Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 45 - 5. mars 2007 Skúlamál dregur út Um smáar tríggjar vikur hevur skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík hvørki skúlastjóra ella varaskúlastjóra. Skúlastjórin seinastu mongu árini, Asbjørn Lómaklett, er farin frá fyri aldur, og um smáar tríggjar vikur fer varaskúlastjórin, Eigil Hentze, eisini frá. Hvat so hendir, veit eingin. Trupulleikin er, at arbeitt verður við bygnaðarbroytingum í skúlunum í Klaksvík, men at málið hevur drigið út. Sambært kommununi bíða tey eftir mentamálaráðnum. Ov fáar kvinnur Alt ov fáar kvinnur sita í leiðandi størvum í føroyska vinnulívinum. Í dag eru umleið 300 kvinnuligir stjórar í parta- og smápartafeløgum, meðan talið á monnum í tilsvarandi størvum er 2.250, skrivar Vinnuvitan. Formaðurin í Javnstøðunevndini, Kári á Rógvi, sigur við blaðið, at tað ber ikki til bara at bíða, og tí heldur hann, at politikararnir mugu seta almenn tiltøk í verk, so fleiri kvinnur kunnu koma í leiðandi størv í vinnuni. Jóhannus Egholm Hansen, næstfor­ maður í nevndini hjá Føroya Banka, hevur tikið seg úr nevnd bankans. Ósemja við Fíggingargrunnin um fleiri ymisk viður­ skifti, eru orsøkin til, at Jóhannus Egholm Hansen fer frá VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í tíðindaskrivi til miðlarnar seinnapartin í gjár, boðaði Jóhannus Egholm Hansen frá, at hann hevur tikið seg úr nevnd bankans, vegna ósemju um við Fíggingargrunnin um fleiri viðurskifti í sam­ band við einskiljingina av bankanum. Jóhannus Egholm Hansen er advokatur og undirstjóri í børsskrásettu donsku stór­ fyritøkuni FLSmidth. Hann sigur, at Fíg­g­ing­ar­ grunnurin leggur forðingar fyri, at Føroya Banki kann fremja vakstrarætlan sína, sum varð samtykt av nevnd bankans fyri hálvumøðrum ári síðani. – Føroya Banki hevur stór­liga brúk fyri meira pro­fessionellum eigur enn hann hevur, sigur Jóhannus Egholm Hansen. – Tað er tí óheppið, at stríðið millum næst­for­mann bankans og nevnd Fígg­ingargrunnsins fær hesa avleiðing so stutt und­an eini skráseting av Før­oya Banka á føroyska virðis­brævamarknaðinum og á danska børsinum, heldur hann. – Hetta kann møgu­ liga órógva einskiljingar­ gongd­ina og skapa iva um vakstrarætlan bankans eftir at einskiljingin er framd. Hinvegin er tað ein natúrlig avleiðing, at tá ið ein nevndar­ limur er ósamdur við tí parta­eigara, hann er valdur av, tekur nevndarlimurin seg aftur, sigur nú fráfarni næstformaðurin. Næstformaðurin í nevnd Føroya Banka fer frá Bárður Nielsen, lands­­stýrismaður í fíggjar­málum, hevur higartil havt ta fatan, at Fígg­ing­ar­grunn­ur­ in hevur fylt løgtings­ sam­tyktini til punkt og prikkar. Bárður Nielsen viðgongur, at avgerðin hjá Jóhann­ us Egholm Han­sen kom óvart á hann, og sigur tað vera óhepp­ ið so tætt upp undir einskilj­ing­ina. Tí hevur hann kallað inn til fund­ar í dag VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo – Sjálvandi havi eg reager­ að upp á fráboðanina hjá Jóhannus Egholm Hansen. Tað gjørdi eg longu, tá tíð­ indini frættust í gjár við at biðja um fund við Fígg­ ing­argrunnin á middegi í dag, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður, tá vit spyrja um hansara við­merk­ ingar til, at næst­for­mað­ urin í nevndini hjá Føroya Banka, Jóhannus Egholm Hansen, nú tekur seg aftur úr nevndini. – Eg havi alla tíðina lagt dent á, at samtyktin skal fylgjast, og ta er eisini mín fatan, at hetta hevur verið gjørt til punkt og prikkar, staðfestir Bárður Nielsen. Kom óvart á hann Bárður Nielsen viðgongur, at tíðindini komu óvart á hann. – Eg havi havt ein varuga av, at arbeiði hevur koyrt rættiliga væl, fyri at siga sum er, og tí kom tað óvart á meg, tá eg hoyrdi tíðind­ ini í gjár, sigur Bárður Niel­ sen. Hann sigur eisini, at tað er óheppið við eini slíkari fráboðan so tætt upp undir einskiljingina, men metir kortini ikki, at tað fer at ávirka samlaða søluvirði hjá bankanum. – Nei, tað meti eg ikki. Tað er einki óvanligt við stór­um rembingum í støðum sum hesum, tað hava vit sæð aðrastaðni eis­ini, held­ur Báður Niel­ sen, sum metir, at tað er pot­ entialið hjá bankanum sum er avger­andi fyri prísin. Annars segði lands­stýris­ mað­urin, at hann illa gjørt ítøkiligar viðmerkingar til málið, fyrr enn eftir fundin við Fíggingargrunnin á mid­­degi í dag, sum jú var eftir evstamark at okkara var farið. Bárður á fund við Fíggingar­grunnin Landsstýrismaður finst at partamanni fyri at leggja uppskot til samtyktar um at steðga løgmanni at seta á stovn sendi­ stovu í Íslandi, tí hon skal flagga við Danne­ brog. Bjarni Djur­ holm setir spurnar­ tekin við, um ikki ketan er lopin full­ komi­liga av, tá heitt verður á løgmann um at bróta lógina, sum eitt samt Løgting sam­ tykti beint fyri jól UMBOÐAN Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Seinastu vikuna hevur mik­ il orðadráttur verið um før­oysku sendistovuna í Ís­landi, sum verður partur av donsku sendistovuni og har­við eisini kemur at flagga við Dannebrog. Hetta undrar landsstýrismannin við vinnumálum, Bjarna Djurholm, sum vísir á, at løgmaður í sambandi við fíggjarlógina fekk undirtøku at seta á stovn sendistovu í Reykjavík. Tað hendi, tá 32 tingmenn og harvið eitt samt Løgting samtykti, at sendiumboð Føroya skuldi vera partur av donsku attachéskipanini í Íslandi. Í einum lesarabrævi í blaðnum í dag setir Bjarni Djurholm spurnartekin við, um ikki ketan púrasta er lopin av, tá fyrispurningar í Tinginum, viðgerð í fjølmiðlunum og nú uppskot til samtyktar um at steðga løgmanni í Íslandi, eru komin undan kavi. Landsstýrismaðurin sigur, at hetta er tað sama sum at biðja løgmann bróta lógina, sum eitt samt Løgting sam­ tyki 21. desember í fjør. Hann heldur, at bæði fyrispurningar og uppskot til Løg­tingið, sum hansara egni partamaður, Poul Michelsen, hevur lagt fram, bert eru eftirrationaliseringar. »Nú verður symbolikkurin dyrkaður fyri at tekkjast nøkrum veljarum, skrivar Bjarni Djurholm og leggur afturat, at sjálvandi skal Merk­ ið í húnar hátt í Reykjavík, og sjálvvandi skulu vit hava ta tign, sum okkum tilkemur sum tjóð. Hesum virkar løgmaður fyri. Tað álit hevur undirritaði á honum,« skrivar landsstýrismaðurin. »Men at viðgera spurn­ ing­ar og uppskot í tinginum um at steðga løgmanni og Djurholm stuðlar Eidesgaard í flaggmáli Fíggingargrunnurin vil ikki loyva Føroya Banka at selja partabrøv til ávís fólk, áðrenn bankin verður einskildur, men ann­ars hevur grunnurin ikki lagt seg út í virksemi bankans. Tað segði Eyðun á Rógvi, formaður í Fígg­ ingargrunninum, við Út­varpið á middegi í dag, sum aftursvar til ákær­ur­ nar frá nú fráfarna næst­ formanninum í nevndini hjá Føroya banka Jóhannus Egholm Hansen. Jóhannus Egholm Han­ sen sigur millum annað, at Føroya Banki leggur forð­ ingar fyri, at bankin kann fremja vakstrarætlan sína uttanlands, men hesum aft­ur­vísti Eyðun á Rógvi í tíðindunum í útvarpinum. Formaðurin í Fígg­ing­ ar­grunninum segði eisini við útvarpið, at hann ikki metti, at tað var av stór­ vegis týdningi, at Jóhannus Egholm Hansen hevur tikið seg úr nevndini, og útvarpið staðfesti eisini, Fíggingargrunnurin ikki lagt seg út í virksemi bankans framhald á síðu 26