Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 43 - 1. mars 2007 ] Blackpool spældi javnt Blackpool spældi leygardagin á útivølli ímóti Gillingham í triðbestu ensku fótbóltsdeildini. Claus Bech Jørgensen er ein av spælarunum hjá Blackpool, men hann spældi ikki við um vikuskiftið. Dysturin ímóti Gillingham endaði við javnleiki. Gillingham legði seg á odda 1-0 og 2-1 í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki javnaði Blackpool til 2-2. Blackpool liggur nummar 8 av 24 liðum í League One. Trý donsk lið í hálvfinalunum Eftir dystirnar um vikuskiftið er tað greitt, hvørji tey fýra feløgini í hálvfinalunum í norðurlendsku Royal League eru. Trý av teimum fýra feløgunum eru úr Danmark. Tey eru Brøndby, OB og FC Keypmannahavn. Hálvfinalurnar verða spælar soleiðis: OB-Brøndby og FCK-Helsingborg. Hálvfinalurnar verða spældar hósdagin 8. mars. Í ár er hon venjari hjá trimum kapp­ing­ ar­liðum í estetiskum fimleiki hjá Havnar Fimleikafelag, og higartil er tað blivið til trý steyp og eitt føroyameistaraheiti. FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv.reinert.kjeld@ sosialurin.fo Eyð Strøm hevur verið venj­ari hjá kappingarliðum hjá Havnar Fimleikafelag seinastu fimm árini, og hon fegnast sjálvsagt um sigurin fríggjakvøldið. – Eg eri sera fegin um, at tað gekk okkum so væl í dag. Vit vunnu steypakappingina í Klaksvík í januar við einum lítlum stigi, so vit vistu, at vit høvdu góðan møguleika at vinna aftur hesaferð, men tú kanst ongantíð vera sikkur. Eitt lítið ”kiks” kann gera sera stóran mun, og nógv kann henda eftir tveir mánaðar. Venjarin heldur, at gent­ urnar hjá Havnar Fim­ leika­felag hava tikið seg sera nógv fram seinastu tíð­ina, men tað hava liðini hjá Ljósinum og Støkk so avgjørt eisini gjørt, heldur hon. – Eg má siga, at eg síggi Støkk sum okkara størsta kappingarneyta, tí seinastu árini hava tað verið vit og tær, sum hava vunnið ymisku kappingarnar; men tað er altíð spennandi at síggja, hvussu nógv fimleikararnir hjá hinum liðunum hava ment seg í mun til okkum. Tað er stórur munur á at kappast í estetiskum fim­ leiki og grand prix. Eyð Strøm dámar nógv betur estetiska fimleikin, tí hon heldur, at hann er meira flótandi enn grand prix fimleikurin, sum hon helt vera í so kantutan. – Tónleikurin er betri, og sum heild eru størri krøv og fleiri kenslur í fram­førslunum í estetiska fimleikinum, sigur hon. Hetta slagið av fimleiki setir sera stór krøv til fim­ leik­ararnar, bæði hvat við­ víkur tíð og kropsligari venjing. Genturnar hjá Havnar Fimleikafelag venja fýra ferðir um vikuna, til­ samans hálvan sjeynda tíma, umframt at tær hava venjingar at gera við hús. Harafturat hava tær verið á tveimum venjingarlegum. – Venjingarumstøðurnar hjá okkum eru rættiliga góðar, kanska serliga í mun til umstøðurnar hjá hinum feløgunum. Tó er tað altíð ymiskt, ið tú kundi hugsað tær afturat. Til dømis hevði verið gott at fingið spegil á allar veggirnar, men vit eru sum heild nøgdar við umstøðurnar, sum tær eru í løtuni, sigur Eyð. F ø r o y a m e i s t a r a ­ kapp­ingin var ein stór av­bjóðing, og seinni í hesum mánaðinum er ein uppaftur størri avbjóð­ing fyri framman hjá havnar­ gentunum. Tær skulu nevni­ liga til Finnlands at vera við í eini altjóða kapping í estetiskum fimleiki. – Eg ætli at leggja størsta dentin á grundvenjingina, tí tað er har, at størsti munurin er á okkum og hinum liðunum. Harafturat fari eg eisini at práta við dómararnar um møguligar broytingar í seriuni. Vit hava ikki vónir um nøkur heiðursmerki, men vit gera okkara besta, og so vóni eg, at vit klára okkum eitt sindur betur í ár enn í fjør. Gullvenjarin hjá Havnar Fimleikafelag Eyð Strøm er venjari hjá trimum av kappingarliðunum í estetiskum fimleiki hjá Havnar Fimleikafelag. Higartil í ár er tað blivið til trý steyp og eitt føroyameistaraheiti nu greipuna Størsti munurin á Havnar Fimleikafelag og hinum lið­ unum fríggjadagin var, at genturnar hjá Havnar Fim­ leikafelag tyktust at vera í betri tekniskari venjing. Tær høvdu meira yvirskot og vóru tryggari í sínari framførslu. Hesin munurin sást eisini aftur í dømingini, har Havnar Fimleikafelag fekk 1,10 stig fleiri enn hini bæði liðini, sum tó eisini hava tikið seg sera nógv fram síðani kappingina í fjør. Genturnar hjá Havnar Fim­ leikafelag kunnu nú gleða seg til at fara til Finnlands seinni í hesum mánaðinum at kappast í einari altjóða kapping í estetiskum fim­ leiki, har tveir av føroysku dóm­arunum eisini skulu døma. Eisini framførslan hjá Ljósinum var frálík, og sum heild er støðið á fimleikinum hækkað nógv Mynd: Álvur Tað er ein fragd fyri eygað, tá estetiskur fimleikur er á skránni Mynd: Álvur Úrslitini: Nr Lið Stig íalt 1 Havnar Fimleikafelag 14,43 2 Støkk 12,87 3 Ljósið 11,89