mánadagur 5. mars 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 45 - 5. mars 2007
Ferðavinna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Sandur: – Allur heimurin
eigur at fáa eyguni fyri tí,
sum Sandoyggin hevur at
bjóða fram!, sigur Fríðtór.
Hann hevði bert verið
fáar tímar í sínum, tá hann
fekk fyrstu forvitnisligu
vitjanina.
Í samband við verkætlanina
Søguslóðir vóru umboð
fyri ferðavinnuna og tíð
indatænastuna á vitjan á
Sandi, har greitt varð frá
hesi ætlanini við orðum og
myndum.
Henda dagin varð eisini
lagt fram eitt vakurt kort
við øllum søguligum upp
lýsingum um oynna.
Hetta er eitt kærkomið
amboð hjá nýggja kunn
ingarleiðaranum at markn
aðarføra Sandoynna sum
ferðavinnuoyggj.
– Tað ræður bert um at
fáa okkara image og so at
fáa tað marknaðarført, sigur
ein bjartskygdur Fríðtór
Debes.
Hann hevur áður arbeitt
sum sølumaður av vørum.
Nú skal hann “selja” eina
heila oyggj!
Søgumettað oyggj
Fríðtór er upprunaliga úr
Skopun, og at hann nú gjørdist
leiðari av Kunningarstovuni
á Sandi, hevur sjálvandi sína
frágreiðing.
Henda stovan hevur verið
ómannað í eina tíð, og nú teir
søktu eftir nýggjum leiðara,
avgjørdi Fríðtór at søkja
starvið. Og fekk tað!
– Eg helt at starvið ljóðaði
spennandi. Og so kom eg jú
eisini aftur til røturnar hjá
mær.
– Samstundis síggi eg
nógvar møguleikar fyri ferða
vinnuni her í økinum, greiðir
Fríðtór frá um søgumettaðu
føðioyggj sína.
Fyrsta amboðið á hesi
leiðini fekk hann longu sama
dagin, hann var til arbeiðis:
Tá varð nevniliga givið út
eitt kort yvir øll tey søguligu
støðini á Sandoy, Skúvoy og
á Stóru Dímun.
– Ja, mín uppgáva verður
heilt stutt at skipa soleiðis
fyri, at ferðafólkini ikki
steðga upp í høvuðsstaðnum
ella norðanfyri.
– Sandoyggin hevur sera
nógv at vísa fram. Eg skal
tí gera mítt til, at hon verður
meiri sjónlig, slær nýggi
kunningarleiðarin fast.
Pening eftir í oynni
Tá vit prátaðu við nýggja
kunningarleiðaran hósdagin,
var hann illa nokk byrjaður í
arbeiðinum.
Fríðtór hevur kortini sett
sær nøkur mál fyri framman.
Hann er nevniliga í teirri
hepnu støðuni, at tað longu
finnast skipað tiltøk og fleiri
skipaðir túrar í og kring
oynna.
– Eg fari nú at seta meg
inn í øll hesi produktini. Og
so verður mín uppgáva at
útbyggja tey enn meiri.
– Uppgávan verður har
aftrat at skipa soleiðis fyri
at, peningur verður lagdur
eftir í oynni, og so at fáa
oyggjarfólkið at trúgva uppá
at ferðavinnan ber til.
Tunnil um seks ár
Hóast oyggin er vøkur og
nógv fólk vitja í Sandoy,
er Fríðtór greiður um at tað
eru viðurskifti, sum ikki eru
nóg góð: Millum hesi eru
møguleikarnar fyri gisting
og eting.
– Ja, hetta eru nakrir av
trupulleikunum innan ferða
vinnuna. Men hinvegin, tað
má bera til at fáa slíkt at bera
seg.
Á Sandi er eitt hotell sum
er opið við millumbilum, og
í Skopun er ein matsøla, har
ein kann keypa sær okkurt til
matna. Í aðrar mátar er hetta
ein mangulvøra í oynni.
– Okkurt má gerast her.
Eingin ivi um tað. Um eini
seks ár – kanska – verður
koyrandi við tunli til
Sandoy.
– Tá skuldi helst eitt hotell
ella okkurt líknandi staðið
onkustaðni her í oynni, sigur
Fríðtór.
Í dag er møguleiki hjá
fólki at leiga sær hús í fleiri
av bygdunum, bæði til fam
iljur og størri bólkar.
Nýggi kunningarleiðarin
sær tað tí sum sína stóru
uppgávu at fáa sandoyingar
sjálvar at trúgva uppá at tað
ber til at hava eina ferðavinnu
her.
Ein av hesum møguleikum
er tilboðið um Ból & Bita.
Eyka inntøkur
Fríðtór hevur sjálvur ferðast
uttanlands og hann hevur tá
lagt merki til, hvussu nógvir
møguleikar eru fyri hesum í
øðrum londum.
Hann hevur sæð hetta
við Bed & Breakfast m.a. í
Hetlandi og mongum øðrum
støðum. Óansæð, hvar ein
fór, sá ein smá skelti við
hesum tilboðnum í góðum
húsum.
– Eg royndi sjálvur henda
møguleikan, og tað var bara
fínasta slag. Eg haldi, at
føroyingar gera alt ov lítið
burtur úr hesum.
– Her kundi verið ein
møguleiki fyri eini lítlari
inntøku, til dømis hjá einum
eldri pari.
– Jú, her er avgjørt okkurt
at heinta, sigur Fríðtór.
Skal selja Sandoynna kring
Bíða í Leirvík
Hóast 10 mánaðir eru farnir, síðani Løgtingið samtykti
at gera veg niðan fyri bygdina í Leirvík, er ikki líkt til, at
arbeiðið byrjar í bræði. Málið var í friðingarnevndini fyri
Eysturoynna, sum vrakaði uppskotið hjá Landsverki, men
stovnurin hevur síðani lagt tað fyri Yvirfriðingarnevndina.
Í vinnumálaráðnum liggur ein kæra frá kommununi um
vegaíbinding, og heldur ikki haðani er nakað svar komið,
skrivar heimasíðan hjá kommununi.
Ung eru ávirkað
Ein kanning hjá einari skaðastovu í danska býnum Kolding
vísir, at rættiliga nógv ungfólk, sum koma hagar, eru
ávirkað av rúsdrekka ella rúsevnum. Tað seinasta árið hevur
skaðastovan kannað ungfólk millum 13 og 17 ár, sum eru
komin hagar, og tað vísir seg, at triði hvør av teimum 17
ára gomlu er ávirkaður av rúsdrekka ella rúsevnum. Men
tey yngru eru ikki nógv mætari, og tí ætla myndugleikarnir
í býnum nú at seta tiltøk í verk.
Hósdagin í farnu viku byrjaði Fríðtór
Debes í starvinum sum leiðari á
kunningarstovuni á Sandi.
Hann sær nógvar møguleikar fyri
ferðavinnuni í oynni – ikki minst tá
Sandoyartunnilin gerst veruleiki
Mín uppgáva verður í heilt stuttum at
skipa so fyri, at ferðafólkini ikki steðga
upp í høvuðsstaðnum ella norðanfyri. Eg
skal tí gera mítt til, at Sandoyggin verður
meiri sjónlig
”