mánadagur 5. mars 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 43 - 1. mars 2007 ]
Taptu fyri
Kalmar
Føroyska lands
liðið mátti lúta fyri
svenska felagnum
Kalmar í venj
ingardysti í Spania.
Landsliðsspælarar
nir koma nú heim
aftur til Føroya
Fótbóltur
Jákup Mørk
Leygardagin spældi før
oyska fótbóltslandsliðið
triðja og seinasta venj
ingardystin á venjingar
legu í Spania.
Dysturin var ímóti
svenska
felagnum
Kalmar. Úrslitið av
dystinum gjørdist 3-1 til
svenska liðið. Føroyskur
málskjútti var Hanus
Thorleifsson.
Føroyska landsliðið
tapti fyrsta dystin í
Spania, spældi síðani
javnt, og í dag taptu teir
aftur.
Fyri framman standa
nú fyrireikingar hjá
spælarunum,
sum
skulu taka lut í steypa
kappingini. Formula-
liðini fara í holt við
sínar dystir í kappingini
annað vikuskiftið.
Í Útvarpinum segði
Jógvan Martin Olsen,
landsliðsvenjari,
at
hann var væl nøgdur
við venjingarleguna.
Bæði tí nógv venjing
og tríggir dystir hava
verið á skránni, og tí
hann á ferðini hevur
fingið møguleika at
royna nýggjar spælarar
og nýggjar leiklutir hjá
gomlum spælarum. Eitt
nú hevur Fróði Benja
minsen verið nýttur í
miðverjuni saman við
Rasmus Nolsøe. Sámal
Joensen hevur aftur
verið á miðvøllinum
eftir fimm ára steðg, og
eisini hevur venjarin nú
sæð Tem Hansen í dysti
fyri landsliðið.
Lyngby vann á Frem
Meðan Atli Danielsen og Christian Lamhauge Holst
vandu og spældu undir sponsku sólini saman við føroyska
fótbóltslandsliðnum, hittust feløgini hjá teimum báðum í
venjingardysti leygardagin. Eitt mál kom í dystinum millum
Frem og Lyngby, og tað málið skoraði Lyngby. Gunnar
Nielsen, sum eisini er í hópinum hjá Frem, var eykamaður
til dystin leygardagin.
Henrik Larsen í trupulleikum
Fótbóltsfelagið Køge, har Henrik Larsen er venjari, er farið í
gjaldssteðg. Spælararnir høvdu fríggjadagin fund um fíggjarligu
støðuna, og teirra støða tykist púrasta greið. Hópurin fer nevnliga
at seta felagnum lønarkrav, og eftir hetta skal felagið - sambært
DBU-reglunum - rinda lønina innan tríggjar dagar. Verður hetta
ikki gjørt, hava spælararnir frítt at fara. Felagið sjálvt sendi annars
fríggjadagin áheitan um at fara í gjaldssteðg.
Ítróttarliga hevur annars gingið væl hjá Køge, og eru Henrik
Larsen og hansara menn við í stríðnum um at vinna sess í
superliguni.
So gjørdu tær tað
aftur: Gentuliðið hjá
Havnar Fimleikafelag
streyk avstað við FM-
heitinum, eins og tær
gjørdu í steypakapp
ingini í januar
FIMLEIKUR
Lív Reinert Kjeld
liv.reinert.kjeld@sosialurin.
fo
Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn
var fríggjakvøldið karm
ur um kappingina um før
oyameistaraskapin í estet
iskum fimleiki. Longu ein
tíma áðrenn kappingina
var høllin næstan fullsett
av spentum áskoðarum, og
teir blivu avgjørt ikki skuff
aðir av framúrskarandi
framførslunum hjá fimleik
arunum.
Hækkað støði
Hetta er annað árið, at
skipað verður fyri føroya
meistarakapping í estetiskum
fimleiki, og sigast kann ikki
annað enn, at fimleikaliga
støðið er ótrúliga nógv
hækkað. Bæði fyriskiparar,
hjálparfólk, dómarar, venj
arar og fimleikarar hava
rættiliga funnið stevið, og
hetta ger, at framtíðarútlitini
fyri estetiska fimleikinum í
Føroyum tykjast bjørt.
Karmarnir um kappingina
vóru sera góðir. Ítróttarhøllin
var vakurt pyntað við blóm
um og øðrum, og fimleika
gólvið, sum rættiliga var
sett í fokus við ljósum, var
ein góð ramma til vøkru
heildarmyndina, sum fim
leikararnir skapaðu við rørsl
um, búnum og tónleiki.
Trý gentulið frá Ljósin
um, Støkk og Havnar Fim
leikafelag kappaðust fríggja
kvøldið. Liðini høvdu øll
eina framúr góða framførslu,
og genturnar hjá Havnar Fim
leikafelag, sum vóru síðstar
á gólvinum, fullgjørdu
fimleikaupplivingina hjá
áskoðarunum. Tær struku
avstað við sigrinum og fingu
meira enn hálvtannað stig
meira enn liðið hjá Støkk,
sum endaði á øðrum plássi.
Genturnar hjá Ljósinum
endaðu á triðja plássinum.
Í estetiskum fimleiki eru
trý øki, sum dómararnir
hyggja eftir. Fríggjadagin
vóru tveir dómarar, ið
dømdu tekniskt, tað vil
siga, um genturnar megna
at gera ymisku teknisku
krøvini til ymisku rørslurnar,
javnvágirnar og støðurnar.
Tríggir dómarar dømdu
listarligt; teir hyggja millum
annað eftir, hvussu væl
rørslurnar hóska til tónleikin,
hvussu heildarmyndin er,
og hvussu væl venjarin
hevur dugað at leggja støð
ið til fimleikararnar. Triðja
dømingin er fyri fram
førsluna, og har sótu eisini
tríggir dómarar og dømdu. Í
dømingini um framførsluna
verður hugt eftir, hvussu
væl fimleikararnir fylgjast,
hvussu væl teir útføra
ymisku rørslurnar, hvussu
samspælið er millum teirra,
og hvussu væl teir duga at
føra fram.
Tað var rættiliga yvirrask
andi at síggja, at innanhýsis
munurin millum liðini
var so stórur, sum hann
var hesaferð. Sammet við
steypakappingina, sum var í
Klaksvík síðst í januar, vóru
karakterirnir væl lægri, og
munurin innanhýsis millum
liðini var eisini størri enn
seinast. Hetta vísir, hvussu
nógv kann henda eftir einans
tveir mánaðar.
HF-genturnar vunn
Genturnar hjá Havnar
Fimleikafelag vissaðu sær gullið
við eini framúr vakrari framførslu
Mynd: Álvur