Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 45 - 5. mars 2007 g allan heim Á Sandoynni finnast nógv søgufróð fólk og nógvar søgur eru at siga frá. Her greiðir Sólvit Simonsen á Sandi frá eini hending í Sands kirkju, meðan Fríðtór Debes lýður á Mynd: Jens Kr. Vang Heimurin er okkara marknaður Fyri Fríðtór er eingin ivi um, at ferðavinnan fer at hava stóran týdning fyri føroyska búskapin í framtíðini – ja, henda vinnan fer at verða eitt av stóru beinunum, sum Føroyar fara at standa á. - Her eru óanaðir møguleikar, sum hann tekur til. Um hugt verður eftir fiskivinnuni, so kann talan verða um góð ár ella um ring ár. Tá talan er um ferðavinnu í Føroyum er hon ikki ávirkað av slíkum viðurskiftum. Hon kann bara økjast! - Hugsa vit veruliga um tað, er allur heimurin okkara marknaður. So er bert upp til okkum at fáa marknaðarført Sandoynna. - Oyggin er óspilt, lægsta oyggin og so er hon eisini sera vøkur. Ja, tað ræður um at finna okkara egna image fram, og sum fólk vilja fáa lut í, sigur Fríðtór. Fleiri gistingar Alt fleiri gista á hotellunum í Íslandi. Í januar vóru næstan 50.700 gistingar, og tað var heilar 10.300 ella 26 prosent fleiri enn í januar í fjør, skrivar Morgunblaðið. Hagtølini vísa, at øll hotellini kring landið fingu ágóða av vøkstrinum burtursæð frá hotellunum á Norðurlandinum. Tað vóru serliga teir útlendsku gestirnir, sum gjørdu mun í januar. Útlendsku gistingarnar vóru 34 prosent fleiri enn í januar í 2005. Tær íslendsku vóru 9 prosent fleiri. Nýggi kunningarleiðarin á Sandoyar Kunningarstovu Fríðtór Debes hevur áður arbeitt sum sølumaður, m.a. hjá Eysturoyar Heilsølu. Nú skal hann “selja” Sandoynna útlendingar Mynd: Jens Kr. Vang Um eini seks ár – kanska – verður koyrandi við tunli til Sandoy. Tá skuldi helst eitt hotell ella okkurt líknandi staðið onkustaðni her í oynni ” Lobby í Bruxelles Fíggjarnevndin hjá grømlendska Landstinginum og er í hesum døgum á vitjan í Bruxelles saman við nøkrum embætisfólkum. Formaðurin í nevndini, Ellen Christensen, sigur við grønlendska útvarpið, at nevndin fer at tosa við limir í ES-tinginum um ávís viðurskifti, eitt níu handil við kópaskinnum. Í hesum sambandi ætlar nevndin at greiða ES-tinglimunum frá, at grønlendingar drepa ikki kóp á sama ógvusliga hátt sum kanadiumenn. Á Sandi verða í løt­ uni gjørdar fyri­reik­ ingar til at fara undir nýggjan barnaskúla. Tann verandi er meiri enn 120 ára gamal, og er ikki tíðarhóskandi longur Skúli Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sandur: – Gongur sum ætl­að kunnu vit bjóða tann nýggja barnaskúlan út í summar, sigur Páll á Reyna­ túgvu, borgarstjóri á Sandi. Arbeitt hevur verið við hesi ætlanini í eini fimm ár, har fólk úr kommununi, skúlastýrinum og lærarar hava tosað saman um krøv, stødd og annað í sambandi við ætlaða skúlan. Nú er liðugt at tekna upp­skotið, og fer sjálv pro­ sjekteringin í gongd í næst­ um. Um tríggjar mánaðir ella so skal arbeiðið kunna bjóðast út. – Her verður talan um ein góðan barnaskúla til dags­ins standard, sigur borgarstjórin við Sosialin. Í uppskotinum verður eisini tikin hædd fyri einum hugsandi fólkavøkstri, um ætlaði Sandoyartunnilin gerast veruleiki. Snotuligur skúli Gamli bygdarskúlin hevur nú tænt fyri seg í 123 ár. Í løtuni ganga einir 40 næm­ingar í 1. til 4. flokki í skúlanum. Her vóru upprunaliga tvær skúlastovur og íbúð til lær­aran. Síðani eru broyt­ ingar framdar, soleiðis at skúlastovurnar eru vorðnar fleiri. Men hetta er hóast alt ikki nóg mikið til at nøkta dagsins tørv á einum barna­ skúla. Tí hevur ein arbeitt við ætlanini um ein nýggjan bygdarskúla. Hesin nýggi skúlin fer at hava fimm vanligar stov­ ur, umframt einar 8-10 serstovur. Ætlandi fer sjálv byggingin av taka hálvt­ annað ár. Skúlin kemur at standa í bønum omanfyri timb­ ur­handilin á Sandi. Hann verður í tveimum hæddum og fer at hava lyftu. Í løtuni ganga næming­ar­ nir í 5. og 6. flokki á Sandi í Meginskúlanum í Sandoy. Men tá nýggi barnaskúlin er liðugur fara hesir næm­ ingarnir aftur heim á Sand at ganga í skúla. Sum skilst er talan um ein sera snotuligan bygning. Nýggjur skúli til Sandsbørn Stórur eftirspurningur er eftir grundøkjum í Runa­ víkar kommuni. Farið er undir at selja grund­øki framvið einum vegi í Rituvík. Hesin veg­ ur­in skal gerast, og hevur nústani fingið navn. Av hesi orsøk varð neyð­ugt at geva hesum vegastrekkinum eitt navn. Og á seinasta býráðsfundi hjá Runavíkar býráð varð avgjørt, at vegurin í hesi útstykkingini skal eita “í Kass”. Á Skálafirði er somuleiðis ein nýggjur vegur tikin í nýtslu, uttan navn. Á sama býráðsfundi varð skotið upp at vegurin skal kallast “Gerðavegur” av teirri einfaldu orsøk, at vegurin gongur gjøgnum fleiri gerði. sb. Selja fyrst – gøtunavnið kemur aftaná Børnini á Sandi sleppa um nøkur ár í nýggjan barnaskúla Mynd: Jens Kr. Vang