mánadagur 5. mars 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 45 - 5. mars 2007
Kanadiarar nokta
framvegis føroyskum
skipum at koma í
havn. Valár er í
Kanada, og politikar
arnir tora ikki at
slaka, tí teir óttast
fiskimennirnar á
eysturstrondini
Vitjan
Kári Mikkelsen
kari@sosialurin.fo
Onki ítøkiligt kom burtur
úr kanadisku sendiharra
vitjanini í siðstu viku. Eitt
av høvuðsmálunum, sum
Jóannes Eidesgaard, løg
maður, tók upp á fundi við
Frederica Gregory, sum
er kanadiskur sendiharri
í Danmark, var málið um
kanadisku havnirnar, ið eru
stongdar fyri føroyskum
fiskiskipum.
Kanadiarar eru ónøgdir
við, at føroyngar i sokallaða
NAFO-økinum hava tikið
sær rætt til at fiska fleiri
rækjur, enn NAFO hevur
ásett. Ein meirfiskiskapur,
sum føroyska fiskivinnan
sambært løgmanni hevur
søgulig rættindi til. Hetta er
fallið í ringa jørð hjá serliga
kanadisku fiskimonnunum
á eysturstrondini, ið eru
sera ónøgdir við føroyska
meirfiskiskapin. Og av tí
at val skal vera í Kanada
– antin longu í vár ella í
heyst – so tora kanadisku
politikararnir als ikki at
nerta við havnaforboðið móti
føroyskum fiskiskipunum.
Til tað standa ov nógvar
atkvøður millum fiskimenn
irnar upp á spæl.
Talan er um trý føroysk
rækjuskip,
sum
havar
roynt á hesi leiðini. Tey
eru Artic Viking, Havborg
og Fríðborg. Talan er um
stórar og góðar rækjur, ið
fáast á NAFO-leiðini, sum
er altjóða sjógvur.
Havnaforboðið er ein
trupulleiki hjá føroysku skip
unum, tí tey til dømis ikki
hava møguleika fyri at koma
inn at bunkra, men mugu
sigla alla leiðina til Íslands
ella Føroyar at gera hetta.
Onga heimild við sær
Sambært Jóannesi Eides
gaard var tað týðuligt,
at kanadiski sendiharrin
onga heimild hevði fingið
við sær at slaka í hesum
spurninginum um havnafor
boðið, og tí kom hon heldur
ikki við nøkrum lyfti.
Sjálvt um onki ítøkiligt
kom burtur úr vitjanini, so
heldur løgmaður kortini, at
tað hevði verið tað vert at
taka ímóti kanadiska sendi
harranum, ið vísir Føroyum
stóran áhuga og hevur
sett seg væl inn í føroysk
viðurskifti.
Onnur evni, ið løgmaður
og sendiharrin tosaðu um
á felags fundinum, vóru
millum annað einskiljing,
altjóðagerð og møguleikar
fyri øktum samstarvi millum
Føroyar og Kanada.
Eftir fundin við løg
mann hitti Fredericka
Gregory Bjarna Djurholm,
landsstýrismann
við
vinnumálum og Bjørn
Kalsø, landsstýrismann
við
fiskivinnumálum.
Harafturat vitjaði hon á
Fróðskaparsetrinum, Norð
urlandahúsinum, Altjóða
skrivstovuni fyri útbúgv
ingar, Listaskálan, Ríkisum
boðið og 8. flokk á Venjingar
skúlanum.
Hetta var aðru ferð, at
kanadiski sendiharrin í
Danmark vitjaði í Føroyum.
Fyrstu ferð var fyri tveimum
árum síðani.
Frederica Gregory fór
avstað aftur fríggjadagin.
Sjálvt um sjálvur
raktsturin gav eitt
minni undirskot var
samlaða úrslitið hjá
Virðisbrævamarkaði
Føroya so mikið gott,
at aðalfundurin hevur
gjørt av at rinda 1,8
mió. krónur í
vinningsbýti
Avlop
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Strategiska samstarvið hjá
Virðisbrævamarknaði Før
oya, VMF, við Kauphøll
Íslands hevur givið úrslit.
Í tíðindaskrivi skrivar
Landsbandi Føroya, at
góða rakstrarúrslitið hjá
VMF er eitt úrslit av hesum
samstarvinum.
Sum partur í samstarvinum
keypti VMF í 2004 4,4 prosent
av Eignarhaldsfelagnum.
Verðbréfaþingi hf., sum átti
Kauphøllina, frá íslendska
fíggjarmálaráðnum fyri 1,3
mió kr. Svenska partafelagið
OMX, sum rekur virðis
brævamarknaðirnar
í
Svøríki, Danmark, Finlandi
og baltisku londunum,
keypti 30. november 2006
Eignarhaldsfélagið Verð
bréfaþing hf., ið lutvíst
varð gjørt við umbýti av
partabrøvum og lutvíst við
peningaútgjaldi. VMF fekk
meira enn 10 mió. krónur í
vinningi av handlinum og
eigur partabrøv í OMX, sum
við árslok 2006 høvdu eitt
virði upp á 9,5 mió. krónur.
Partafelagið Virðisbræva
marknaður Føroya hevði
aðalfund 26. februar 2007,
har roknskapurin 2006
og býti av yvirskoti vórðu
góðkend.
Meðan hallið av vanliga
rakstrinum í 2006 var upp á
0,4 mió. krónur, hevði felagið
eitt avlop eftir skatt upp á
8,7 mió. krónur. Avlopið av
fíggjarpostum var 10,4 mió.
krónur, og felagið kemur
at rinda 1,3 mió. krónur í
virðisbrævaskatti.
Felagið samtykti á aðal
fundinum at rinda 1,8 mió.
krónur í vinningsbýti til
partaeigararnar, ið svar
ar til 20 prosent av parta
peninginum.
Partaeigarnir eru býttir í fýra
bólkar: Útgevarar, íleggjarar,
meklarar og myndugleikar.
Stórstu partaeigararnir eru
Fíggjarmálaráðið, sum eigur
44 prosent og Landsbanki
Føroya við 30 prosentum.
Hinir partaeigararnir, sum
standa í roknskapinum,
eiga 25 prosent av partapen
inginum.
Tveir nevndarlimir stóðu
fyri vali. Teir eru Stefán
Halldórsson og Tummas
Eliasen, sum báðir vórðu
afturvaldir í nevndina fyri
tey komandi trý árini.
Føroysk skip í kanadiskum valstríði
Vinningsbýti av virðisbrævahandli
Hóast hon skilir føroysku sjónarmiðini, so kundi kanadiski sendiharrin í Danmark, Frederica
Gregory, ikki lova løgmanni, at forboðið móti føroyskum skipum í kanadiskum havnum verður
avtikið í bræði
Mynd: Løgmannskrivstovan
Samlaða avlopið hjá Virðisbrævamarknaði Føroya, VMF,
var so mikið frægt, at felagið á aðalfundi í síðstu viku gjørdi
av at rinda 1,8 mió. krónur í vinningsbýti. Høvuðseigarar
eru Fíggjarmálaráðið og Landsbankin við ávikavist 44 og 30
prosentum
Bretar til Noregs
Ongantíð hava so nógv bretsk ferðafólk vitjað í Noregi sum
nú, og norska ferðavinnan ætlar at fremja fleiri átøk fyri at
fáa uppaftur fleiri bretar at vitja. Hagtølini vísa, at 250.000
bretsk ferðafólk vóru í Noregi í fjør, og tað var 19 prosent
fleiri enn í 2005. Bretsku ferðafólkini hava serliga áhuga
fyri ferðunum hjá Hurtigruten fram við landi, og leiðslan
har ætlar sær at skipa fyri fleiri sølufremjandi tiltøkum fyri
at fáa uppaftur fleiri bretar til Noregs.
Fekk brugdu í garni
Einar Pedersen fekk ein hvøkk, tá hann fríggjadagin var í
ferð við at draga nøkur toskagørn, sum hann hevði standandi
í Tysefjørðinum í Norðurnoregi. Brádliga varnaðist hann,
at eitt ella annað stórt var í einum garni, og tað vísti seg
at vera ein hálvan fjórða metur langur hávur. Seinni bleiv
staðfest, at talan var um eina brugdu. Fiskifrøðingarnir
siga við Nordlys, at hetta brugduslagið kann blíva heilar
12 metrar til longdar.