Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 2. mars 2007 19 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Osmund Justinussen Bjart var títt skygni, skarpt títt vit, tryggur tú tyktist í sessi. Snøggliga komu so boðini : »Flyt«, klokkurnar ringja til messu. Hesa yrking gjørdi Janus Djur­huus, tá M. A. Jac­ob­ sen var farin um sýnina. Nú eg setti meg at skriva nøk­ur orð um Óla Jacobsen, runnu mær hesi orð í huga og haldi eg, at hetta ørinidi hósk­ar so væl til Óla og tað verk, sum hann hevur útint sum um fiski­manna­fel­ags­ for­mað­ur í 36 ár. Nú »klokk­ ur­nar ringdu út« hjá Óla í Fisk­i­mannafelagnum haldi eg, at Óli hevur uppiborið eina stóra tøkk fyri tað megn­ar avrik, sum hann hesi mongu ár gjørdi fyri før­oysku fiskimanna­stætt­ ina og fyri alt taqð føroyska sam­felagið. Óli vísti frá heilt ungum árum av bjart skygni og skarpt vit, og hev­ ur hetta verið teim føroysku fisk­i­monnunum og øllum okk­ara samfelag til stórt gagn. Eg var staddur uttanlands, tá eg frætti, at Óli stóð ikki mát, nú veljast skuldi for­ mað­ur av nýggjum í fiski­ mann­a­fel­agnum. Eg má siga, at eg varð ikki sørt bils­in, tá eg hoyrdi úrslitið. Tó, eftir at hava hugsað eina løtu, so ásannaði eg: Ja, nú hevur demokratiið enn ein­a­ferð talað. Hetta løgna fyribrigdi við menn­ iskj­a­num, at ein velur eftir tí, sum ein fær lovað, og gloym­ir, tað sum ein hevur fing­ið. Við Óla sum for­ manni í 36 ár hevur fisk­i­ mann­a­felagið ment seg til at vera eitt felag, sum hevur størstu virðing í­mill­um manna og ikki minst utt­an­ lands, »har profeturin ikki býr«, er fiski­mann­a­fel­ags­ for­mað­ur rættiliga høgt í met­um og hevur verið ein fram­úr góður ambass­a­dør­ ur fyri fiskimannastættina og fyri okkara samfelag sum heild. Óli hevur hesi mongu ár sum formaður í felagnum ó­troytt­i­ligur arbeitt fyri sí­n­ ar limir, og hansara gløgga vit hevur verið við til at forða fyri mongum, sum kundi verið til bága fyri fisk­i­mannin á mongum økj­ um, í lógarsmíði, á skatta-, studn­ing- og trygging­ar­øki­ num o. ø. Eg havi hoyrt fortalt um eina talu, sum gamli Julius á Við­areiði sáli helt einaferð í 1950'unum í Klaksvík, tá ið tíð­irnar vóru truplar. Hann fór upp á talarastólin í Be­thesta eftir eina lagna tøgn, og teksturin til taluna var »Abraham var ikki bar­ dag­a­maður«. Hesa taluna mint­ust áhoyrararnir leingi. Eg havi kent Óla sum fisk­i­maður og sum reiðari, og siga má eg sum Július á Við­ar­eiði á sinni, at Óli hev­ ur ikki veirð bardagamaður, tó at hann hevur ikki ivast í at sagt sínar meiningar, tá tað var neyðugt, bæði í skrivt og talu. Men tó hevur hann vunnið ótrúliga nógv­ ar sigrar, og væl hevur skor­ ist. Hann kann tí við stórum sóma leggja frá sær eftir vælgjørt verk. Nú hann leggur frá sær, kann hann spenna bringuna fram, eins og Dia í Vest­ manna plagdi at gera und­ir­ sam­ráð­ingum við Reið­ar­a­ fel­ag­ið, tí Óli eftirletur sær bestu sáttmálar, sum nakrir fisk­i­menn í heiminum hava. Hetta hevur Óli klárað utt­an at koyra samfelagið út í verkfall og vónloysi, so nú ið hann er avmynstraður, nýt­ist hon um ikki at ganga í­gjøgnum fjøruna til hús. - Væl gjørt! Óli hevur havt serlig evn­i til at yvirtala reiðararnar und­ir samráðingum. Tað er sjón fyri søgn. Hann er ong­ an­tíð komin við krøvum, sum hava verið meingsleys, men hevur tó í flestu førum vunnið nakað, hvørja ferð sam­ráð­ingar hava verð. Óli hevur dugað sera væl at sæð fiskivinnuna sum eina heild. Hugsaði sjálv­ andi fyri og fremst um um­støð­ur­nar hjá finsk­i­ monn­um, men dugdi sam­ stund­is at seta seg inn í um­støð­ur­nar hjá teimum, sum róku skipini. Stóð til døm­is illa til hjá einum skip­a­bólki eina tíð, so vísti hann rættiliga síni evni frá fiski­mann­afelagsins síðu, og var við til at bjarga heil­ um skipabólkum og man­n­ ing­um burtur úr kreppu. Hetta kom seinni at hava ó­met­a­liga stóran týdning fyri alt okkara samfelag. Hygg­ið bara eftir t. d. upp­i­ sjóv­ar­flotanum í dag. Óli, nú tú leggur frá tær, skalt tú hava stóra tøkk fyri farna tíð, eisini tá vit ikki vóru samdir. Tú hevur rist títt navn í ta før­oysku fiskivinnusøguna sum tann fis­ki­mann­a­fel­ags­ for­mað­urin, ið gjørdi megn­ ar avrik fyri tann føroyska fisk­i­mannin, og fyri alt okk­ ara samfelag. Vónandi fara landsins mynd­ug­leik­ar í framtíðini at gera nyttu av allari tínari vit­an um fiskivinnu bæði inn­an- og uttanlands. Yvir og farin. Ein heilsan til fráfarna fiskimannafelagsformannin Óla Jacobsen Osmund Justinussen Soleiðis skrivaði »Árið ið fór« í 1971 um formansvali í Fiskimannafelagnum Jonhard Mikkelsen At vera fiksur á enskum í ein­um føroyskum teksti ber boð um málsligt hjálp­ar­ loysi. Fyribyrgingarráðið hev­ur nýggja lýsing í bløð­u­ num, sum sigur: Farvæl live tubb­ak Tað er møguliga so cool at leggja av at roykja nú á døg­um, at vit nú mugu siga frá broytingini á enskum. Trup­ulleikin er tann, at vit eru mong, ið ikki duga at lesa hetta og skilja ikki, hvat tit meina. Tí seti eg tykk­um spurningin: FÆRVÆL live TUBBAK ella: farvæl LIVE tubbak. Hvat merkir tað? Ein vanligur føroyskur les­ari – sum situr við før­ oysk­um blaði og lesur før­ oyskt - spyr seg sjálvan: er LIVE ein stytting fyri eitt­ hvørt fyribrigdi, eg ikki kenni, ella er tað kanska ein avvenjingarháttur? Ella er hetta eitt enskt orð, onkur hevur kroyst nið­ ur ímillum føroysku orð­ ini? Um so er, at hetta er enskt, verður spurningurin: Er hetta sagnorðið “live” í boð­­shátti og framborið [liv]. Ella er hetta enska lýs­ ing­ar­orðið “live” – fram­bor­ ið [laiv]? Í fyrra førinum kundi før­ oyska týðingin – lesarin skal jú týða – verið henda: “Farvæl – liv – tubbak”. Í seinna førinum: “Farvæl liv­ andi tubbak?” Í báðum førum verður hetta eitt sárt slit, sum í ring­asta føri kann verða fat­ að soleiðis: Færvæl lív og alt livandi – góðan morgun stein­deyða tilvera við ong­ um royki. Farvæl er hjáorð, og tú kanst ikki fáa eitt lýs­ing­ar­ orð at siga nakað um hjá­ orð. Soleiðis er málið skip­ að. Einasti tulk­ing­ar­møgu­ leiki er tí, at enska orðið “live” sum lýsingarorð legg­ ur seg at “tubbak” og hvat merkir tað so? Tað er ilt at lýsa tilverunnar innasta kjarn­u­orð “live” við øðrum enn góðum og hálovandi or­ð­um. Var tað ætlanin? Tað gongur skjótt at týna burtur av føroyskum nú. Tá ið ung fólk skulu siga frá sín­um meiningum og kensl­ um, sleingja tey út eitthvørt fikst enskt orð, sum í roynd og veru als ikki sigur, hvat tey halda ella kenna. Við sjeymílaferð víðka vit ein gráan geira av máls­ ligum høpisloysi um okk­ um. At almennir stovnar apa seg eftir teimum, ið standa fyri hesi broyting, lík­ist ongum. Hetta er máls­ lig ómegd, ið almennir stovn­ar ikki eiga at fjeppast uppi­í. Men kanska er tað ikki ann­að enn væntandi, tá ið okkara egni almenni fjøl­ miðil slóðar fyri og hvønn morgun endurgevur kut úr onk­r­ari óviðkomandi ensk­ ari ella amerikanskari tíð­ ind­a­sending fyri 20- 30 á­um síðan, og bregdar hana inn í føroysku morg­un­send­ ing­ina. Er tað fyri at lynna und­ir og gera skiftið til enskt so lagaligt sum til ber? Ella bara fullkomiliga ó­mot­iverað cool? Eru tað tær ónollurnar, aðr­ir almennir stovnar taka til sín nú? Royna allir al­men­nir stovnar eins og út­varpið at tekkjast øllum teim­um, ið málsliga eru so illa kálvfødd, at føroyska orð­a­feingið verður skert til 2000-3000 orð? Tey, sum Jógv­an í Lon og Jógvan Jesp­er­sen siga verða slept upp á fjall, tá ið upplesari í út­varpinum sigur seksti og ikki trýss? Teksturin er annars murr­ andi fullur í feilum, men hvat merkir slagorðið ella her­róp­ið í nýggja átak­i­ num? Lítil live spurningur til live Fyribyrgingarráðið Jonhard Mikkelsen VIRISBRØV Virðisbrævamarkn­að­ur Før­oya Pf. hevði aðalfund 26. februar 2007, har rokn­ skap­urin 2006 og býti av yv­irskoti vórðu góðkend eins og tveir nevndarlimir vórðu afturvaldir. Felagið hevði eitt avlop eft­ir skatt uppá 8,7 mió kr í 2006. Tað hevði hall uppá 0,4 mió kr av vanligum rakstri, men hevði avlop av fíggjarpostum uppá 10,4 mió kr og rindar 1,3 mió kr í virðisbrævaskatti. Góða rakstrarúrslitið er úrslit av strategiska sam­ starv­i­num við Kauphøll Ís­lands. Sum partur í sam­ starvinum keypti VMF í 2004 4,4% av Eign­ar­ haldsfélagnum Verð­bréf­ aþingi hf., sum átti Kaup­ høllina, frá íslendska fíggj­a­r­málaráðnum fyri 1,3 mió kr. Svenska part­ a­­fel­­agið OMX, sum rek­ ur børsarnar í Svør­íki, Danmark, Finlandi og baltisku londunum, keypti 30. november 2006 Eign­ arhaldsfélagið Verð­bréf­a­ þing hf. lutvíst við um­býti av partabrøvum og lutvíst við peningaútgjaldi. VMF fekk meira enn 10 mió kr í vinningi av handlinum og eigur partabrøv í OMX, sum við árslok 2006 høvdu virðið 9,5 mió kr. Felagið samtykti á að­al­ fund­i­num at rinda 1,8 mió kr í vinningsbýti til part­a­ eig­ar­arnar, sum svarar til 20% av partapeninginum. Part-aeigarnir eru býttir í 4 bólkar: útgevarar, í­leggj­arar, mekl­arar og mynd­ug­leikar. Stórstu part­a­eigararnir eru Fíggj­ armálaráðið, sum eig­ur 44%, og Landsbanki Før­­oya, sum eigur 30% av partapeninginum. Hi­n­ ir part­a­­­eigararnir, sum kunnu finn­ast í rokn­skap­ i­num, eiga 25% av part­a­ peninginum. Á aðalfundinum vórðu Stef­án Halldórsson og Tumm­as Eliasen aft­ur­ valdir í nevnd­ina fyri 3 ár. Vi­r­ð­i­s­brævamarknaðurin rindar vinningsbýti