Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 44 - 2. mars 2007 Handilsfólk J.C. Svabosgøta 6 · FO-100 Tórshavn · Tlf 315 777 · Fax 315 772 · ergo@ergo.fo · www.ergo.fo Søkt verður eftir fólkið til Ergo. Starvið er eitt hálvtíðarstarv (aðru hvørja viku). Starvið verður sett skjótast gjørligt. Arbeiðið umfatar handilsarbeiði og annað fyrifallandi arbeiði. Vit vænta at tú ert: • Álítandi • Fyrikomandi • Røsk/raskur Skrivlig umsókn við avrit av prógvum og viðmælum verður at senda til: Ergo & Hjálpartól J.C Svabosgøta 6 100 Tórshavn. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Beintu á 515 777. Meira fæst at vita um fyritøkuna og vøruúrvalið á www.ergo.fo Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo sansir.fo Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heil- sumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Søkt verður eftir pedagogi til setan 1. apríl 2007. Ynskiligt er, at viðkomandi hevur vitan innan autismu. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktir. Setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagog felag. Um Pedagogur, ið framman- undan er tænastumaður, verður settur í starvið, heldur tænastumanna setanin fram, og verður lønin sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Um eingin peda gogur søkir starvið, verður tað sett við hjálparfólki sam bært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Fíggjarmálaráðið. Meiri fæst at vita um starvið hjá Johannu Hansen, leiðara, á tlf. 456320 ella 229787. Umsókn: Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og C.V. skulu sendast til: Umlættingin á Garðavegi 38, 700 Klaksvík Stílað: Jóhanna Hansen, leiðara Umsóknarfreist: 16. mars 2007 Pedagogur til Umlættingina á Garðavegi 38, Klaksvík Trivnaðartænastan Starvslýsing Les meira um størvini á www.naerverk.fo / leys størv. Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo sansir.fo Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heil- sumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Stuðulstænastan søkir eftir tveimum stuðl- um til rørslutarnaðan mann í Tórshavn. Annað starvið er eitt stuðulsfólkastarv 30 tímar um vikuna. Hitt starvið er eitt sjúkrafarloyvisstarv 24 tímar um vikuna. Samstundis verður søkt eftir feriu- avloysarum til sama stuðulsmál. Tey, ið sett verða, fara at arbeiða saman við øðrum stuðlum, ið arbeiða í eini 24 tíma vaktarskipan. Førleikakrøv: Umsøkjarar, ið hava eina viðkomandi sosiala- ella heilsufakliga útbúgving, hava fyrimun til størvini. Hvat viðvíkur øðrum útbúgvingum, sum primært ikki eru ætlaðar til arbeiði innan almanna- og heilsuøkið, verður víst til hjálparfólkasáttmálan hjá pedagogfelagum. Setanartreytir: Talan er um størv innan Nærverkið, og arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag- kvøld-, og vikuskiftisarbeiði. Løn sambært viðkomandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Meiri fæst at vita um størvini hjá Sofíu Jespersen, ráðgeva, tlf: 354020. Umsókn: Umsókn við avriti av prógvum v.m. skulu sendast til: Nærverkið, Stuðulstænastan Løkjatún 1, F0-160 Argir Umsóknarfreist: 16. mars 2007 Tveir stuðlar og feriuavloysarar Stuðulstænastan Starvslýsing Les meira um størvini á www.naerverk.fo / leys størv. lýsingar