mánadagur 5. mars 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 43 - 1. mars 2007 ]
Ónøgd við
dømingina
Rættiligt rok hevði hug
at taka seg upp seinastu
løtuna av dystinum
millum
Kyndil
og
KÍF. Serstakliga vóru
tað útvísingarnar av
Inga Johannesen og
Daniel Rapa seinastu
fimm minuttirnar, sum
fingu blóðið í kók á
KÍF-beinkinum,
og
ta einu ferðina valdu
dómararnir eisini at tosa
við stórum bókstavum
við venjaran.
Á dómaraseðlinum
eru eisini nakrar heldur
óvanligar viðmerkingar
at síggja. Umframt
vanligu viðmerkingina
um, at frágreiðing um
reyða kortið verður
send, stendur eisini
at lesa, at frágreiðing
kemur um venjaran hjá
kollfirðingum.
Men kollfirðingar ætla
nú ikki at lata hetta fara
ótalað framvið. Niðast
á dómaraseðlinum er
nevnliga eisini viðmerk
ing frá KÍF, har teir
skrivað, at frágreiðing
um dømingina eisini
verður send.
Hvør avleiðingin av
hesum verður, er ilt at
siga. Men í besta føri
kann KÍF helst vóna,
at teirra skriv her tænir
sum svarskriv til tað, ið
dómararnir føra fram
um atburðin á beink
inum. Fyrr í hesum
kappingarárinum varð
staðfest, at tað fyrst og
fremst er frágreiðing
dómarans, sum skal
liggja
sum
grund
undir støðutakan hjá
Kappingarnevndini,
men í sama viðfangi
varð eisini staðfest, at
ákærdir partar eiga at
hava hoyringsrætt.
-mørk
Málleyst á Toftum
Leygardagin spældu 1. deildarliðið B68 og Formulaliðið HB
venjingardyst á Toftum, men líkindini vóru vánalig. Nógvur
vindur og regn høvdu við sær, at tað var sera trupult at spæla
fótbólt. Einki mál kom í dystinum, hóast bæði liðini høvdu
møguleikar til at skora. Seinastu dystirnar hevur HB spælt
uttan sínar landsliðsspælarar, men teir eru nú komnir aftur
til landið, og mikukvøldið spæla teir við í dystinum ímóti
B36 um Lionssteypið.
Keane fer eftir Solskjær
og Gravesen
Sunderland er á veg aftur í Premier League, og um tað fer
at eydnast felagnum at flyta upp, fær venjarin Roy Keane
pengar til at keypa nýggjar spælarar. Sambært News of the
World standa tveir norðurlendingar ovarliga á hansara lista.
Teir eru Ole-Gunnar Solskjær, sum spælir í Manchester
United, og Thomas Gravesen úr Celtic. Roy Keane hevur
spælt saman við Solskjær í Manchester United, og hann
hevur spælt ímóti Gravesen, tá ið danin spældi í Everton.
Høllin var á kóki
seinastu minuttirnar,
men tað eydnaðist
Kyndli at halda fast
um javnleikin, sum
framvegis gevur
teimum fyrimun í
finalustríðnum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Áskoðaraplássin vóru væl
pakkað, tá KÍF sunnudagin
vitjaði hjá Kyndli. Tað eru
nærum 15 ár síðani, at
KÍF seinast veruliga gjørdi
um seg í FM-stríðnum, og
vónin um eina endurtøku av
finaluplássinum hevði veru
liga fingið mann og kvinnu
av húsum.
Hjá Kyndli hevur eisini
vignast væl, og tí hevur grøni
áskoðarahugurin eisini verið
stórur seinastu vikurnar.
Óla Kristian í hopla
Tað var tó um reppið, at
spenningurin fór úr dysitnum
alt fyri eitt. Kyndil sýndi
nevnliga nógv betra spælið
fyrstu løtuna, tá gestirnir als
ikki tóktust sálarliga klárir at
spæla týðandi dyst.
Í Óla Kristian Djurhuus
hevði KÍF tó ein málverja,
sum var klárur frá fyrstu
løtu. Og tað var fyrst og
fremst honum at takka, at
Kyndil ikki streyk avstað alt
fyri eitt. Mongu villurnar frá
KÍF góvu nevnliga Kyndli
fleiri skjótálop, men á leið
helmingurin av hesum vórðu
steðgað av málverjanum, og
so gjørdist munurin ongan
tíð tann heilt stóri.
Damir & Daniel
Í spæli var talan kanska ikki
um ta heilt stóru upplivingina.
Kollfirðingarnir tóku brodd
in av Kyndli við at toga
ferðina nakað niður, og tað
gav ikki ætlaðu treytirnar til
Høgna Klein og hinar hjá
Kyndli, sum helst kunnu
spæla skjótari hondbólt, enn
nakar annar í landinum.
Tað testaði breiddin
hjá Kyndli, men við væl
uppløgdum Ken Zacharias
sen og Hjalta M. Jacobsen
eydnaðist tó støðugt at fáa
bóltin í KÍF-málið.
Í hinum endanum koyrdi
KÍF einamest upp á bakk
arnar, Daniel & Damir.
Serstakliga var Damir glóð
heitur, og tað tóktist vera
líkamikið, hvussu verja og
málverji háttaðu sær, tí vegin
til meskarnar fann bólturin
altíð.
Spenningur til
tað seinasta
Tann gongdin tóktist als
ikki hava hug at venda eftir
steðgin, og eftir 6 minuttir og
trý Oros-mál hevði Kyndils-
venjarin eisini fingið nokk.
Hann sendi mansverju út
eftir Damir, og hetta tóktist
eisini gera munin. Næstu
løtuna hevði Kyndil hug at
strúka avstað, men eftir eina
útvísing fóru teir ikki undir
konsekventu mansverjuna
aftur.
Og so gjørdist endaspurtur
in óvanliga spennandi. KÍF
tóktist hava munin, men tá
teir ikki gjørdu sær dælt av
kontra-møguleika til 31-
30, kundu teir grønu taka
leiðsluna. Tað eydnaðist tó
KÍF at javna, men Kyndil
hevði tó enn allar møguleikar
at vinna. Ikki bara áttu teir
seinasta langa álopið. Teir
endaðu hetta eisini við
tveimum monnum í yvirtali,
tá fyrst Daniel Rapa fekk
eina heldur bíliga útvísing,
áðrenn Gert Hansen fekk eitt
meira rættvíst reytt kort.
Men avgerandi bólturin
vildi ikki innum. Jota bjarg
aði royndini hjá Hans Áka,
men hóast hetta endaði við
innkasti, so Kyndil varðveitti
álopið, so vildi ikki bera til.
Og ein beinleiðis tríggjar-
metur á stólpan var seinasta
royndin, sum, varð tveitt í
dystinum.
StÍF fyri framman
Hjá Kyndli var javnleikurin
tó ikki verri enn ilt. Hann
ger, at teir nærum við vissu
hava sett kollfirðingarnar av í
oddastríðnum. Á pappirinum
kunnu kollifirðingarnir enn
gera seg galdandi, men teir
eru verri enn Kyndil í innan
hýsis uppgerðunum, og
tí skal nógv laga seg rætt,
um teir skulu vinna finalu
plássið.
Hjá Kyndli ræður tí um at
venda tankarnar móti kom
andi dystinum móti StÍF.
Verða tvey stig fingin til
høldar í teirra uppgerðini,
so verður seinasti dysturin
í endaspælinum bara ein
upphiting til enn eina
FM-finalu millum VÍF og
Kyndil.
Kyndil-KÍF 31-31 (14-13):
KÍF misti møguleikan
Rókur Akralíð og Kyndil fingu ein knallharðan dyst móti Daniel Rapa og KÍF. Og samanumtikið man Kyndil helts vera betri nøgt
við javnleikin. Eitt úrslit, sum í øllum førum er munandi lættari at liva við hjá teimum grønu
Mynd: Álvur Haraldsen
Kyndil-KÍF 31-31 (14-13)
Málskjúttar
Kyndil: Hjalti M. Jacobsen 7, Rókur Akralíð 6, Janus
Einar Sørensen 5, Ken Zachariasen 5, Hans Áki Dal
Christiansen 4(2), Høgni Klein 3, Brian V. Poulsen 1
KÍF: Damir Oros 11(1), Daniel Rapa 8(1), Ingi Johannesen
4, Teitur Joensen 3, Gert Hansen 3, Rógvi Weihe 2
Brotskøst: Kyndil 5, KÍF 2
Útvísingar: Kyndil 3, KÍF 4
Diskvalifikatión: KÍF 1(Beinleiðis reytt)
Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum
FAKTA