Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 45 - 5. mars 2007 Dávur Winther Setti meg áhugaðan at hyggja at Mentanartíðindunum í Kring­varpinum 2. mars; men gjørdist enn einaferð varð­ugur við, at hesi eru søg­ur um mentanar- og nátt­ ar­lívið í Havn. Í Fuglafirði hendi eitt stórt frambrot í ment­an­ar­ heim­i­num – ikki tað varð tik­ið upp á tungu av Public ser­vice-statiónini. Nykurin í Fuglafirði Í Fuglafirði hevði Frits Jo­hann­ esen skrivað ein sjáldsama góðan leik við støði í søguni um Nykin, sum vit kenna hana. Við hepnum hugflogi hevur hann í hesum leiki funn­ið fram staðarnøvn og nøvn á persónum úr grann­a­ um­hvørvinum í Fuglafirði. Hetta er ein sangleikur, sum tónleikaliga er framúr. – Men mest og best av øllum er, at hann er fram­ førd­­ur av einum 6. flokki! Og tey leika øll og syngja øll, sum høvdu tey ikki gjørt annað – Tó eru tey reinir amatørar. Júst her liggur frambrotið! Men tað tykist øðrum óinteressant... Málsliga hevur leikurin dygd uttan tó at vera stívur í framførsluni av so ungum næmingum. Í stuttum sagt hava vit her eitt leikkonsept við leiki og sangi av 6. floksnæmingum, sum má sigast at vera hend­ inga heppið á mentanarliga pall­inum. Hetta er ein fongur fyri rest­ina av lívinum hjá hesum børn­um at hava verið við til og, um rætt var atborið, so eisini fyri Fuglafjarðar Skúla – Frits hevur fingið góða hjálp frá Eyð Matras og Marjun Djurhuus at seta leikin upp og Róa Eliasen klaver, Tórhalla Justinussen gittar og Jónsvein Poulsen bass - Alt dygdar arbeiði! Ein forkunnug lista­fram­ sýn­ing lat eisini upp í Fugl­ a­firði. Men heldur tú at “Ment­ an­artíðindini” í Kringvarpi Føroya tímdu at taka hetta upp á tungu?? – Nei, so eið­ a­sørt! Torradagar í Klaksvík Í Klaksvík høvdu tey eina heila viku, sum bleiv kallað Torravikan. Aðrastaðni er greitt frá, hvat hetta merkir, so tað skal eg ikki koma inn á her. Men tað er skjótt at koma eftir, at størsti partur av hesi viku hevði nógv við mentan at gera – so sum vit her norðuri eisini skilja mentan. Ein sera fjøltáttað og rúgv­ us­mikil skrá – í eina heila vika! Men heldur tú, at “Ment­ an­artíðindini” í Kringvarpi Føroya tímdu at taka hetta upp á tungu?? – Nei, so eið­ asørt! “Mentanartíðindini” 2. mars Hvat var so í “Ment­an­ar­tíð­ ind­u­num” 2. mars? 5 min. við ­tungmálmstó­ n­leik­a­bólkinum SIC, ið greiddu frá virki sínum. Men mær kunnugt sleppur drotn­ingin ikki at roykja í al- menna rúminum. Eisini ting­ ið og tingmenn hava tikið henda skilagóða tátt upp. Í innslagnum við SIC varð ein spurdur, meðan fýra royktu upp á skift. So nógv, at tað líktist meir Smyril í toku. Av somu grund fekk eg ov lítið við, hvat sagt varð. 5 min. við leikinum um Maxim Gorkij 5 min. við Rit­høv­und­a­fel­ ag­num 2 min. við mótasýning Í sjónvarpshøpi eru 5 min nógv sum innslag – Haldi, at “Mentanrtíðindini” kundu unt Nykinum í Fuglafirði 2 min. Somuleiðis hevði tað ikki verið ov nógv, um tey brúktu aðrar 2 min. upp á eina heila viku úr Klaksvík við mentan – Torradagarnir. Men kanska er hesin par­t­ ur av fiskivinuni ikki ment­ an?? Kringvarpsgjaldið Eftir hesa viðferðina, sum tíverri ikki er tann fyrsta av slagnum, havi eg hug at halda, at kringvarpsgjaldið kundi verðið heintað frá havn­ar­fólki, meðan vit ó­­mentaðu fingu somu upp­ hædd í stuðuli fyri at hyggja eftir Havnartíðindum og ann­ars mentanartíðindum úr Havn. Á henda hátt kundu vit kanska blivið eitt sindur mentaði her norðuri í myrkrinum. Og tá ið vit eru so býtt at reagera upp á hjálparloysið úr høvuðsstaðnum, so verða vit kallaðir lokalir! Lokalir – vit gera bert vart við, at nakað hendir norð­an fyri Tórgarð, sum kanska ein suðuroyingur ella heimasandsmaður kundi havt áhuga í. Men hann fær tað ikki at vita – tí Mentanratíðindini hjá Public service statión Føroya skilir ikki, ella ger sær ikki far um, hvat sker uttan fyri eingj- agarðarnar. Tó skal “Góðan Morgun Føroyar”, sum fekk ­á­koyr­ing­ ar herfyri, fyri ikki at vera nóg seriøs sending í eini Public service støð, hava rós fyri at hava víst Torr­a­ døgunum góðan ans! Hetta er kanska alt afturundirgerð í kjal­a­r­ vørrinum av mið­sav­n­ing­ar- r­ák­i­num, sum land okkara er fyri í dag. Til kunnleika sigst virka og vinna o.u. 160 fólk í saml- aða fjølmiðlaheiminum í Tórshavn. Haldi, at í Klaks­ vík virka eini 3 ella 4 innan hetta sama yrkið. Tí kundi kanska ein part­ ur av miðlaheiminum ella Kringvarpinum verðið flutt­ u­r til Klaksvíkar, nú tað er vorðið “in” at flyta stovnar. Ikki tí, vit hava tað gott - og tað hendir nógv her norð­uri! Mánadagin 10.00-17.30 Leikalund Framsýning av myndum/fiskireiðskapi í Leikalund (Forngripasavnið sýnir) 10.00-17.30 Leikalund Listaframsýning við Hedvig Johansdóttir 11.30 Klingran Fiskarættur frá Jórun 13.00-16.00 Snørisvirkið Framsýning av fiskireiðskapi 13.00-16.00 J.F.Kjølbro Heilsøla Framsýning av fiskireiðskapi 16.00-18.00 Dragin Opið skip. "Hvat og hvussu læra næmingarnir sjómansskap umborð?" 18.00 Atlantis Eldri filmur "Blåvand melder storm" 19.30 Bókasavnið Jóhan Hendrik W. Poulsen heldur fyrilestur um Torra – upprunan og siðir 20-21.30 Svimjuhøllin Bert atgongd fyri kvinnur (lívverjar kvinnur) 20.00 Skúlin við Ósanna Sjónleikurin - v/Maria Grube Marita Dalsgaard saman við øðrum yrkisleika 21.00 Atlantis Fyrilestur v/Regin Reinert - Fíggjarligt gott veiðitrýst 22.00 Atlantis Eldri filmur "Blåvand melder storm" Týsdagin 10.00-17.30 Leikalund Framsýning av myndum/fiskireiðskapi í Leikalund (Forngripasavnið sýnir) 10.00-17.30 Leikalund Listaframsýning við Hedvig Johansdóttir 11.30 Klingran Fiskarættur frá Jórun 13.00-16.00 Snørisvirkið Framsýning av fiskireiðskapi 13.00-16.00 J.F.Kjølbro Heilsøla Framsýning av fiskireiðskapi 16.00-18.00 Dragin Opið skip. "Hvat og hvussu læra næmingarnir sjómansskap umborð?" 16.00-20.00 Føroya Húsarhaldskúli Hondarbeiðframsýning, cafe - opið hús 19.00 Atlanis Høgni Debes heldur fyrilestur um Gróður á Havsinsbotni 19.30 Bókasavnið Bókakvøld, har tosa verður um skaldsøguna "Sólstormur" hjá Åse Larsso 21.00 Atlantis Eldri filmur "Blåvand melder storm" Mikudagin 10.00-17.30 Leikalund Framsýning av myndum/fiskireiðskapi í Leikalund (Forngripasavnið sýnir) 10.00-17.30 Leikalund Listaframsýning við Hedvig Johansdóttir 11.30 Klingran Fiskarættur frá Jórun 13.00-16.00 Snørisvirkið Framsýning av fiskireiðskapi 13.00-16.00 J.F.Kjølbro Heilsøla Framsýning av fiskireiðskapi 16.00-18.00 Dragin Opið skip. "Hvat og hvussu læra næmingarnir sjómansskap umborð?" 19.30 Atlantis Ein soldátur - Anfinn Jacobsen saman við Aldubáruni 22.00 Atlantis Eldri filmur "Blåvand melder storm" Hósdagin 10.00-17.30 Leikalund Framsýning av myndum/fiskireiðskapi í Leikalund (Forngripasavnið sýnir) 10.00-17.30 Leikalund Listaframsýning við Hedvig Johansdóttir 11.30 Klingran Fiskarættur frá Jórun 13.00-16.00 Snørisvirkið Framsýning av fiskireiðskapi 13.00-16.00 J.F.Kjølbro Heilsøla Framsýning av fiskireiðskapi 16.00-18.00 Dragin Opið skip. "Hvat og hvussu læra næmingarnir sjómansskap umborð ! 18.00 Atlantis Fyrilestur v/Bjarta Thomsen - Skynsamur fiskireiðskapur 19.00 Christianskirkjan Skótaguðstænasta v/Magnus B. Jørgensen, sóknarpresti 19.30 Bókasavnið Fyrilestur v/Andras Mortensen - Samfelagsmenningin og útróður í eldri tíð Joensen greiðir frá miðum og ýtum - Søgusmettan 20.00-22.00 Svimjuhøllin Froskast og venda við kajakum 22.00 Atlantis Eldri filmur "Blåvand melder storm" Fríggjadagin 10.00-17.30 Leikalund Framsýning av myndum/fiskireiðskapi í Leikalund (Forngripasavnið sýnir) 10.00-17.30 Leikalund Listaframsýning við Hedvig Johansdóttir 11.30 Klinglan Fiskarættur frá Jórun 13.00-16.00 Snørisvirkið Framsýning av fiskireiðskapi 13.00-16.00 J.F.Kjølbro Heilsøla Framsýning av fiskireiðskapi Kl. Sjúkrahús - KRINGVARP ELLA NÆRVARP!? Public service er lokaltíðindi í Havn Dávur winther Ein fjølbroytt skrá var løgd fyri Torradagarnar í Klaksvík Heðin Mortensen borgarstjóri At Sjúrður Olsen leggur borg­ar­stjóran undir at við­mæla, at arbeiðspláss verða flutt úr Havnini, er at reingja sannleikan. Men hetta er so líkt fyri partar av Fólkaflokkinum, sum eins­ a­mallur eigur allan trup­ul­ leikan í vanlukkuliga Strand­ ferðsl­u­málinum. Í farnu vikuni hevði eg eina stutta viðmerking til Sosialin um flytingina av Strandferðsluni, og har kann lesast svart upp á hvítt, at borgarstjórin »legg-ur dent á, at hann ikki jublar um, at kommunan missir ar­beiðs­ pláss, men er keddur um at kommunan missir ar­beiðs­ pláss«. Og eg kann leggja aftrat, at einamest eri eg keddur av, at fólk við familju og bústaði í kommununi nú standa til at missa síni ar­beiðs­pláss. Samstundis er tað ein veruleiki, at tá lands­mynd­u­ g­leik­in umsitur mál og hev­ u­r tikið avgerðina, so fær Havn­in ikki vart seg ímóti tí. Van­ligt er jú í landspolitiska umhvørvinum, at um talan er um útlegging ella nakað neg­ a­tivt fyri Havnina, so standa øll saman um tað. Hetta er ein sannroynd, og hesum liva vit við dag og dagliga. Nú veit eg sjálvandi ikki, um Sjúrður er farin und­ir at seta valagn upp á húkarnar, men tað er sera nógv, ið bendir á tann bógv­ in. Men hann tykist mær ríkiliga bragdligur, tá havt verð­ur í huga, at tað var ein fólkaflokspolitikari, sum fluttu Skipaeftirlitið úr Havnini til sítt egna val­ d­ømi, og at tað nú aftur er ein fólkaflokspolitikari, sum flytir Strandferðsluna úr Havnini til sítt egna val­ dømi. Tí sær tað nú út, sum at Sjúrður Olsen er farin at steina, sjálvt um hann situr í glashúsi. Og hóskiligt er helst eisini at minna hann á, at frægast man vera at sópa fyri egnum durum, áðr­enn lagt verður eftir borg­ar­stjóranum, sum verj- ir Havnina allastaðni, har hann hevur ávirkan. Sjúrður Ol­sen skal vera vísir í, at mín partur liggur ikki eftir, tá Havnin skal verjast, men verri man standa til við hon­ um og hansara egnu í Fólk­a­ flokk­inum. Leitast skal leingi eftir ván­ a­ligari politiskum hand­a­lagi enn tí, fól­ka­floks­lands­stýr­is­ mað­ur­in við innlendismálum he­vur ­ havt í hesum máli, har hvørki starvsfólk ella á­lit­is­fólk á Strandferðsluni eru spurd eftir, áðrenn til­ ver­u­grundarlagið er skrætt undan teimum. Tað er Fólka­ flokk­urin, ið eins­amall­ur eigur allan trupulleikan í hes­um vanlukkuliga máli, so tí er tað at kasta torvmold í eyguni á fólki, um málið verður vent og snarað aðrar vegir, sum Sjúrður Olsen nú roynir at gera tað. Fyri tað um eg unni suð­ur­ oy­ingum nøkur fleiri almenn arbeiðspláss og fegnist um royndir at menna oynna, so taki eg á ongan hátt undir við tí, sum er hent og gjørt í Strandferðslumálinum! Tað er bara soleiðis, at tá lands­ mynd­ug­leikin hevur tikið hesa avgerð og sett hana í verk, vendist ikki aftur, og tí veruleika mugu vit liva við, um vit vilja tað ella ei. Her má sjálvt borgarstjórin melda pass! Einki fegnist eg um ella mæli til, at arbeiðspláss verða tikin úr høvuðsstaðnum og sett aðrastaðni í landinum. Tá Sjúrður Olsen skjýtur mær hetta í skógvarnar, er hetta ikki annað enn ein neyðarslig roynd hjá einum ørkymlaðum fólk­a­ floksmanni at skylda upp á onnur. Øll duga at síggja, hvør flokkur stendur á odda, tá umræður at tøma Havnina fyri arbeiðspláss! Tað sama kann sigast sum aftursvar til Høgna Mikk- el­sen, býráðslim, sum kemur goygg­jandi aftaná, men hann er á so primitivum støði, at fleiri orð verða ikki brúkt upp á hann. Tí eru míni ráð, at Sjúrður Olsen heldur vendir kan­ón­ ini ímóti sínum egnu, um hann skal raka málið. Hann kann hóskandi leggja fyri við at tosa við sínar egnu floks­felagar, sum fyrst fóru við Skipaeftirlitinum og nú eisini fara við Strand­ferðsl­ uni úr Havnini, tí tað er í Fólkaflokkinum, at hes­ir tankar verða fostraðir og framdir. Alt annað er leys­a­ krút og uttanumtos! Vend kanónini, Sjúrður Olsen! borgarstjóri heðin mortensen Jóan Hendrik Winther Poulsen helt fyrilestur á bókasavninum um Torra - upprunan og siðir