Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 44 - 2. mars 2007 Hús á Signabø Hugnalig hús á Signabø í sera barnavinarligum umhvørvi til sølu. Húsini eru í einari hædd à 135 m2, grundøkið er 616 m2, byggiár 2003. Húsini eru innrættað soleiðis: Køkur/stova, vásarúm, durur, wc, bað, 4 kømur og klædnarúm. Boð undir 1,6 mió. kr. ongan áhuga. Tlf. 775038, 540852 ella t-post: btl63@kallnet.fo Tvíhús í Kovalág, Tórshavn, til sølu Um hóskandi boð fæst, verða bæði tvíhúsini í Kovalág 4 seld. Tvíhúsini eru á matr. nr. 1426H, og verða seld undir einum. Byggiár: 1969 Grundøkið: samlað vídd 535 m2 Útveggir: timbur, klætt við profilplátum. Takið skift í 2005 (tætt tróður) Hæddir: 1. hædd, kjallari og loft Innv. vídd: 113,72 m2 hvørt húsið Eina húsið hevur tvær innrættaðar íbúðir, soleiðis at tilsamans tríggjar íbúðir eru í húsunum. Húsini eru í góðum standi, hava gott útsýni eystureftir og standa í friðarligum umhvørvi mitt í býnum í Gundadali. Nærri fæst at vita við at venda sær til: Advokatskrivstovuna Fr. Petersensgøta 9 · 100 Tórshavn Tel. 31 11 45 att: Jens Andrias Vinther, adv (jav@jura.fo) ella Elsa Magnussen, skrivari (elm@jura.fo) Halgir Winther Poulsen, adv. Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Jens Andrias Vinther, adv. Fr. Petersensgøta 9 Postboks 6 110 Tórshavn Telefon 31 11 45 Telefax 31 15 25 jura@jura.fo www.jura.fo Advokatskrivstovan Kunngerð frá útskiftingarnevndini fyri Froðbiar bygd Á útskiftingarnevndarfundi á Matrikulstovuni tann 28. febr. 2007 staðfesti nevndin fyribils­ ætlan, skjal nr. 9, til uttangarðsútskiftingina av Froðbiar bygd. Úrdráttur úr gerðabókini og skjal nr. 9 eru send hagastýrunum og umboðandi eigarum. Viðmerkingar og ynskir um broytingar skulu vera skrivlig, stílast til Matrikulstovuna, Boks 2048, 165 Argir, og vera útskiftingarnevndini í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. mars 2007. Skjølini til útskiftingina liggja frammi hjá kom­ mununi og á Matrikulstovuni og kunnu síggjast á www.matrikul.fo, til kærufreistin er úti 20. mars 2007. lýsingar A ð A l f u n d u r Føroya Lærarafelags og árligi limafundur hjá Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags verða leygardagin 28. apríl 2007 kl. 10.00 á Føroya Læraraskúla fundarskrá sambært viðtøkum felagsins. Innkomin mál skulu skrivliga vera komin til nevndina í seinasta lagi leygardagin 7. apríl 2007 kl. 10.00 uppskot til valevni sum formaður og nevnd­ arlimir skulu vera komin á skrivstovu felagsins í seinasta lagi leygardagin 14. apríl 2007 kl. 10.00 Føroya Lærarafelag SernámSdepilin Talilærari Vit sóknast eftir einum talilærara til setan skjótast til ber. Arbeiðsstað og uppgávur Setanin er í Sernámsdeplinum, men talilærarin fer at talivenja og gera talimennandi arbeiði við børnum undir skúlaaldur í venjingarhølum á 2 dagstovnum ella øðrum egnaðum hølum í Tórshavnar kommunu, hagar børn verða tilvíst til venjingar í talibólkum. Í minni mun kann vera talan um venjing við einstøkum børnum, ið hava heilt ávísar talitrupulleikar, ið krevja eistaklingaviðgerð. At tiltakinum knýtir Tórshavnar kommuna 1 pedagog, ið hevur serligan áhuga í talimennandi arbeiði. Í samstarvi og í samráð við fakfólk í Sernáms­ deplinum og stovnsleiðarar fer talilærarin at vegleiða starvsfólkum og avvarðandi at børnunum í á ein munagóðan hátt at vera málsliga mennandi um børnini. Arbeiðsstað og sernámsfrøðiligar uppgávur kunnu tó broytast eftir umstøðum og tørvi í mun til broytingar í sernámsfrøðiligu skipanini, ið Sernámsdepilin skal virka í. Arbeiðstíð Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Undirvísingartíð verð­ ur roknað eftir avtalu um arbeiðstíð hjá fólkaskúlalærarum. Løn Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag, lønarflokkur 23 – 2 til 30 – 3. Førleikakrøv Serlæraraútbúgvin pedagogur ella fólkaskúla­ lærari við talu/ málmenning sum sergrein ella á annan hátt útbúgvin og royndur umsøkjari, ið hevur førleika at talivenja við børnum og at luttaka í talimennandi arbeiði annars. Audio­ logopedur við royndum at arbeiða við smá­ børnum er eisini skikkaður at søkja starvið. Umsókn við avriti av próvskjølum og møgu­ ligum viðmælum skal vera Sernámsdeplinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. mars 2007. Nærri fæst at vita við at venda sær til Egon Hansen, tali­ hoyriráðgeva ella Hans Eli Dahl, stjóra. Tórshavn tann 3. mars 2007. Sernámsdepilin Frælsið 32 – Postrúm 2036 – FO 165 Argir Tlf. 314522 – Fax 310196 e­postur: sernamsdepilin@snd.fo