Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 43 - 1. mars 2007 ] Christian stýrdi fundinum Í mun til flestu av undanfarnu fundum, so var tað ikki Jógvan Arge, sum var orðstýrari. Óli Holm, forseti, greiddi við fundarbyrjan frá, at hetta nú einki hevði at gera við, at FSF argaðist inn á Arge-mannin. Í nýggja lógarverkinum, sum partvíst varð samtykt í fjør, stendur, at fundarstjórin skal vera løgfrøðingur, og tað var hetta, sum var orsøkin til skifti á sessinum. HB atkvøddi ikki Tá atkvøtt varð um nýggja lógarverkið hjá FSF, var eingin reyð nei-atkvøða havd á lofti. Men við HB-borðið kom eingin atkvøða fram yvirhøvur. – Vit vóru av teirri fatan, at hetta gekk ov skjótt fyri seg. Sjálvandi er málið viðgjørt á formansfundi, og sum fundarstjórin segði, so kundu vit kanska havt gjøgnulisið tilsenda tilfarið. Sjálvur havi eg tó verið burtur í eitt ár, og tí var eg at kalla eitt sindur ørkymlaður, tí tað tóktist, sum var eingin viðgerð av reglunum yvirhøvur, sigur Birgir Enghamar, formaður í HB. Hann leggur tó dent á, at við at atkvøða blankt, markeraði HB tó ikki, at teir vóru ímóti lógarbroytingunum. Kvinn­urnar valda í FSF Hóast eingin kvinna var til staðar á aðal­fund­ in­um, so eru kvinn­urnar væl og virðiliga umboð­að­ ar í teimum báð­ um tungu nevnd­ unum, sum skulu viðgera kærumál Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var eitt »vælkomnir« sum Óli Holm beyð að­alfundinum leyg­ar­ dagin. Ikki eitt einasta konufólk var millum fundarluttakararnar á aðalfundinum hjá FSF, og tað undirstrikar helst tann veruleika, at fótbóltur framvegis er ein ítrótt, har mann­ fólkini dominera. Í sjálvari Starvs­nevnd­ ini hjá FSF sita eisini bara mannfólk, men at hesir eisini hugsa um javnstøðu, kom til sjónd­ar, tá Aganevndin og Yvirkærunevndin vórðu valdar. Her hevði nevndin uppskot um nevndarval, og tað var sjónligt, at javn­støðan var í hugan­ um, tá hendan var vald. Í Aganevndini, sum helst kemur at taka sær av flestu kæru­mál­ unum, er talan soleiðis um kvinnuligan meiri­ luta. Og kvinnuligt um­boð er eisini í Yvir­ kæru­nevndini, har menn­inir tó sita tveir móti einum. Eisini er tal­an um politiskt kor­ rekt kynsbýti innan vara­limirnar í teimum báðum nevndunum. Tað tykist eingin ivi vera um, at sonevndu formansfundirnir greiða størsta partin av málunum, longu áðrenn farið verður undir aðalfundin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eitt av lyftunum, sum Óli Holm gav, tá hann fyri trim­ um árum síðani varð valdur í formanssessin í FSF, var, at hann vildi hava eitt tættari samstarv við feløgini. Hetta varð gjørt við so­nevndu formans­fund­ un­um, har mál leypandi verða tikin upp undir meira óformligum umstøðum, ið tó eru meira enn bara kaffi­ fundir. Og tað tykist eisini greitt, at hetta hevur havt sína stóru ávirkan. Sæð burtur frá, at spenningurin kring sjálvt for­mansvalið var stórur fyri einum ári síðani, so hava aðalfundirnir hesi trý seinastu árini verið munandi friðarligari, enn teir so ofta áður hava verið. Ja, úr ein­ um fjølmiðlasjónarhorni vildi onkur kanska hildið fund­irnar vera beinleiðis keði­ligar, men tað í sjálvum sær kann nú eisini vera gott til tíðir. Ikki minst gevur hetta um­heiminum eina fatan av, at FSF sum felagsskapur nú stendur munandi sterkari. Iva­leyst er tað framvegis so, at menn eru ymiskir á máli um tey stig, sum verða tikin. Men orðaskiftið kring hetta verður nú í allar flestu førum hildið innan veggja á formansfundunum, meðan aðalfundirnir í størri mun snúgva seg um formalia, tá viðtiknu semjurnar skulu atkvøðast ígjøgnum. Hetta var kanska serliga sjón­ligt leygardagin, tí sjáld­ an eru so umfatandi broyt­ ingar atkvøddar ígjøgnum ein og sama aðalfund við somikið lítlum orðaskifti, sum talan var um hesaferð. Formansfundirnir hjálpa Formansfundirnir vóru eitt evni, sum Óli Holm alt fyri eitt legði stóran dent á. Og í dag er eingin ivi um, at hetta í stóran mun er við til at greiða flestu mál, so tey eru búgvin undan aðalfundinum Nýggju kappingar­ reglurnar benda á, at eisini FSF hevur fing­ ið sína læru av drúgvasta kæru­mál­ inum í føroyskari fótbóltssøgu Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Stóri trupulleikin í viðgerðini av marathon-kærumálinum um Páll M. Joensen í fjør var, at mannagongdirnar inn­an spælaraskráseting og spæli­loyvi ikki tótkust nóg greiðar. Ein sannroynd, sum eisini varð staðfest, tá hvørki Ítróttardómstólur ella Dómsnevnd vildu góð­ taka, at málini um Páll M. Joensen, Knút Vesturtún og Klæmint Matras skuldu viðgerast hvør sær, fyrr enn FSF hevði lyft próvbyrðuna fyri, at Greiðar mannagongdir Í nýggju kappingarreglunum verður púra greitt staðfest, nær spælari hevur loyvi at spæla. Fyri spælara, sum altíð hevur spælt fyri eitt og sama felag, er ikki neyðugt við útskrivaðum spæliloyvi, men hesin skal nú vera tilmeldaður leikaralistanum hjá FSF. Men í teirri løtu, at spælari fyrstu ferð skiftir felag, skal spæliloyvi útskrivast, áðrenn hesin kann umboða nýggja felagið. Og eftir fyrsta skift­ið verður tað til eina og hvørja tíð loyvisbrævið, sum er avgerandi fyri, hvørt spælari hevur loyvi at spæla ella ikki. Umframt at minka um vandan fyri málum, sum hava eyðkent tær báðar sein­astu kappingarnar um Løg­manssteypið, so hevur nýggja reglugerðin eisini ein annan stóran fyrimun. Hon gevur nevnliga eina greiða skráseting av ungum spælarum, og hetta er neyð­ ugt, um føroyskur fótbóltur skal fáa ágóðan av ágóðan av transfer-reglunum, um ein føroyskur spælari onkra tíð skuldi verið seldur fyri stóra peningaupphædd. Foreldrini skulu játta Og so var eisini ein áhuga­ verd og kanska stuttlig krúlla á viðgerðini av nýggju Kappingarreglunum. Fyri spælarar, sum eru undir 18 ár, er nú galdandi, at skal spælarin flyti spæliloyvi í annað felag, so er neyðugt, at foreldrini skriva undir flytingarskjal. Hetta fekk onkran til at viðmerkja, at tað kundi vera óheppi, um t.d. ein íðin HB-pápi noktaði soninum at skifta til B36. Og tað kann eisini hugsast, at eitt nú stóru havnarfeløgini komandi dagarnar fáa stóra tilgongd av smábørnnum á limalistan. Hinvegin varð eisini onkur á fundinum, sum helt, at hetta var ein góð regla at hava. Serstakliga, tí slík skifti hjá ungum spælarum kunnu verða framd í illsinni av einstakari keðiligari hend­ ing, og at tá vildi verið gott, um foreldrini aktivt fara inn at loysa illstøðuna, heldur enn at børnini í illsinni skifta felag. Ongan tíð aftur Páll FSF tykist hava gjørt sítt til, at helst mest umtalaða málið í føroyskum fótbólti nakrantíð ikki kann fáa eina endurtøku