mánadagur 5. mars 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 5. mars 2007
11
tíðindi
- Alt løgtingið atkvøddi
21. desember fyri, at sendi
stova Føroya í Íslandi skal
vera partur av donsku att
achéskipanini á donsku
sendistovuni í Reykjavík
VIÐMERKING
Bjarni Djurholm
Í november kunnaði løgmaður
landsstýrið um, at hann hevði
tikið avgerð um at stovna sendi
stovu Føroya í Reykjavík. Upp
skotið skuldi á fíggjarlógina fyri
2007. Løgmaður fekk fulla und
irtøku fyri ætlan síni.
Tá uppskot løgmans var orð
að, var tað í samsvari við utt
anríkispolitisku heimildirnar
so leiðis, at vit kunnu fáa sendi
umboð í Íslandi við somu tign,
sum okkara sendimenn í Brux
elles og London hava.
At sendiumboð okkara skuldi
vera partur av donsku attaché
skipanini í Íslandi gjørdi undir
ritaða nakað ivandi, tá Ísland av
mongum – og av røttum, verður
fatað øðrvísi enn onnur lond
(sum eisini Poul Mohr lýsti her
fyri). Tí varð bíðað við spenn
ingi eftir hvat løgtingið fór at
siga.
19. desember legði fíggjar
nevndin álit fyri løgtingið, og
varð allur ivi hjá undirritaða
gjørdur til skammar.
At meirlutin í fíggjarnevndini
tók undir við uppskoti løgmans
var kanska væntandi, men eisini
minnilutin, tjóðveldið, duplaði
uppskot løgmans í sínum áliti
við hesi orðing (beinleiðis endur
givið):
»Í sambandi við, at Hoyvíkssátt
málin er komin í gildi, eru vit
nú komin til, at tað er av stór
um týdningi, at føroysk sendi
stova verður sett á stovn í Ís
landi, sum kann hjálpa føroyska
vinnulívinum og føroysku al
mennu skipanini á staðnum. Tí
skil hevur Landss týrið avgjørt at
seta eitt sendiumboð við somu
tign, sum okkara sendimenn í
Brúss el og London, í Íslandi.
Sendiumboðið verður partur av
donsku attachéskipanini og fær
innivist á donsku sendistovuni í
Reykjavík.«
Sostatt tók tjóðvelið ikki bert
undir við orðing løgmans, men
gjørdi hana beinleiðis til sína
egnu. Atkvøðuúrslitið í løgtingi
num var eisini samsvarandi
markleysu vælvildini. 21. des
ember varð uppskotið samtykt
við 32-0-0 atkvøðum! Ja, tú les
ur rætt – 32 tingmenn atkvøddu
ja, eingin blankt og eingin nei.
Allir tinglimir atkvøddu fyri,
at sendiumboð Føroya í Íslandi
skal vera partur av donsku atta
chéskipanini og fáa innivist á
donsku sendistovuni í Reykja
vík.
Undirritaði var ovfarin av hesi
málsgongd. Men tingið ger, tað
tingið vil - og løgtingið hevur
altíð rætt. Sendistova okkara í
Íslandi var soleiðis við løgtings
lóg løgd til løgmann at
avgreiða.
Bróta lóg
Síðani hava fyrispurningar verið
í tinginum, viðgerð í miðlunum
og nú uppskot til samtyktar um
at steðga løgmanni í Íslandi!?
Nú skal løgtingið heita á løg
mann um at bróta lógina, sum
alt løgtingið samtykti 21. desem
ber? Er ketan ikki púra lopin
av?
Spurningar og uppskot eru
tær beru eftirrationaliseringar.
Nú verður symbolikkurin dyrk
aður fyri at tekkjast nøkrum velj
arum.
Sjálvsagt skal Merkið í húnar
hátt í Reykjavík, og sjálvsagt
skulu vit hava ta tign, sum okk
um tilkemur sum tjóð. Hesum
virkar løgmaður fyri. Tað álit
hevur undirritaði á honum.
Men at viðgera spurningar og
uppskot í tinginum um at steðga
løgmanni, og fáa hann at bróta
løgtingslóg, sum 32 tinglimir
hava samtykt, er beinleiðis kom
iskt, fyri ikki at siga tragiukom
iskt.
Undarligt, at fjórða statsvald
ið í sínum avdúkandi journalist
ikki ikki hevur varnast hetta?
Sjálvsagt skal Merkið í húnar hátt!
- Tað er beinleiðis komiskt at
viðgera spurningar og uppskot í
tinginum um at steðga løgmanni
og fáa hann at broyta eina løg
tingslóg, sum 32 tinglimir hava
samtykt, heldur Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður
Napolion Magnuss en
Eg skal hervið boða frá, at eg
havi meldað meg úr Føroya
Javnaðarflokki. Eg eri sostatt
ikki at meta sum stuðul hjá
Javnaðarflokkinum meira,
eri ein javnaðarmaður á síð
ulinjuni.
Hetta er, sum verða man,
ein tung avgerð. Eg havi
kanska ikki so øgiliga leingi
verið limur, men eg havi altíð
verið javnaðarmaður. Og tær
hugsjónirnar fari eg uttan iva
framvegis at bera.
Á seinasta ársfundi Javnað
arfloksins, ið var hildin her
í Miðvági í november sein
asta ár, umframt á einum
floksleiðslufundi, hildin í
Miðlahúsinum fyrr sama
ár, nevndi eg eisini ónøgdina
millum javnaðarfólk, at vit
einki høvdu at spegla okk
um í meira. Og tann speg
ilsmyndin er als ikki blivin
betur síðan tá, men bara
versnað.
Eg umhugsaði mína støðu
fyri einum ári síðan, tá
táverandi formaðurin í Fram
taksgrunninum bleiv drigin
ígjøgnum eina sera eirinda
leysa og óndskapsfulla við
gerð. Tá valdi eg at siga sum
minst alment, men nú er mær
ovboðið. Tá nú stólurin verð
ur ryktur undan 20 fólkum
á Strandferðsluni á sama,
ljóta og ómenniskjaliga
hátt, og enn einaferð undir
leiðslu Javnaðarfloksins,
síggi eg at tað ikki var eitt
einkult tilfeldi, men ein
moralsk snaring á somu
køldu og kynisku leið sum
Fólkaflokkurin einamest er
eyðkendur fyri, og sum eg
als ikki vil standa aftanfyri
á nakran hátt.
Hetta skal ikki miss kiljast
við at eg eri ímóti at flyta
stovnar úr Havnini. Tað er
alneyðugt, men skal gerast á
ein virðiligan og sømiligan
hátt við menniskjuligum
atliti, ikki við jánkasligum,
politiskum motivum.
Tað eru fleiri aðrar avgerð
ir og viðgerðir á sama bógv,
ið eg ikki taki undir við og
tískil ikki kann spegla mær
í. Millum annað onkrar
einskiljingartilgongdir og
handfaringin av fiskivinnu
okkara sum heild. Og so er
ikki at gloyma ta viðgerð,
ið kommunurnar hava
fingið. Tær hava í fleiri
førum fingið uppgávur og
avgerðir smoygdar yvir seg
uttan líkinda viðgerð og fyri
reikingartíð, men bert fyri at
fáa onkra fíggjarlóg at ganga
upp. Og tað eru ætlanir við
meira av tílíkum.
Í Javnaðarflokkinum eru
nógv góð fólk. Har eru tó
ikki fólk, ið duga at tryggja
at hugsjónirnar verður fylgd
ar. Har eru, eftir mínum
tykki, alt ov nógv fólk, ið
góðtaka ymiskt sum gongur
ímóti hugsjónum floksins,
ov nógv, ið sita og forsvara
avgerðir, ið eru langt av javn
aðarkós.
Vónandi fær henda avgerð
mín onkran at vakna, og antin
at rætta Javnaðarflokkin á
kós, ella at seta á stovn annan
flokk við somu hugsjónum.
Tí javnaðarhugsjónini er
tað brúk fyri til at uppihalda
einum natúrligum balansa í
føroyskum politikki.
Við Eirkstoftir á kvøldið,
hin 4. mars 2007.
Eg meldi meg úr Javnaðarflokkinum
Napolion
Magnussen
Helgi Abrahamsen
Poul Michelsen sigur í sam
røðu við Sosialin, at hann
fer at leggja uppskot fyri
tingið um at sendistovan í
Reykjavík skal flagga við
føroyskum flaggi. Um tað
ikki ber til, so fer hann at
skjóta upp at gera sendistov
una til umboðss tovu, tí tá er
einki til hindurs fyri at
brúka føroyska flaggið.
3. mai 2002 hevði Dimm
alætting eina samrøðu við
Marjun Hanusardóttir, løg
mansstjóra, í sambandi við
at umboðss tovurnar vórðu
gjørdar til sendistovur. Eg
loyvi mær at endurgeva ein
part av samrøðuni her:
- Nú er so talan um am
bassadur ella sendistovur.
Merkir tað, at føroysku um
boðsstovurnar uttanlands
hava fingið eina nýggja
tignarstøðu og størri diplo
matiskan týdning?
- Nei, innihaldið er tað
sama sum fyrr. Vit hava
ikki føroyskar ambass adur
uttanlands. Føroyar eru ikki
ein sjálvstøðug tjóð, og tí
ber ikki til hjá okkum at
hava ambass adur so, sum
onnur lond hava.
- Men sendistovur og am
bassadur eru tvey orð um
sama fyribrigdi.
- Ja, men vit leggja okk
ara egna týdning í heitið
sendistovur. Vit siga jú eis
ini um okkara aðalstýrir, at
tey eru ministeriir ella ráð
harrastovur.
- Vil tað siga, at vit heldur
ikk i hava sendimenn, so sum
fyriskipanin sipar til?
- Jú, vit hava okkara
sendimenn, men teir eru
ikki ambass adørar. Teir eru
okkara umboð uttanlands,
eins og teir hava verið hig
artil, greiðir løgmansstjórin
frá.
- Er tað rætt at brúka hesi
heitini, tá tey kortini ikk i
svara til innihaldið?
- Ja, vit hava valt at brúka
hesi altjóða heitini, men sum
nevnt er innihaldið okkara
egna.
- Er tað ikk i at prýða seg
við læntum fjaðrum at kalla
umboðsstovurnar fyri sendi
stovur, tá tær kortini ikk i eru
veruligar sendistovur?
- Nei, eg haldi ikki, at
nakar pyntar seg. Vit dylja
jú ikki, at talan ikki er um
ambass adur, sigur Marjun
Hanusardóttir, løgmans
stjóri. (endurgeving endað)
Poul Michelsen sigur, at við
at broyta heitið “sendistova”
til “umboðss tova”, so er
málið loyst. Men er tað so
sum Marjun Hanusardóttir
sigur, so eru sendistovurnar í
veruleikanum umboðss tovur,
bara við einum øðrum
heiti.
Hvør er so trupulleikin?
Loysnin er funnin - nú manglar bara at finna trupulleikan
Helgi
abrahamsen
Jonhard Mikkelsen vírsir
í grein í Sosialinum
fríggjadagin annan mars
á málspillu og villur í lýs
ingini frá Fyribyrgingar
ráðnum um tubbak. Takk
fyri tað og eg harmist eins
og tú um villurnar. Men
um orðið ”live” eri eg tó
í iva.
Afturlítandi má eg við
ganga, at tá lýsingarstovan
vísti mær uppskotið um
at seta enska orðið ”live”
inn í tekstin, tók eg undir
við tí. Grundirnar hjá
mær vóru at ”live” eftir
míni fatan ikki var ein
partur av tekstinum, men
at rokna sum ein partur
av myndaheildini í lýsing
ini. ”Live” hevði týðiligt
frábrigdi í tekstinum, tí
tað var skrivað við aðrari
skrift og við reyðum.
Hetta orðið, sum flest all
ir ungir føroyingar kenna
eins væl og teirra móður
mál, skuldi spæla upp á
tess margfaldu týdningar
á enskum: bæði boðshátt
in, ynskisháttin og lýsing
arháttin. Ella á føroyskum
“liv!”, “tú livi” og “liv
andi”.
Kann vera, tú hevur
rætt, at onkur, møguliga
mong, hava miss kilt lýs
ingina, men tað er so prís
urin, vit mugu gjalda, tá
vit royna at vera ”fiks”
og vilja geva einum turr
um boðskapi flog. Tað
var ikki okkara ætlan at
bjóða enskum orði inn til
okkara at vera, men bert
at brúka eitt alkent orð,
júst sum tá vit bjóða Clint
on at røða okkara mill
um.
Live – liv, livi og livandi
Formaður,
Fyribyrgingarráðið
Pál weihe