fríggjadagur 2. mars 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 • 2. - 4. mars 2007
Vikuskifti 21
kakar dunnuhylin
skal koma og forstýra. Tá
donsk fjølmiðlafólk so komu
í løgtingið at fylgja við
avgerandi atkvøðugreiðsluni,
vórðu tey av talarastólinum
enntá biðin um at skrubba av
til sítt kriminella heimland!
Men har hjálpti ongin
politisk happing av
talarastólinum. Júst av altjóða
trýstinum samtykti ein meiriluti
í tinginum lógarbroytingina.
Teir tríggir sambandsmenninir,
sum hálsaðu um og atkvøddu
fyri, eru allir internationalistar,
sum vita, at skalt tú spæla við
millum onnur lond, mást tú
fylgja altjóða ásetingum um
so mangt, eisini diskriminering
av fólki.
Veðurlag og ábyrgd
Her hava vit so fleiri dømir
um, hvussu vit vakna, tá
umheimurin trýstir okkum.
Tá fáa málini avleiðingar. Í
hesum seinasta málinum vóru
avleiðingarnar so ógvusligar,
at summir løgtingsmenn antin
heilt ella lutvíst kvettu við
sínar flokkar og avdúkaðu, at
teir fyrst og fremst vóru valdir
av átrúnaðarligum orsøkum.
Tað var so, hvat tað var.
Men tað besta var, at okkurt
endiliga fekk avleiðingar.
Eisini í kjakinum um
veðurlagsbroytingar hava
vit sæð, at lítið skal til fyri
at flyta føroyskar politikarar
langt eftir stuttari tíð. Nógvir
teirra hava ikki viljað hoyrt
talan um grønar skattir og
umhvørvisavgjøld, tí tað fór at
verða steinur oman á byrði hjá
vinnuni, søgdu teir. So segði
ST í eini stórari frágreiðing,
at veðurlagsbroytingarnar við
vissu eru mannaskaptar, og
altjóða virðislønarvinnarin,
Bogi Hansen, kallaði
politikararnar fyri klovnar, tí
teir onki vildu gera.
Nú kom brádliga
vend í. Tveir borgarligir
landsstýrismenn fóru alment
at tosa um at leggja grønar
skattir og umhvørvisavgjøld
á virksemi, sum er orsøk
til veðurlagsbroytingarnar.
Kyoto-samtyktin var brádliga
heilt ok. Tað, sum hendi, var,
at landsstýrismenninir við
umheiminum sum spegili
sóu, hvørja ábyrgd teir áttu at
taka heima hjá sær sjálvum.
Men teir sóu hetta bara, tí ST
og ein føroyingur við altjóða
viðurkenning skumpaðu undir
teir.
Øll hesi málini vísa, at vón
avgjørt er fyri føroyskum
politikki. Hann kann væl gerast
konsekventari, perspektivríkari
og meira viðkomandi enn hesin
provinsielli pseudoleikurin,
ið vit so mangan eru vitni
til. Men til tess krevst, at
vit fara at føra politikk við
ábyrgd mótvegis restini av
verðini. Føroyskur politikkur
má fáa eina uttanríkispolitiska
dimensión.