Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 45 - 5. mars 2007 Leygardagin skipaði Hovs Kommuna fyri móttøku í skúlanum í samband við, at lærarin í 36 ár, Niels Hovgaard, nú leggur frá sær Lærarastarv Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Eftir trúgva og drúgva tæn­ astu í 36 ár sum lærari í Hovi, leggur Niels Hovgaard nú frá sær. Í hesum sambandi skipaði Hovs Kommuna fyri móttøku í skúlanum í Hovi leygardagin. Nógv fólk legði leiðina fram við at heilsa upp á Niels, nú hann gevst sum lærari. Niels Olaus Hovgaard er føddur í Hovi í 1947, sonur Magnus Johan Hovgaard og Annu Malenu, f. Jespersen, bæði úr Hovi. Niels er giftur Majvør, f. Jespersen, av Tvøroyri og búgva tey á Tvøroyri. Niels tók læraraprógv í 1969 á Før­oya Læraraskúla og var lærari í Froðba 1969-71 og síðani 1971 hevur hann verið lær­ari í Hovi. Nú leggur hann frá sær, eftir 36 ár í starvinum og tí skipaði Hovs Kommuna fyri móttøkuni leygardagin, har Niels fekk tøkk fyri tænastu og varð heiðraður við góðum orðum og gávum. Lærari frá eftir drúgva tænastu Niels Hovgaard og konan Majvør. Her avmyndaði í samband við, at Hovs Kommuna leygardagin hevði móttøku, nú Niels gevst eftir 36 ár í lærarastarvinum í Hovi Mynd: D. Olsen Solar Føroyar Starvsfólk søkist Starvið umfatar sølu av el-lutum. Vit vænta at tú hevur royndir innan sølu og/ella tænastu, dentur verður lagdur á at tú dugir væl at samskifta og er fyrikomandi. Send umsókn til: Brekkutún 2 Hoyvík Tel 35 79 33 Fax 31 78 90 finn@solar.fo 6. mars 1977 skipaði Kvinnu­ fylkingin fyri mótmælisfundi á Vaglinum í Havn. Endamálið við hesum fundi var at lýsa støðuna hjá kvinnuni í samfelagnum og annars vísa á ymiskar skeivleikar, sum okkurt mátti gerast við. Til dømis at bøta um korini hjá kvinnuni á arbeiðsmarknaðinum, líka­ løn, avtøku av samskattingini, fleiri barnagarðar og vøggu­ stovur. Kravgongan byrjaði við Sjónleikarhúsið og helt leiðina oman á Vaglið, har fýra kvinnur høvdu orðið. Umleið 300 fólk luttóku í mótmælisgonguni. Fyri 30 árum síðan: Kvinnur mótmæltu Kvinnurnar á veg oman á Vaglið, har fleiri røður vóru hildnar Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1977