Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 • 2. - 4. mars 2007 Vikuskifti 20 Føroyskur politikkur er ein endaleysur meldur av lokalpolitiskum málum, sum hava við sær stórar orrustur, ið ongantíð fáa nakrar avleiðingar. Bara tá umheimurin setir okkum krøv, taka vit okkum saman og bera okkum at sum eitt framkomið fólk Føroyingar vilja fegin verða fataðir sum eitt nýmótans fólk. Vit gera okkum upp við føgrum orðingum um altjóðagerð, gransking og visiónir. Men spurningurin er, um vit ikki samstundis eru politiskt tilafturskomin. Nógv bendir ið hvussu er á, at vit hava ilt við at føra politikk um annað enn innanhýsis smámál heldur enn perspektivrík stórmál, ið hava veruligan týdning. Eg skal royna at undirbyggja hetta uppáhaldið við nøkrum dømum. Vit kenna øll dagliga sjabbið í fjølmiðlunum við politikarum, ið føra seg fram í stakmálum, sum ongan týdning hava fyri nakran annan enn politikararnar sjálvar og teirra flokkar. Hvørki hesi málini í sjálvum sær ella áhaldandi umrøðan av teimum flytur nakað sum helst. Tey eru bara bláur roykur í einum keðiligum politiskum og journalistiskum gerandisdegi. Men so hendir nakað avgerandi viðhvørt. Føroyingar verða skelkaðir og mugu taka støðu til sítt egna samfelag og sínar gomlu fatanir. Hetta er, tá umheimurin gevur okkara dunnuhyli gætur og setir honum krøv. Tá vena vit okkum um uppíblanding uttanífrá og biðja teir freku útlendingarnar halda seg burtur frá heimsins bestu Føroyum, tí tað vita vit ið hvussu er, at onki er so gott sum okkara friðarliga oyggjaland og fólkið, sum her býr. Grindadráp og kreppa Hetta hendi til dømis í áttatiárunum, tá umhvørvisfelagsskapir sum Greenpeace og Sea Sheapard hartaðu okkum fyri grindadrápið. Tá vóru okkara hetjur hesir djørvu politistarnir, sum hoppaðu av Bursatanga í gummibátarnar hjá teimum næsadjørvu útlendingunum og tóku í herðatoppin á teimum. Komið ikki her og órógvið okkara gomlu mentan, søgdu vit, og so beittu vit Ólav Halga eftir Paul Watson og jagstraðu hann heilt út um sjómarkið. Tá hildu vit, at vit vunnu, men í veruleikanum taptu vit, tí av trýstinum uttanífrá broyttu vit grindadrápið. Vit sjálvrannsakaðu okkum sum veiðifólk og ásannaðu, at vit høvdu avlívað hvalirnir ov ógvusliga. Men umheimurin mátti siga okkum tað. Aftur í nítiárunum komu vit undir altjóða trýst. Ongin fataði reiðiliga, hvussu illa vit vóru fyri búskaparliga fyrst í nítiárunum, men so fóru føroyskir politikarar vikuskiftið fyri týsdagin 6. oktober 1992 til Keypmannahavnar og fingu sannleikan at vita. Tá so tríggir fremmandir menn umboðandi Altjóða Gjaldoyragrunnin stutt eftir komu spákandi úr flogfarinum í Vágum og skuldu seta skikk upp á okkum, var ongin ivi longur. Vit vóru dumpað. Men vit skiltu hetta bara, tí umheimurin segði tað. Føroyskir politikarar gingu síðan uttan drál undir treytirnar at samtykkja realistiskar fíggjarlógir, gera nýggja roknskaparlóggávu, nýggja partafelagslóggávu, nýggja stýrisskipan og nýggja miðfyrisiting. Høvdu vit sett okkum sjálvum hesi krøv, hevði mest sannlíkt onki hent, tí spírarnir til skilagóðar broytingar verða sum oftast køvdir í partapolitiskum ella lokalpolitiskum klandri. Fólkaskúlin og lógargreinin Eisini fyri heilt stuttum hevur umheimurin vakt okkum úr lokala dúrinum. Í fleiri ár hava mong havt varhugan av, at støðan í fólkaskúlanum kundi verið betri. Hetta knarraðu vit so um, men ongin tók stig til at fremja veruligar broytingar og seta fólkaskúla, læraraskúla og foreldrum krøv. Ikki fyrr enn PISA-kanningin vísti, at føroyski fólkaskúlin er tann næstringasti í verðini, og at føroysk børn skilja nóg illa ein skrivaðan tekst, hendi nakað. Foreldur, lærarar og politikarar komu skelkað á føtur og krevja nú hvør av øðrum og sær sjálvum, at vend má koma í. Orsøkin til sjálvrannsakanina er eyðsýnd. At verða úthongd mótvegis umheiminum sum sibbar kunnu vit bara ikki liva við. Herfyri var so aftur rok um heimsins bestu Føroyar. Ein lógargrein, sum ikki var dagførd samansvarandi andanum í teimum altjóða mannarættindasáttmálum, løgtingið langt síðan hevur samtykt, skuldi dagførast við tveimum orðum. Í 1987 fór hetta mál ósamtykt aftur við borðinum uttan altjóða dramatikk. Men hesaferð var øðrvísi, tí danskir, norskir og íslendskir fjølmiðlar settu luppin á málið í fleiri vikur. Føroyskir politikarar máttu nú verja sínar gomlu fatanir í donskum sjónvarpi og á røðarapallinum í sjálvum Norðurlandaráðnum, og teirra frægasta mótsvar var júst, at Føroyar eru heimsins besta land, sum ongin útlendingur Tá umheimurin sk Samrøða Uni Arge blaðmaður