mánadagur 5. mars 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 43 - 1. mars 2007 ]
NSÍ hevur fingið
nýggjan formann
Undan aðalfundinum hjá Nes Sóknar Ítróttarfelag um
vikuskiftið var tað greitt, at formaðurin seinnu árini,
Andrias Lamhauge, legði frá sær. Nýggjur formaður í
NSÍ er Dánial Petur Hansen. Hini í nevndini eru: Marner
Pattinson, næstformaður, Jan Lauritsen, kassameistari, Jákup
Vágsheyg, skrivari, og Valdi Olsen, nevndarlimur. Eykalimir
eru Magnus Knudsen og Hallur Knudsen.
Føroyingarnir eru uttanfyri
Venjingardystirnir benda ikki á, at føroysku spælararnir í
superliguni vera millum teir fremstu, tá ið tað um eina viku
verður farið undir aftur donsku landskappingina.
Tveir føroyskir spælarar eru á lønarlistanum í superliguni
– Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen. Teir báðir spæla í AaB,
og tá ið Aalborg í gjár spældi næstsíðsta venjingardystin,
áðrenn tað verður farið undir aftur landskappingina, vóru
hvørki Súni Olsen ella Jón Rói Jacobsen á vøllinum. AaB
spældi á útivølli í Ikast ímóti FCM, sum vann 1-0.
Sannur dramatikkur
valdaði, tá føroya
meistaraskapurin
varð avgjørdur í viku
skiftinum. Gullið
kundi eins væl endað
í Vestmanna, men
klaksvíkingar vóru
kaldari, tá ið á stóð
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Kappingin um gullið kundi
ikki verði meiri spennandi,
tá ið 1. deild og hinar
deildirnar telvaðu seinastu
leikirnir í FM-liðkappingini
2006/2007.
Metstór mannamúgva
trokaðist kring talvið á 4.
borði í dystinum millum
Vestmanna og Klaksvík 2.
Rani Baldursson á klaks
víksliðnum hevði í fleiri tímar
havt greiðan fyrimun ímóti
Jákup á Rógvu Andreasen,
og Rani mátti eisini vinna
fyri at hjálpa Klaksvík 1.
Men Jákup reisti seg og
knappliga var javnleikur í
luftini umframt, at Rani var
í svárari tíðarneyð.
Vestmenningar luktaðu
eina løtu gull og heiður, men
so skuldi ikki verða. Rani
gjørdi sær hegnisliga dælt av
óneyvleikum og nervøsiteti
hjá vestmenninginum, og
endin varð, at Rani setti
Jákup skák og mát við 20
sekundum eftir á klokkuni!
Klaksvíkingar vórðu ovur
fegnir og gullrópini ljómaðu
væl og víða.
Nakrir tímar
frammanundan…
Dysturin millum Klaksvík
1 og Havnina endaði 2-
2. Heldur óvæntað vann
Andrias Ziska trygt á Finn
bjørn Vang, meðan Ólavur
Simonsen vann somuleiðis
trygt á Sigurði Justinussen.
Heini Olsen og Martin Poul
sen telvaðu javnt eftir fáum
leikum.
Steintór Rasmussen og
Martin Brekká leiktu eitt
áhugavert talv á 2. borði.
Martin hevði fyrimun í
miðspælinum, men orkufreki
og fantasiríki talvstílurin hjá
Steintóri bjargaði honum og
klaksvíkingum javnleik.
Tískil 2-2 og tá ið hesin
dystur var liðugt telvaður,
var einki talv avgjørt í hin
um dystinum. Vunnu vest
menningar 3-1 vórðu teir
føroyameistarar. Men eftir
fýra tímar høvdu teir støður
til bert 2 stig.
Samson Højgaard hevði
møguleika at vinna í mið
spælinum, men hann sá ikki
mátgevandi leikin, og mátti
í drúgvum endatalvi taka til
takkar við javnleiki.
Lítið og einki hendi
fyrstu 4-5 tímarnar í talv
inum millum Carl Eli N.
Samuelsen og Terja Petersen.
Carl Eli mátti tó treiskast
alt hann varð mentur fyri
at vinna, og endin varð
eisini, at ein møddur Terji
leikti skeivt og stigið fór til
vestmenningar.
Beint undan avgerðin
fall á 4. borði, hevði John
Rødgaard vunnið á Rana
Nolsøe. Eisini í hesum talvi
tóktist talvið at enda javnt,
men Rødgaard hevur sera
góðan endatalvsteknikk, og
tað var í royndini júst tað, ið
avgjørdi talvið.
Serliga varð úrslitið hjá
væltelvandi Heina Olsen
orsøkin til FM-heitið.
Ein kærkomin sigur, nú
tað eru 40 ár síðan Klaks
víkar Talvfelag varð endur
stovnað. Umframt 1. deild,
vunnu klaksvíkingar ung
lingadeildina og 3. deild.
Eitt megnarár hjá KTF.
Vestmenningar
vunnu 2. deild
Ein góð troyst hjá vest
menningum hendan lagnudag
í Læraraskúlaauluni varð,
at 2. liðið vann sannførandi
næstbestu deildina. Vest
manna endaði 4 stig framan
fyri Toftir og Havnina 2.
Spennandi verður at vita
hvussu
vestmenningar
megna uppgávuna við tveim
um liðum í 1. deild.
Klaksvík 3 vann somu
leiðis sannførandi 3. deild
framanfyri Havnina og
Sandavág.
Í unglingadeildini kláraðu
klaksvíkingar júst at troka
seg fram um sandavágs
dreingirnir, og endaðu hálvt
stig fremst.
Gullið fór til Klaksvíkar
Tað var skjótt, at klaksvíkingar høvdu telvað seg lidnar. Og so stóðu fýra tímar í bíðirøð á skránni, áðrenn gullið endaliga kundi
staðfestast
Mynd: Álvur Haraldsen
Talvúrslit og -støður
1. deild
10. umfar
Vestmanna-Klaksvík 2
2,5-1,5
John Rødgaard-Rani Nolsøe
1-0
Carl Eli N. Samuelsen-Terji Petersen
1-0
Samson Højgaard-Haldur Suni Johansen
0,5-0,5
Jákup á Rógvu Andreasen-Rani Baldursson
0-1
Klaksvík 1-Havn
2-2
Heini Olsen-Martin Poulsen
0,5-0,5
Steintór Rasmussen-Martin Brekká
0,5-0,5
Finnbjørn Vang-Andrias Ziska
0-1
Ólavur Simonsen-Sigurð Justinussen
1-0
Endaliga støðan
1 Klaksvík 1
22,0
2 Vestmanna
21,5
3 Havnin
14,0+
4 Sandavágur
11,0
5 Klaksvík 2
10,5
2. deild
Havnin 2-Sandavágur 2
1,5-2,5
Vestmanna 3-Toftir
1,5-2,5
Vestmanna 2-Havnin 3
3,5-0,5
Endaliga støðan
1 Vestmanna 2
26,5
2 Toftir
22,5
3 Havnin 2
22,5
4 Havnin 3
21,5
5 Sandavágur 2
19,5
6 Vestmanna 3
6,5
3. deild
Skopun-Klaksvík 3
1,5-2,5
Klaksvík 4-Havnin 4
1-3
Rókur-Sandavágur 3
1-3
Havnin 5-Gøta
3,5-0,5
Vestmanna 4-Sandavágur 4
0-4
Endaliga støðan
1 Klaksvík 3
27,0
2 Havnin 4
24,5
3 Sandavágur 3
24,0
4 Havnin 5
22,0
5 Rókur
21,5
6 Skopun
15,5
7 Gøta
14,0
8 Sandavágur 4
13,0
9 Klaksvík 4
11,5
10 Vestmanna 4
3,0
Unglingadeildin
10. umfar
Havnin-Klaksvík
1-3
Rókur-Skopun
4-0
Endaliga støðan
1 Klaksvík
23,0
2 Sandavágur
22,5
3 Rókur
19,5
4 Havnin
8,5
5 Skopun
6,5