Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 2. mars 2007 29 Høvuðsuppgávurnar eru • at hava eftirlit við fíggjarligu gongdini á játtanini • at taka lut í tí dagliga arbeiðinum í fyrisitingini hjá Stuðulsfólkaskipanini • at skipa data og gera frá- boðanir á øllum stigum • at tryggja nøktandi leiðslu- kunning Førleikakrøv • útbúgving frá hægri læru- stovni, t.d. HD í roknskapi, cand. merc, cand oceon e.l. • royndir innan roknskapar- og fíggjarstýring Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmála- ráðið og avvarðandi fakfelag. Høvuðsábyrgdarøkið verður at leggja ætlanir og hava eftirlit við játtanini hjá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn. Starvið umfatar eisini at fáa til vega hagtøl til leiðsluna og annað hagtals- tilfar fyri at betra um grundarlagið til at gera fíggjarætlanir, og at gera búskaparligar lýsingar fyri skipanina. Tú verður partur av einum fyrisitingar- toymi, ið telur 4 fólk, ið umsita skipanina, og veita stuðulsfólkunum ráð og vegleiðing. Uppgávurnar eru nógvar og ymiskar og vit leita tí eftir einum fólki, ið kann taka eina hond í við øllum uppgávum á deildini, tá á stendur. Vit kunnu bjóða Eitt starv í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum og fjølbroyttum avbjóðingum, har møgu- leiki er fyri persónligari og fakligari menning. Nærri upplýsingar Meiri fæst at vita við at venda sær til Oyvind av Skarði, deildarleiðara, á telefon 353570. Umsókn Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum v.m. og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera Almannastovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. mars 2007 kl. 09.00. Umsókn skal sendast til Almannastovuna, Postboks 3096, 110 Tórshavn. Vinarliga merkið brævbjálvan: Stuðulsfólkaskipanin fyri børn. KREA.FO . TEL 47 80 80 www.almannastovan.fo stuðulsfólkaskipanin fyri børn Stuðulsfólkaskipanin fyri børn er skipan á Almannastovuni, sum veitir stuðul til heimabúgvandi, ið bera brek. Stuðulsfólkaskipanin fevnir um alt landið. Í skipanini starvast í løtuni gott 100 fólk. Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka krøvini frá politiska myndugleika- num og viðskiftafólkunum. Dentur verður lagdur á høgt tænastustøði, rættartrygdina og virðingina fyri einstaklinginum, eins og virkað verður fyri áhaldandi at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið á stovninum. Fíggjarfulltrúi til Stuðulsfólkaskipanina fyri børn Søkt verður eftir fulltrúa til Stuðulsfólkaskipanina fyri børn hjá Almannastovuni at byrja skjótast til ber, ella eftir nærri avtalu. almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo K R E A . F O . TEL 47 80 80 Serdeildin fyri fólk, ið bera brek, er deild á Almanna- stovuni, sum veitir ráðgeving um alt landið og arbeiðir í tøttum samstarvi við økisdeildirnar, og við stuðulsskipanina fyri børn. Starvsøkið hjá deildini fevnir um ráðgeving til børn og ung við skerdum førleika og familjum teirra, viðgerð av umsóknum um stuðul og hjálpartiltøk og samstarv við aðrar stovnar, sum veita tænastur til fólk við breki og annað. Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka krøvini frá politiska myndugleikanum og viðskifta- fólkunum. Dentur verður lagdur á høgt tænastu- støði, rættartrygdina og virðingina fyri einstaklingi- num, eins og virkað verður fyri áhaldandi at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið á stovninum. Sosialráðgevar til serdeildina fyri fólk, ið bera brek Arbeiðið er at ráðgeva og vegleiða og finna fram til neyðug stuðuls- tiltøk, sum betra um gerandis- dagin og virkisførið. Deildin er samansett sum eitt tvør- fakligt toymi, sosialráðgevarnir skulu tí bæði duga at arbeiða sera sjálvstøðugt og sum eitt toymi. Deildin hevur tætt samstarv við tær 4 økisdeildirnar um fyriskip- anir, sum verða settar í verk í teirra øki og við aðrar deildir á Almanna- stovuni, umframt úteftir við aðrar stovnar og áhugabólkar. Størvini verða sett og lønt sam- bært sáttmála millum Fíggjarmála- ráðið og Starvsmannafelagið í lønarbólki 6. Talan er um tvey størv fulla tíð, møguleiki kann eisini vera fyri niðursetta tíð. Vit ynskja, at tú hevur góðan kunnleika til sosiallóggávu og almenna fyrisiting, royndir í sosialum arbeiði, evni og vilja at samstarva og arbeiða tvør- fakligt, evni at arbeiða við heildarloysnum, evni at orða teg munnliga og skrivliga og góðan telduførleika. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur við- komandi eftirútbúgving. Uppgávan hjá deildini er at ráðgeva og vegleiða vaksnum og børnum við skerdum likam- ligum og/ella sálarligum før- leika og familjum teirra. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Oyvind av Skarði, deildarleiðara, á telefon 35 35 70. Umsókn við avriti av prógvum og øðrum skulu sendast til: Almannastovuna Postboks 3096 110 Tórshavn. í seinasta lagi mánadagin 12. mars 2007 kl. 09.00. Vinarliga merkið brævbjálvan: Brekdeildin. lýsingar