mánadagur 5. mars 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 43 - 1. mars 2007 ]
GÍ vann stórsigur á AB
Tað hevur gingið væl hjá AB í fleiri venjingardystum í ár,
men leygardagin noyddist liðið av Argjum rættiliga at lúta
í dysti í Gøtu. GÍ vann dystin heili 6-0, og harvið fingu
uppflytararnir eina smakkiroynd av, hvussu tað kann ganga
í Formuladeildini, um liðið ikki spælir upp til sítt besta
hvørjaferð.
Bendtner vil aftur til Arsenal
Danski álopsspælarin Nicklas Bendtner er eitt heitt navn í
enskum fótbólti. Bendtner er sáttmálabundin við Arsenal,
men hetta kappingarárið hevur hann verið leigaður út til
Birmingham. Har hevur tað gingið framúr væl hjá unga
dananum, og nú er áhugin stórur hjá fleiri feløgum fyri at
keypa danska spælaran. Men Bendtner sjálvur sigur nú, at
hann vil aftur til Arsenal, tá ið leiguavtalan við Birmingham
endar í summar.
Neistin var var væl
við at kalla allan
dystin ímóti strand
ingum, men at enda
dró StÍF longra stráð
ið og vann dystin. Við
sigrinum halda teir
enn fast í vónini um
at røkka finaluni um
meistaraheitið
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Strandingar hava havt takið
á Neistanum í hesum kapp
ingarárinum. Ikki tí, munur
in á liðunum hevur ikki verið
so stórur í teimum trimum
dystunum, sum hesi bæði
liðini høvdu leikt undan
dystinum sunnudagin, men
felags fyri undanfarnu
dystirnar var, at StÍF hevði
vunnið teir allar. Hetta var tó
ikki einasti felagsnevnarin
fyri dystirnar, tí StÍf hevði
nevniliga vunnið allar undan
farnu dystirnar við einum
máli, so munurin kann ikki
sigast at hava verið tann heilt
stóri millum liðini bæði.
Setningurin var tó greiður
hjá báðum liðunum undan
dystinum í ítróttarhøllini á
Skála sunnudagin. Um tey
ætlaðu sær at halda fast
um vónina at røkka einum
plássi í FM-finaluni, so
skuldi dysturin sunnudagin
vinnast.
Gekk javnt á
Í fyrra hálvleiki var alt, sum
bendi á, at hetta fór at gerast
ein sera spennandi dystur.
Liðini byrjaðu í eini høgari
leikferð, og tað var týðiligt,
at hvørki av liðunum hevði
hug at lata hitt liðið sleppa
fram um.
Tað vóru tó gestirnir
úr Neistanum, sum komu
heldur betur frá byrjan, men
ikki gekk long tíð, fyrrenn
strandingar høvdu javna út
og høvdu lagt seg á odda.
Neistin bleiv tó við at hanga í
heimaliðnum, og um miðjan
hálvleik stóð aftur á jøvnum
millum liðini.
Mitt í hálvleikinum var tó
eina lítla løtu líkt til, at StÍF
ætlaði sær frá Neistanum.
Teir løgdu seg á odda við
tveimum málum, men enn
einaferð svaraði Neistin
aftur, og so gekk aftur javnt
á ímillum liðini tað mesta av
hálvleikinum.
Dysturin tóktist
avgjørdur
Síðstu løtuna av fyrra hálv
leiki kom tó aftur gongd á
strandingar. Teir vunnu seg
nakað fram við gestunum,
sum nú tóktust hava ávísar
trupulleikar at fylgja við
heimaliðnum. Hetta gagn
nýtti StÍF til at leggja seg
á odda við trimum málum
tætt undan steðginum, men
móti endanum fekk Neistin
minka um munin, soleiðis at
bert tvey mál vóru á muni í
steðginum.
Síðstu løtuna av fyrra hálv
leiki vístu strandingar sera
gott spæl, og fyrstu løtuna
eftir steðgin hildu teir fram
við góða spælinum, sum teir
høvdu víst ímóti endanum
av fyrra hálvleiki. Tríggjar
minuttir inn í seinna hálvleik
høvdu teir nevniliga økt enn
meir um leiðsluna, soleiðis
at munurin nú var fimm
mál, og nú tóktist dysturin
brádliga vera avgjørdur.
Neistamenn høvdu tó sæð
hvønn veg tað bar, og næstu
løtuna løgdu teir nógv fyri
at fanga StÍF aftur. Hetta tók
ikki langa tíð hjá Neistanum,
tí góðar tveir minuttir seinni
høvdu teir skora fýra ferðir,
meðan strandingar m.a. vóru
raktir av eini útvísing, og so
var aftur bert eitt mál á muni
millum liðini.
Nú gekk javnt á næstu
langu løtuna. Onkuntíð
førdu strandingar, so førdu
neistamenn, og langt út í
dystin var slett einki avgjørt.
Strandingarnir vístu seg tó at
hava betru nervarnar síðstu
løtuna, og tá fimm minuttir
vóru eftir at leika, høvdu teir
vunnið sær eina tvey mála
leiðslu. Neistin megnaði at
minka um munin niður í eitt
mál, men síðstu minuttirnar
avgjørdu strandingar alt til
egnan fyrimun. Teir fingu
nevniliga síðstu tvey málini
í dystinum, og so tryggjaðu
teir sær ein 32-29 sigur á
gestunum úr Neistanum.
Við sigrinum er StÍF enn
væl við í stríðnum um eitt
finalupláss, og dysturin ímóti
Kyndli næsta vikuskiftið
kann gera av, hvat av hesum
báðum liðunum endar í
finaluni.
StÍF-Neistin 32-29 (17-15)
StÍF er enn við í
finalustríðnum
VÍF vann tryggan
sigur á hoyvíkingum,
tá hesir vitjaðu í
Vestmanna, og nú
skal ganga illa hjá
vestmenningum, um
teir ikki skulu enda í
FM-finaluni
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Toppur og botnur møttust
í Vestmanna, tá oddaliðið,
VÍF, tók ímóti botnliðnum,
H71. Undan dystinum var
VÍF stórur favorittur at vinna
dystin, og vestmenningarnir
livdu eisini væl og virðiliga
upp til hesa tolluna.
Dysturin var ikki nógvar
minuttir gamal, fyrrenn VÍF
hevði vunnið seg nøkur mál
fram um hoyvíkingar, og
sum fyrri hálvleikur leið,
øktu vestmenningar bara
meir og meir um munin.
Tá liðini fóru til hálvleiks
var dysturin í roynd og veru
avgjørdur, tí tá førdi VÍF
longu við átta málum.
Onkur mundi helst vænta,
at dysturin fór at gerast
eitt sindur javnari í seinna
hálvleiki, men soleiðis bleiv
ikki. VÍF bara økti enn meir
um munin, og her var alt, sum
bendi á, at VÍF fór at vinna
stórsigur á hoyvíkingum.
Tá dómarnir bríkslaðu
fyri seinastu ferð hevði
VÍF ein tryggan 15 mála
sigur, og við sigrinum vístu
teir samstundis, at teir eru
komnir aftur á rætta kós eftir
tapið síðsta vikuskiftið.
VÍF-H71 43-28 (21-13)
VÍF vann trygt
Eingin sum helst ivi var um
úrslitið, tá botnur vitjaði hjá
toppi í Vestmanna
Neistamenn góvu StÍF ein
skarpan gang, men seinastu
løtuna snaraðu strandingar
um posan
StÍF-Neistin 32-29 (17-15)
Málskjúttar:
StÍF: Finnur Hansson 8 (1), Mortan Hansen 7, Sveinur
Justinusen 6, Andre Danielsen 4, Leivur Justinusen
3 (1), Jacob Jónsson 2, Borgar Danielsen 1, Bárður
Danielsen 1
Neistin: Blagoje Buha 6, Roar Dalsgarð 6, Jens Mohr 4,
Áki Mørk 4 (1), Tróndur Kragesten 3, Birgir Poulsen 3,
Dann Thorleifsson 2, Karl Oddmar Rasmussen 1
Brotskøst: StIF 3, Neistin 1
FAKTA
VÍF-H71 43-28 (21-13)
Málskjúttar:
VÍF: Agnar Joensen 13 (3), Sámal Joensen 10 (1), Ingi
Olsen 6, Sjúrður Poulsen 4, Harald Bjørgvin 2, Joen P.
Høgnesen 2, Áki G. Olsen 2, John Zachariassen 1, Rói
Lamhauge 1, Rúni Joensen 1 (1), Regin Joensen 1
H71: Esbern Patursson 9 (3), Poul K. Dam 5, Dánjal
Tórgarð 5, Niels V. Niclasen 4, Janus Sørensen 3, Gunnar
Bláberg 2
Brotskøst: VÍF 5, H71 3
Útvísingar: VÍF 4, H71 1
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen
FAKTA