Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 43 - 1. mars 2007 ] United áhugað í Arsenal-spælara Enskir fjølmiðlar vilja verða við, at Manchester United er áhugað í at keypa álopsspælaran Emmanuel Adebayor frá Arsenal. Adebayor hevur gjørt vart við, at hann fær ov lítla løn í Arsenal, eftir at hann hevur fingið gjøgnumbrot á besta liðnum, og hann vil hava Arsenal at hækka lønina, ella fer hann at leita sær eftir nýggjum felagi í summar. Umframt United skal eisini Valencia hava áhuga í Arsenal- spælaranum. Táragass brúkt undir toppdysti Tað gekk ikki friðarliga fyri seg, tá ið fronsku feløgini Lyon og St. Etienne spældu toppdyst um vikuskiftð. Ófriður var á áskoðaraplássunum, og løgreglan kendi seg noydda at brúka táragass fyri at fáa frið í lag. Dysturin varð steðgaður, og spælararnir fóru í skitingarrúmini $. 20 minuttir seinni varð dysturin tikn uppaftur, og úrslitið gjørdist 3-1 til Lyon, sum nú er á odda við heili 16 stigum. Manchester United hevði hepnið við sær, tá teir vunnu 1-0 á Anfield Road ímóti Liverpool leygar­dag­ in. Við sigrinum halda teir fast í odda­ sess­inum, har mun­ urin enn er níggju stig niður til Chelsea, sum tó hevur leikt ein dyst færri FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lagt var upp til satt brak í oddinum í ensku Premier League, tá Liverpool á triðja plássið tók ímóti odda­ liðnum, Manchester United. Dystirnir ímillum hesi bæði liðini eru blivnir sannir klassikarar, og dysturin leygardagin livdi fult upp til heitið sum klassikari. Spælið var ikki altíð av tí besta, men dramatikkurin manglaði ikki. Ofta verður sagt um fótbólt, at hepni fylgir oddaliðunum, og leygardagin vísti Manchester United eisini á Anfield, at okkurt er um prátið. Liverpool hevði at kalla alt spælið stóran part av dystinum, men í yvirtíðini tryggjaði United sær sigurin. Lítið bit í Liverpool var liðið, sum fekk betru byrjanina uppá dystin. Teir royndu at leggja trýst á United, og hetta visti seg partvís at rigga. Heimaliðið kom tó ikki fram til teir heilt stóru møguleikarnar fyrstu løtuna, og í staðin fekk United-leikarin, Cristiano Ronaldo, fyrsta møguleikan, tá Henrik Larsson hegnisliga spældi hann leysan uttanfyri brotsteigin. Ronaldo skeyt tó omanfyri, og so var tann vandin farin. Sjálvt um Liverpool hevði yvirvág í spæli og møgu­leikum, so høvdu teir ongan stóran møguleika í fyrra hálvleiki, og tættast við var Riise, tá hann sendi eitt fríspark beint fram við málinum hjá United. Fyrri hálvleikur var ikki serliga áhugaverdur, og sjálvt um Liverpool helst var betra liðið, so skaptu teir ikki nógvar møguleikar. Dramtikkur síðstu løtuna Hevði lít bit verið í liðunum undan steðginum, so var heilt øðrvísi í seinna hálvleiki. Nú setti Liverpool seg á dystin, og frá fyrsta bríkslið løgdu teir eitt stórt trýst á verjuna hjá United. Tað gingu bert fýra minuttir, so fekk Liverpool hornaspark í høgra síðu. Gerrard sendi bóltin til Riise, sum fluktaði ímóti málinum. Áræka fimm meturin stóð Bellamy fríur. Hann legði bóltin, sneiddi sær á, og sendi bóltin í mál­ið, og so vóru nógv sum hildu, at Liverpool var á odda. Málið bleiv tó held­ur ivasamt kolldømt fyri rang­støðu, so enn stóð á jøvnum 0-0. Eftir hetta bleiv Liverpool við at trýsta, og teir komu eisini fram til ávísar møgu­ leikar, sum tó ikki vóru nakað við sær. Móti endanum av dystinum kom tó rættur dramatikkur í. Poul Scholes bleiv rikin av vølli, tá hann royndi at sláa Xabi Alonso, og so gjørdi Liverpool eina síðstu roynd at fáa avgerandi málið. Crouch var nær við at fáa mál stutt undan leik­ loki, men van der Saar stór­bjargaði royndini frá Crouch. Sum so mangan fyrr endaði tað tó við, at oddaliðið fór avstað við øllum. Í yvirtíðini fekk United fríspark í vinstru síðu. Ronaldo skeyt ímóti málinum, har bólturin bleiv leysur inni í málteiginum. Innskifti John O’Shea var fyrstur á honum, og so vann United óuppiborið dystin 1-0. Enn einaferð høvdu teir hepn­ið við sær í sínum royndum at vinna enska meist­araheitið, og hesin dyst­urin var eitt typiskt dømi um, at hepnið fylgir odda­liðunum. Premier League: United vann á Anfield John O’ Shea gjørdist dagsins maður hjá United, tá hann skoraði sigursmálið á Anfield móti Liverpool í yvirtíðini. Úrslit í Premier League: Liverpool – Manchester United 0 – 1 Newcastle – Middlesbrough 0 – 0 Arsenal – Reading 2 – 1 Fulham – Aston Villa 1 – 1 Manchester City – Wigan 0 – 1 Watford – Charlton 2 – 2 Sheffield Utd – Everton 1 – 1 Portsmouth – Chelsea 0 – 2 Bolton – Blackburn 1 – 2 West Ham – Tottenham 3 – 4 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Stjørnan 7 7 - 0 - 0 383 295 88 20 2 Neistin 7 5 - 0 - 2 395 336 59 17 3 VB 8 3 - 1 - 4 395 395 0 11 4 StÍF 7 1 - 2 - 4 326 408 -82 6 5 Kyndil 7 0 - 1 - 6 340 405 -65 3 Atlantic Airways-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 VÍF 8 4 - 1 - 3 561 496 65 18 2 Kyndil 8 5 - 2 - 1 531 501 30 16 3 StÍF 8 4 - 0 - 4 490 482 8 15 4 KÍF 8 4 - 3 - 1 482 498 -16 14 5 Neistin 8 2 - 1 - 5 538 528 10 11 6 H71 8 1 - 1 - 6 480 577 -97 6 Flogbóltsstøður Meistaradeild kvinnur v t d v - t sett sett +/- stig 1 ÍF 18 13 - 5 45 31 14 19 2 SÍ 17 11 - 6 39 28 11 16 3 Dráttur 18 11 - 7 42 34 8 15 4 KÍF 18 7 - 11 35 38 -3 12 5 TB 17 8 - 9 32 29 3 10 6 Mjølnir 18 3 - 15 16 49 -33 2 Meistaradeild menn v t d v - t sett sett +/- stig 1 ÍF 14 12 - 2 38 16 22 17 2 Mjølnir 14 10 - 4 33 21 12 14 3 Fram 15 8 - 7 30 30 0 12 4 Fleyr 15 4 - 11 21 37 -16 6 5 SÍ 14 2 - 12 21 39 -18 3 Enska Premier League v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Man Utd. 29 23 - 3 - 3 66 19 47 72 2 Chelsea 28 19 - 6 - 3 50 19 31 63 3 Liverpool 29 16 - 5 - 8 44 20 24 53 4 Arsenal 27 15 - 7 - 5 50 23 27 52 5 Bolton 29 14 - 5 - 10 34 34 0 47 6 Everton 29 11 - 10 - 8 37 26 11 43 7 Reading 29 13 - 4 - 12 42 38 4 43 8 Tottenham 29 12 - 6 - 11 40 43 -3 42 9 Portsmouth 29 11 - 8 - 10 36 31 5 41 10 Blackburn 29 12 - 4 - 13 35 39 -4 40 11 Newcastle 29 10 - 7 - 12 34 37 -3 37 12 Middlesbr. 29 9 - 9 - 11 32 34 -2 36 13 Aston Villa 28 7 - 12 - 9 29 34 -5 33 14 Fulham 29 7 - 12 - 10 31 44 -13 33 15 Wigan 29 9 - 5 - 15 30 44 -14 32 16 Sheffield Utd. 29 8 - 7 - 14 25 41 -16 31 17 Man City 27 8 - 6 - 13 20 33 -13 30 18 Charlton 29 6 - 6 - 17 26 49 -23 24 19 Watford 29 3 - 11 - 15 18 43 -25 20 20 West Ham 29 5 - 5 - 19 18 46 -28 20 Enska League One v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Scunthorpe 36 21 - 10 - 5 57 26 31 73 2 Nottm Forest 35 18 - 9 - 8 48 33 15 63 3 Bristol City 34 18 - 8 - 8 46 30 16 62 4 Yeovil 36 17 - 10 - 9 46 321 -275 61 5 Oldham 36 17 - 8 - 11 54 36 18 59 6 Tranmere 36 15 - 11 - 10 45 35 10 56 7 Swansea 36 14 - 10 - 12 51 40 11 52 8 Blackpool 34 14 - 10 - 10 48 38 10 52 9 Carlisle 36 14 - 10 - 12 38 43 -5 52 10 Doncaster 35 13 - 12 - 10 41 33 8 51 11 Crewe 35 14 - 6 - 15 55 58 -3 48 12 Millwall 35 14 - 6 - 15 43 48 -5 48 13 Port Vale 35 14 - 4 - 17 42 45 -3 46 14 Brighton 36 13 - 7 - 16 42 47 -5 46 15 Hudddersfield 36 11 - 12 - 13 46 57 -11 45 16 Gillingham 36 12 - 7 - 17 45 62 -17 43 17 Northampton 36 10 - 12 - 14 33 37 -4 42 18 Leyton Orient 36 10 - 12 - 14 49 60 -11 42 19 Bournemouth 35 10 - 10 - 15 38 47 -9 40 20 Chesterfield 35 10 - 9 - 16 38 41 -3 39 21 Bradford 35 9 - 11 - 15 37 45 -8 38 22 Cheltenham 35 10 - 6 - 19 33 49 -16 36 23 Brentford 36 7 - 12 - 17 29 55 -26 33 24 Rotherham * 35 10 - 8 - 17 48 55 -7 28 Føroyskir spælarar Claus Bech Jørgensen (Blackpool) *) Rotherham byrjaði árið við 10 minusstigum. Hetta tí felagið er sett undir umsiting Toppskjúttar í hondbólti Atlantic Airways kappingin: Finnur Hansson StÍF 143 Damir Oros KÍF 141 Blagoje Buha Neistin 118 Rókur Akralíð Kyndil 114 Sámal Joensen VÍF 113 Esbern Patursson H71 111 Daniel Rapa KÍF 103 Agnar Joensen VÍF 93 Hans Áki Dal Christiansen Kyndil 90 Tróndur Kragesten Neistin 87 Sunset kappingin: Nicoleta Radu Hansen Neistin 140 Daiva Tuomaite VB 118 Ninna K. Johansen StÍF 95 Lina Andriulyte Kyndil 92 Rebekka Justinussen StÍF 89 Simona Petersen Stjørnan 75 Alina Olaru Stjørnan 73 Ivana Ljubicic VB 56 Ása Dam á Neystabø Neistin 55 Anja Heinadóttir Kyndil 53