Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 2. mars 2007 41 Løgfrøðingur Søkt verður eftir løgfrøðingi til Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið. Uppgávurnar hjá løgfrøðinginum eru m.a.: • at ráðgeva Toll- og Skattstovuni kring landið í løgfrøðiligum spurningum innan skatta-, avgjalds- og innkrevjingarøkið, • at leggja til rættis kunngerðir, rundskriv og vegleiðandi ásetingar á skatta- og avgjaldsøkinum, • at gera ummælir í kærumálum, dómsmálum, og • at luttaka í lógarfyrireikandi arbeiði. Førleikakrøv Tann, sum settur verður, skal hava útbúgving sum løgfrøðingur (cand.jur.). Viðkomandi skal hava góð samstarvsevni, vera fyrikomandi og arbeiðssamur. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur viðkomandi arbeiðsroyndir, men hetta er ikki ein treyt. Lesandi, ið eru um at verða liðug við útbúgvingina, eru vælkomin at søkja starvið. Vit kunnu bjóða Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum samstundis er fakliga krevjandi. Tú hevur í stóran mun møguleika fyri sjálvur at leggja arbeiðið tilrættis, og eisini er møguleiki fyri eftirútbúgving. Setanartreytir Lønar- og setanarviðurskifti, sum eru treytað av starvs- royndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingar- felagið. Setanarøki Núverandi setanarøkið er Stýrið, men fevnir tað annars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Umsóknir Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Vivi Eghom ella Jákup Eyðfinn Kjærbo á tlf. 352600. Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, ummælum og upplýsingum um starvs- royndir skal vera Toll- og Skattstovu Føroya í hendi í seinasta lagi 26. mars 2007 kl. 12.00. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Postsmoga 2151 FO-165 Argir Toll- og Skattstova Føroya Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v.m. og skuldarinn- krevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 135 starvsfólk. Økisskrivstovurnar røkja raksturin. Stýrið tekur sær av yvirordnaðari plan- legging og stýring. Stýrið virkar sum ráðgevi hjá økisskriv- stovunum í løgfrøði- ligum og øðrum fak- ligum spurningum um toll, skatt, meirvirðis- gjald, onnur avgjøld og innheinting. Stýrið hevur Lands- stýrismannatænastu, og er skrivarastova fyri Toll- og Skattaráðið. Stýrið hevur samskifti við aðalráðini og landsstýrið Í Stýrinum starvast 25 fólk. Lýsingin sæst eisini á heimasíðu okkara www.tollskatt.fo E-mail: tollskatt@tollskatt.fo Saab 93 1,8T bensin. Árg. feb. 2005, Km. 52.000. Útgerð Aut. gear / klimaanlegg / leðurinntrekk eyka summardekk á aluminiumsfelgum Ring 749479 Til sølu Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo/leysstorv Tórshavnar kommuna Leys størv Pedagogur til Stella Maris Vøggustovu Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Stella Maris Vøggustovu, Varðagøta 11, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 16. mars 2007. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristinu Eldevig, stovnsleiðara, tlf. 312853 / 212853. Pedagogur til Dagstovnin í Øksnagerði Søkt verður eftir einum pedagogi, at arbeiða 25/30 tímar um vikuna á vøggustovu at byrja 1. apríl 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum í Øksnagerði, Øksnagerð 1, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. mars 2007. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jesper Roos, stovnsleiðara, tlf. 319959. Stuðul Søkt verður eftir stuðli at arbeiða 10 tímar um vikuna. Tørvur er á einum stuðli ið skal fylgja einum 9 mánaðum barni í og úr vøggustovu. Talan er um ein tíma um morgunin kl. 8.30 - 9.30 og ein tíma seinnapartar uml. kl. 15.30 - 16.30. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi fríggjadagin 16. mars 2007. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Hildur Vang á tlf. 302010. Pedagogur til Spælistovuna í Grønlendingahúsinum Søkt verður eftir pedagogi til fyribils setan í Spælistovuni í Grønlendingahúsinum, sum kemur at taka sær av tí dagliga arbeiðinum, umframt at fyriskipa tey pedagogisku tiltøkini. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna at byrja sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Um pedagogur ikki søkir, verður hjálparfólk sett ístaðin. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og møguligum tilmælum skulu sendast Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi fríggjadagin 16. mars 2007. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Trønd Ennistíg, dagrøktarleiðara á tlf. 302010. lýsingar Handilsinnbúgv til sølu