mánadagur 5. mars 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 5. mars 2007
13
nøvn
Sofus Richard Klakkstein, úr Innistovu í
Klaksvík, andaðist sunnudagin 4. mars á Klaks
víkar sjúkrahúsi, 49 ára gamal. Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Linda Justinussen, Gøtu, andaðist á Landssjúkra
husinum 4. mars, 67 ára gomul. Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Kistan við Vagn Mortensen fer úr kapellinum á
Suðuroyar sjúkrahúsi í kvøld klokkan 18. Jarðar
ferðin verður úr Tvøroyrar kirkju týsdagin kl. 13.
Sungið verður Sálmabókini. Tey, ið vilja minnast
Vagn,
kunnu
lata
Tvøroyrar
kirkju
eina
peningagávu.
Lisa Nattestad, fødd Rasmussen úr Miðvági,
andaðist á Landssjúkrahúsinum 4. mars 88 ára
gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinri.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Í dag 5. mars fyllir Goodvin
Mellemgaard í Hirtshals 70
ár.
Goodvin er ættaður úr
Klaksvík. Foreldrini vóru
Petra og Hans Mellem
gaard.
Goodvin fór í læru sum
timbursnikkari í Hirtshals
í 1956, og hevur hann búð
har síðani og hevur sína
familju.
Vegna vánaliga heilsu býr
hann nú á røktarheiminum
Lynggaarden, Østergade
30, C st. – 4, DK-9850
Hirtshals.
Goodvin
Mellemgaard
70 ár
Í dag 5. mars verður Naena Danielsen
í Havn 80 ár. Naena er ættað úr Syðru
gøtu, dóttir Poul Amaliel Mikkelsen,
og Perlinu, f. Højgaard. Tey vóru 7
systkin. Brøðurnir vóru Niclas, Palli
og Petur Eli og systrarnar vóru umframt
Naenu, Petra, Mona og Antona. Bert
systrarnar eru á lívi.
Tey vóru av góðum bergi brotin.
Í faðirættini eru tey úr Barbustovu.
Abbin, Petur Pauli, var tiltikin fyri
sína styrki. Mamman var dóttir fyrstu
niðursetufólkini í Rituvík Nicolinu og
Per, sum eiga sína serligu søgu.
Naena kom blaðung til Havnar í
1943 at passa systir sína Monu upp.
Mona hevði í sjómansheiminum hitt
norðmannin Thoralf Gjerstad. Tey gift
ast í 1942, og tey komu at gerast partur
av søguni um norðmenn í Føroyum
undir krígnum.
Í Havn hitti Naena Sigurd Danielsen,
sum var ættaður av Hvítanesi. Hann
hevði verið niðri undir krígnum og
lært til bakara. Hann slapp sum hinir
føroyingarnir í Danmark ikki heim fyrr
enn eftir krígslok. Tey giftust í 1948.
Sigurd fekk astma og fekk ikki arbeitt
sum bakari. Hann fór tí at handla í 1955,
og tey høvdu handil til 1988, tá aldurin
var kom at gevast, og kom handilin at
gerast arbeiðið hjá Naenu alla hesa tíð.
Sigurd var eisini ein undangongumaður
í rækjuvinnuni og var við til at byggja
fyrsta “Hvítanes”. Seinnu árini sigldi
hann eisini nógv við ymiskum fiski-
og farmaskipum. Sigurd andaðist í
2002. Naena kom eisini í seinnu árum
at vera virkin í Heimavirkinum saman
við bygdarkonuni Óluvu Húsgarð.
Tann sum skrivar hesar reglur havi
altíð kent Naenu sum eitt av teimum
mongu gøtufólkunum í Havn.
Men seinnu árini eru eg komin at
kenna hana sum eitt fróðarfólk, sum er
ótrúliga vitandi um mong viðurskifti.
Eina mest veit hon um bygdar- og
ættarsøgu, og tað er eisini so heppið, at
hon dugur at skriva sína vitan niður.
Hon hevur tískil skrivað niður sína
ættarsøgu, sum samstundis er ein
munandi partur av søguni hjá Syðru
gøtu. Hesa søguskriving fekk FF-blaðið
stóra gleði av, ta tíð tað var, og hevði
blaðið nógvar av hennara frásøgnum.
Sum sagt var abbin í Gøtu úr Barbu
stovu, meðan omman var av Dunganum,
sum eisini átti síni merkisfólk.
Frásagnirnar hjá Naenu finnast á
heimasíðuni: www.fiskimannafelag.
fo.
Dungasøgan finst í bløðunum 310
og 311. Barbistovusøgan finst í blað
nr. 325. Søgan um Thoralf og Monu
er í nr. 317. Naena hevur eisini greitt
frá søguni hjá Sigurd og Hvítanes, og
hon finst í blað nr. 283. Tey, sum hava
áhuga, kunnu tískil finna fram til hesar
frásagnir, sum vóru sera væl umtóktar,
tá tær komu fram.
Naena hevur eisini skrivað um torv
skurð hjá Syðrugøtufólki og um fiska
turking í Syðrugøtu, eins og hon hevur
givið sítt íkast til annað siðsøguligt
tilfar.
Tað merkist ikki á Naenu, at hon er
áttati. Hon er framvegis virkin í einum
vaskiholdi í Ebenezer, har hon eisini á
annan hátt hevur verið trúgv øll síni
ár í Havn.
Naena er eisini sera ættarkær og ætt
út í fleiri lið roknar hon sum síni næstra
fólk, sum hon eisini hevur umsorgan
fyri. Trúføst er hon sum trøllið, og er
hetta ein eginleiki, sum sigur meira enn
mangt annað.
Naena eigur børnini Poul, Per og
Ingibjørg. Ommubørnini eru 10, og
langommunbørnini fýra.
Góða Naena! Hjartaliga tillukku við
teimum 80 árunum og takk fyri vinskap
og trúfesti.
Naena er ikki heima føðingardagin.
ó.
Naena Danielsen 80 ár
Dagurin
6. mars. Gotfred. Óvist er, hvønn sipað verður til.
Summir halda ein kardinal í Róm, deyður umleið ár
1100, aðrir ein biskup í Amiens, deyður í 1115. Týskt
navn settsaman av orðunum Guð og friður.
Tøkk
Øllum tykkum mongu, sum luttóku í stóru sorg
okkara, tá elskaði maður mín, pápi, sonur, verfaðir,
bróðir, versonur og svágur
Sigurd Bærentsen
varð tikin frá okkum, takka vit hjartaliga.
Eina serliga tøkk veita vit Elisi, Finni Olsen, Nannu
og Zachariasi. Eisini mugu vit nevna ta stórfingnu
hjálp og stuðul, sum varð veittur okkum av
skopuningum og øðrum við, sum vístu okkum
stóra umsorgan og kærleika alla tíðina, meðan
Sigurd var sjúkur.
Tøkk til heilsusystrar og heimahjálparar.
Tøkk til prest fyri troystarrík orð.
Tøkk til manskór og Sámal Hanna fyri frálíkan sang
og til Tummas fyri vakurt spæl.
Tøkk fyri blómur, kransar, peningagávur til
kirkjuna og okkum.
Tøkk til øll tey mongu, sum vóru í kapellinum,
á keiini, harímillum teir fittu skúlanæmingarnar,
og tey, sum fylgdu Sigurdi til hansara síðsta
hvíldarstað.
Tøkk til tey, sum hjálptu til við ervinum og
sum bakaðu so nógv gott.
Tøkk fyri bøkur minningarorð.
Familjunnar vegna
Sólva,
Jónsvein, Kristin og Beinta, Jákup Ebbi, Pætur,
mamma og pápi
Tann, sum lívgar onnur, skal sjálvur verða lívgaður
Naena Danielsen við einum av sínum handritum
Lesið Sosialin - so eru tit við