Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 5. mars 2007 15 SAMBAND jakup mørk jakup@sosialurin.fo – Tónleikurin er betri, og sum heild eru størri krøv og fleiri kenslur í framførslunum í estetiska fimleikinum Eyð Strøm, venjari hjá Havnar Fimleikafelag ítróttur Byrjaðu við tøgn Føroyskur fótbóltur hevur í ár sagt farvæl við tveir av teimum, sum gjøgnum árini hava givið sítt stóra íkast til bæði FSF og til fótbóltin annars. Tí byrjaði aðalfundurin leygardagin eisini við eini løtu við tøgn, har Christian Olsen og Tór­ álvur Stenberg vórðu mint­ir. Christian Olsen gjørdist í 1979 fyrsti formaðurin í FSF, tá fótbóltsdeildin innan ÍSF varð skipað sum sersamband. Tórálvur Stenberg var í drúgt áramál formaður í AB. Og hann stendur enn sum ímyndin av fram­ gongdini hjá felagnum, sum síðani 1999 hevur lyft seg úr táverandi 4. deild upp í Formula-deildina, har felagið nú fyri fyrstu ferð skal royna seg. -mørk Áskoðar­ arnir svíkja Størsta einstaka orsøkin til roknskaparhallið hjá FSF á hálva millión tykist vera fallandi áskoðarainntøkur. Hóast hesar ivaleyst verða væl hægri í 2007, tá trý av teimum átta bestu lond­unum í heiminum koma á vitjan, so sýna søguligu tølini ein lítið hugaligan tendens. Ein tendens, sum rakti bonin í fjør við bara 772 tkr. í áskoðarainntøkum. Vónin er tó sjálvandi, at hetta talið betrast, men á fundinum var breið semja um, at hetta kravdi betri áskoðaraumstøður og – ikki minst – betri úrslit. Hóast hann ikki longur er partur av starvsnevndini hjá FSF, so hevði Jens Erik Magnussen eini seinastu ráð til aðalfundin og nevndina Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Eg ætli mær als ikki at standa her í evstu løtu og siga, hvussu føroyskur fót­ bóltur skal skipa seg fram­ eftir. Tað ivist eg ikki í, at onnur eru fult so væl før fyri. Men skal eg koma við einum góðum ráðum, so er hetta, at kappingin verður koppað á. Soleiðís segði Jens Erik Magnussen, tá hann fyri seinastu ferð tók orðið á aðalfundi hjá FSF. – Tað er eitt stig, sum tosað hevur verið um í eina tíð, og eg haldi, at mín fatan nú er avgjørd. Eg dugi at síggja nógvar og stórar fyri­ munir við einum slíkum stigi, so mín seinasta áheitan til aðalfundin skal verða, at hesin møguleikin nú fær eina gjølla viðgerð, staðfesti Jens Erik. Koppið kappingini Nógv er fingið á skafti tey 29 árini, sum Jens Erik hevur sitið í FSF-nevndini. Sjálvur hevði hann tó eina seinastu áheitan til aðalfundin og nevndina Taktiska medvitið hjá FSF-nevndini tóktist vera sett høgt, tá nýggju kæru­nevnd­ irnar skuldu veljast á aðalfundinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum avleiðing av nær­um víðagitna Páll M. Joen­sen málinum eru regl­ur­nar fyri spæliloyvi í vaksna­ mannadeildini viðgjørdar á fleiri av formansfundunum, sum hava verið. Nýggju kappingarreglurnar hjá FSF innihalda eisini greiðar reglur fyri skráseting av spælarum og spæliloyvi hjá hesum, og tað er ivaleyst ein avleiðing, sum bæði FSF og feløgini fegnast um. Dómsnevndin vrakað Hinvegin varð tosað minni um eina aðra avleiðing, sum varð staðfest á aðal­fund­ inum. Nýggja skipanin í FSF- reglunum bar við sær, at Aganevnd og Yvirkærunevnd skuldu veljast. Í Aganevndini, sum av­ loysir kærupartin av Kapp­ ingarnevndini, er ikki loyvi hjá limunum at hava aðrar nevndarsessir í FSF, og tí var greitt, at nýtt blóð nú kemur at viðgera kærur innan føroyskan fótbólt. Fyri at skapa kontinuitet innan nevndararbeiðið, er framferðin í slíkum førum aloftast, at í øllum førum ein – og kanska tveir – av fyrrverandi nevndarlimunum halda fram í nýggjari nevnd. Og í hesum serstaka førinum vildi tað helst verið upplagt, um ein fyrrverandi dómsnevndarlimur varð settur í Aganevndina, með­ an ein annar fekk sess í Yvirkærunevndini. Nevndartaktikkur Men so var ikki. Og eittg sindur beistaktiga kann helst sigast, nevndin hálvg­ um lirkaði fyrrverandi dóms­ nevndarlimirnar útum. Í øllum førum vórðu kort­ ini hildin nær kroppinum, áðr­enn løtan kom, tá nevnd­in setti fram síni upp­skot til limir í Aga- og Yvirkærunevndini. Við vara­limum fevndi listin her um 10 nøvn, men ikki eitt tað einasta av hesum hevði uppruna í gomlu Dóms­ nevndini. Og høvdu feløgini ikki fyrireikað seg til hesa støðuna, so var tað nú ov seint hjá teimum, sum kundu ynskt veruleikan øðrvísi – at koma við nýggjum uppskotum. Í øllum førum vildi talan tá verið um bæði hálvar og heilar panikk-loysn­ ir, og tað vildu feløgini helst heldur ikki hava. Og so mundi tað eisini vera eitt fiks taktisk manøvra, at Jens Erik Magnussen varð settur í uppskot. Við valinum av honum í tí heilt tungu Yvirkærunevndina syrgdi FSF nevnliga fyri, at kontinuiteturin hóast alt er til staðar. Tá alt kemur til alt, so er neyvan nakar innan føroyska fótbóltsheimkin, sum er betri vitandi um føroyskar fótbóltslógir enn júst Jens Erik, og tí er tann so týdningarmikli reyði tráð­urin framvegis til staðar hóast stóru útskiftingina. Ongar advokatskrivstovur Nakað annað, sum eisini tykist eyð­kenna nevndarvalið, er, at eingin av privatu advokat­skrivstovunum er at síggja millum nevndar­ lim­­irnar. Hetta við und­an­ taki av Sigmundi Poul­sen, sum er varalimur í Yvir­ kærunevndini. Tað var nevnliga eitt grugg­andi element av teim­ um stóru, at skotini undir kæruviðgerðini í fjør í fleiri førum vórðu vend móti ad­vokatskrivstovunum. Tí hóast FSF vónandi hev­ur neyðuga álitið á teim­um sakførarum, sum felags­ skapurin gjøgnum tíðirnar hevur valt í ymsu nevndar­ sessirnar, so er altíð óheppið, um illgitingar um ógegni fara fram. Tann vandin skuldi í øllum førum verið minni, nú talan í øllum før­ um er um løgfrøðingar, sum ikki hava egna praksis sum sakførarar. Dómsnevndin varð vrakað