fríggjadagur 2. mars 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 44 - 2. mars 2007
tíðindi
Í eina tíð hava fólk hjá
Reyða Krossi bundið og
seymað pløgg úr bummull
í hópatali.
Nú fer fyrsta sendingin av
hesum putlara-klæðunum
avstað. Ein partur fer til eitt
av fátækastu londunum í
Europa, Hvítarusland.
Her er talan um pløgg úr
bummull, sum annaðhvørt
eru bundin ella seymað til
húgvur, troyggjur, kjólar,
undirklæði og annað.
Fyrrapartin í dag var Suni
Vinther farin undir at pakka
øll hesi klæðini niður í
eskjur, nú ætlanin er at fáa
tey til røttu viðkomandi.
Hetta tiltakið byrjaði á vári
í fjør, og hava føroyskir
putlarar tikið sera væl undir
við tí.
Samstundis við at putlara-
klæðini verða send av
landinum, fara somuleiðis
45 brúktar fartelefonir sama
veg.
Her er talan um fartelefonir,
sum fólk lata inn til Reyða
Kross og sum síðani sendir
tær til Onglands. Her fær
felagsskapurin millum 30
og 40 krónur fyri hvørja
teirra.
Suni Vinther pakkar putlara-
klæðini niður
Mynd: Jens Kr. Vang
Framgongdin hjá
Smyril Line í 2006
hevur verið stór, og tí
kann reiðaríið í dag
almannakunngera,
at avlop er á
roknskapinum.
Úrslitið er betrað
heilar 53 milliónir
krónur eftir bert
einum ári. Raksturin
er komin í eina trygga
legu, og útlitini fyri
komandi árið eru góð
UTTANLANDSSIGLING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.foi
Seinasta árið hava starvsfólk
og leiðsla í Smyril Line vent
gongdini í reiðarínum. Avlop
er á roknskapinum fyri
2006, og úrslitið er betrað
heilar 53 mió.kr. Úrslitið er
eitt avlop á 1,6 mió.kr. móti
einum halli á 51 mió.kr. fyri
einum ári síðani.
- Vit fegnast um, at hallið
er burtur, og at fyrsta stigið
í endurreisingarætlan okkara
hevur eydnast. Um felagið
framhaldandi skal mennast,
er tó ikki nøktandi við hes
um staka úrslitinum. Enn
eru stórar avbjóðingar fyri
framman, og komandi úrslit
skulu tryggja ein sunnan
vøkstur eisini frameftir,
sigur Thomas Magnussen,
stjóri í Smyril Line.
Vøksturin í 2006 hevur ver
ið stórur orsakað av avgerð
um og broytingum fyri einum
ári síðani. Starvsfólkini hava
lagt nógv fyri, og úrslitið
er positivt fyri fyritøkuna.
Farna árið vísir serliga, at
raksturin er komin í eina
trygga legu.
Nýskipaða sølu- og markn
aðararbeiðið í Europa ber
ávøkst, og Smyril Line
kann vísa á inntøkuvøkstur
á øllum økjum. Vøksturin í
søluni er 23 prosent ella 39
mió.kr., og samstundis eru
nýggir inntøkumøguleikar
skaptir. Ferðaseðlarnir eru
vorðnir bíligari, og talið av
ferðandi er økt 40 prosent.
Seinasta árið eru inntøkurnar
frá frakt øktar 17 prosent.
Við ársenda var eginpen
ingurin 177 mió.kr., og tað
merkir, at Smyril Line er ein
fíggjarliga sterk fyritøka.
- Raksturin er effektivur.
Tað sæst millum annað aftur
í, at manningarútreiðslurnar
eru óbroyttar, hóast 40 pro
sent fleiri ferðafólk hava valt
Smyril Line seinasta árið.
Vit hava nógv at takka starvs
fólkunum fyri, sigur Thomas
Magnussen, stjóri.
2007 er eitt spennandi ár
við nýggjum avbjóðingum,
og útlitini fyri árið eru góð.
Leiðslan í reiðarínum rokn
ar við, at árið vignast væl
við framhaldandi vøkstri
innan ferðafólka- og farma
flutning.
Aðalfundurin í P/F Smyril
Line verður væntandi í apríl
2007.
Smyril Line betrar úrslitið við
stívliga 50 milliónum krónum
Ein
Blanding í
Tvøroyrar
Klubba
At fáa eina blanding í
einum klubba er ikki
løgið í sjálvum sær,
men hesaferð er talan
um bólkin Ein Blanding,
sum fer á pall í Tvøroyrar
Klubba leygarkvøldið.
Ein
Blanding
er
vælmannaður bólkur
úr Suðuroynni, ið telur
royndar
tónleikarar.
Leygarkvøldið
fer
bróðurparturin
av
manningini á pall í
klubbanum á Tvøroyri.
Jonhild, Knút, Hjalmar
og Dagfinn borga fyri
góðum nýggjum, yngri
og eldri tónleiki, so
okkurt er til mestsum
øll oyru.
Bólkurin Ein Blanding
hevur verið sera umbiðin
og virkin í vetur og
leygarkvøldið eru tað
klubbagestir á Tvøroyri,
ið kunnu njóta blandaða
tónleikin.
Fyrsta sendingin av
putlara-klæðum