mánadagur 5. mars 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 45 - 5. mars 2007
Tað er ikki eiti á undanstøkkingum í Tinganesi,
nú flytingin av Strandferðsluni ikki fær heilt
somu umrøðu, sum partur av politiska valdinum
kundi hugsað sær. Ein umrøða, sum helst skuldi
snúð seg um positivu effektina av miðspjaðing
og økismenning.
Tann partin eru tað nú heldur ikki so nógv, sum
hava gramt seg um. Okkurt hissini gleps frá mið
staðarpolitikkarum var helst væntandi, og hesi
hava so eisini verið frammi.
Veruliga gølan er hinvegin politiska handfaringin
av málinum. Ein handfaring, sum er greitt brot á
spælireglurnar innan almenna arbeiðsmarknaðin,
og sum hartil hóttir við at leggja ein týdning-
armiklan stovn í skeljasor.
Men politiska royndin tykist nú vera at káva
útyvir veruleikan við at flyta fokus.
Løgmaður sigur talan ikki vera um týðandi broyt
ing í stovnsbygnaðinum, tá ein funktión verður
flutt landafrøðiliga. Tað kann hann so royna at
greiða teimum frá, sum skulu nýta fýra tímar í
ferðing um dagin, um tey framvegis ætla at sita
í starvi sínum. Eitt starv, sum flestu starvsfólkini
helst trívast væl í, og sum tey hildu var við til at
geva lívinum innihald.
Fíggjarmálaráðharrin heldur tað vera átaluvert,
at tíðindini lóku til miðlarnar, áðrenn kunnandi
fundur var við starvsfólkini. Vit halda tað vera
átaluvert, at trý samdøgur skuldu ganga frá avgerð
til kunning, soleiðis at miðlarnir høvdu møgu
leika at snodda seg framat tíðindunum, áðrenn
starvsfólkini vórðu kunnað. Hetta er partur av tí
at flyta fokus. Tí fokus eigur at verða sett á alla
viðgerðina sum heild, eitt nú hví álitisfólkini
ikki hava verið kunnað osfr. Og ikki hví tíðindini
komu út ov tíðliga.
Innlendismálráðharrin heldur, at tað er uppgávan
hjá einum komandi stjóra at byggja stovnin upp,
um hesin nú fer í skeljasor. Neyvan verður lætt
at finna skikkaðar kandidatar at søkja stjórastarv
undir einum landsstýrismanni, sum sýnir somikið
lítla virðing fyri tí, ið aðrir hava bygt undan
honum. Vit eru ikki ímóti miðspjaðing og økis
menning, men hon má gerast skipað og má botna
í meira enn vanligum valagni.
Sosialurin
Ring handfaring av SSL
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jens Dalsgaard
Góði Jákup Mørk,
í Sosialinum nr. 44 hevur
tú so ilt av, at Hoyvíkshøllin
eitur so, sum hon eitur. Hjá
mær er beint mótsætt.
Hvørja ferð eg koyri fram
við henni, hugsi eg, at her
hevur onkur verið við hepn
ari hond.
Orðið ‘vík’ er serligt, tí
tað hevur tveir formar í
hvørsfalli eintali: ‘víkar’ og
‘víks’. Teir vísu eru ikki
samdir um, ella vita ikki,
hví hetta er so. Vit onnur
kunnu kortini síggja, at tað
er so. Tú kann royna at
spyrja eitt eldri fólk, sum
ikki er skúlað í formellari
mállæru um hetta, og tað
ivast ongantíð. Tað skuldi
sanniliga eisini talt!
Málrøkt er ikki bara at
finna strangar reglur, sum
málið so skal kroystast eftir,
men málrøkt er eisini at
lurta eftir, hvussu tað nú eit
ur, hvussu sagt verður.
Grammatikk er bara ein
fátæk roynd at beskriva eitt
mál so frægt, sum tað ber
til. Neyvan nakað mál - utt
an kanska esperanto, sum
er totalt turrgelt - hevur
eingi undantøk frá (høvuðs)
reglunum. Og tað er ein ver
uleiki, at tungumál sjálvi
eru nógv eldri enn gramma
tikk. Hetta er ikki minst
galdandi fyri føroyskt, ið
vaks upp sum talað mál,
heldur enn skrivað.
Eg eri sjálvur uppvaksin
við eina vík: Skálavík. Vit
siga: ’til Skálavíkar’ (beint
eftir regluni), men samtíðis
eitur tað ’Skálvíksvegurin’.
Menn fara út á ’Skálvíks
havið’, og tað eitur ’ein
skálvíksdrongur’.
Soleiðis kunnu vit blíva
við: Ein kendur maður var
Hoyvíks-Líggjas, ein annar
Kvívíks-Tummas. Og so
ikki at forgloyma sjálvan
Lorvíks-Páll, sum Sjóvar
bóndin yrkti um fyri meir
enn 200 árum síðani. Og
lurta eftir, hvussu Janus yrk
ir í 1943:
”Á fúkandi ferð gjøgnum
Elduvíkslíð,
á hestbaki fór hon, føgur og
fríð,
við sekstan sumrum á baki.”
Tað má sigast, at sjálvsálit
bilar teimum málsligu ráð
gevarum ikki, sum kunnu
ráða til, at vegurin gjøgnum
Elduvíkslíð skal eita Eldu
víkarvegur.
Nei, málsliga er navnið
’Hoyvíkshøllin’ púra rætt.
Ps. Her á leiðini siga vit
Rituvíksvegurin og Æðu
víksvegurin.
»Á fúkandi ferð gjøgnum Elduvíkslíð…«
Finnleif Guttesen
...fær fólk til at mála
fanan á veggin
Ein tjóðveldislandsstýris
maður dittaði sær til at siga
embætisvaldinum í Tórshavn
ímóti og flutti Almenna-og
heilsuskúlan til Suðuroyar
og gav hendan stórhending
4, skrivar fýra, almenn
størv.
Onkur “landspolitikkari”
segði, at høvuðsstaðurin var
við at doyggja út.
Nú er tað ein fólkafloks
landsstýrismaður úr Suðuroy,
ið endaliga hevur fingið
fingurin út, og dittar sær til,
at siga embætisvaldinum í
Tórshavn ímóti við at flyta
20 almenn arbeiðspláss til
Suðuroyar. Og hendan ætlan
fær allan høvuðsstaðin upp
í øsing.
Onkur “landspolitikkari”
sigur, at høvuðsstaðurin er
við at doyggja út.
Nær fóru øll hesu østu fólk
í høvuðsstaðnum á barrikad
urnar fyri tímaløntu arbeiðs
kvinnunum og manninum,
tá$ ið tey vóru søgd úr stavi
ella teirra arbeiðspláss var
flutt.—Svarið er ongantíð!
Sum orðatakið sigur, her
er roykur men eingin grind.
Sofus Joensen
Kollafirði
Nú skulu teir lækka valald
urin í 16 ár. Eg mátti smílast,
tá eg hoyrdi tað, tí kann ein
16 ára gamal veljast inn á
ting, so kann hann, ið hvussu
so er í teoriini, eisini gerast
løgmaður ella ráðharri av ein
um hvørjum slag. Tað sum
fekk meg at smílast er, at
hvussu skal ein politikkari
kunna takast fyri fult, tá
hann ikki kann skriva ein
tann einasta sáttmála undir,
uttan at foreldrini eru hjá?
Tú ert ikki myndigur, fyrr
enn tú ert 18. 16 ára gomul
kunnu ikki fara í Rúsuna
at keypa sær eina øl, ella
seks! Tey kunnu ikki keypa
sigarettir, ella roykja. Tey
kunnu ikki fáa koyrikort,
ella koyra. Tey kunnu ikki
fara í til dømis Elding at
keypa eitt stereoanlegg upp á
avbetaling, uttan at foreldrini
vátta. Hetta er einki annað
enn fullkomin panikkur hjá
summum flokkum, at trá
royna eftir teimum síðstu
viðkvomu atkvøðunum.
Skal lógin broytast við
nøkrum trúvirði á einum
øki innan fyri ein bólk, so
er neyðugt at broyta alt í
bólkinum!
Jens
Dalsgaard
Almenn størv úr Tórshavn til Suðuroyar
Valaldurin niður
Tvøroyri
Finnleif
Guttesen
Kollafirði
SOFUS
JOENSEN