriulyte Kyndil 92 Rebekka Justinussen StÍF 89 Simona Petersen Stjørnan 75 Alina Olaru Stjørnan 73 Ivana Ljubicic VB 56 Ása Dam á Neystabø Neistin 55 Anja Heinadóttir Kyndil 53 KÍF tapti einki sett 21 Ósigraðir í trý ár Gyltu vestmenningarnir eru standandi Rógvi Nielsen, Ólavur Brimnes, Einar Brimnes, Finn Jørgin Olsen, Oyvnindur Brimnes og Hjalmar Klein Olsen. Húkandi eru  Marner Seloy, Jógvan Emil Nielsen, Kristen Friis, Høgni Johansen, Petur Frank Joensen og Johnny Joensen Kvinnuliðið í 1. deild hjá KÍF í flogbólti hevur vunnið allar sínar dystir í hesum kappingarárinum uttan at hava tapt eitt einasta sett