Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 5. mars 2007 23 Leiðari til deildina í Saltangará Avbjóðandi leiðarastarv Tryggingarfelagið Føroyar er eitt mennandi arbeiðspláss. Tú kemur at virka í einum spenn andi arbeiðsumhvørvi við góðum arbeiðs umstøð um. Tú hevur dagligu ábyrgdina av 8 starvsfólkum, ið taka sær av sølu og kundarøkt í allari Eystur- oynni, og tú samstarvar við deildarstjóran á Privatøkinum á deildini í Tórshavn. Ynskiligt er, at tú hevur góð søluevnir, kunda- vinarligan atburð, góð samstarvsevni og góð leiðaraevni. Leiðsluroyndir og kunnleiki til tryggingar er ein fyrimunur men ikki ein treyt. Tað er ógvuliga týðandi fyri okkum, at tú hevur hug at veita ta bestu tænastuna til okkara viðskiftafólk. Løn og setanartreytir verða ásettar eftir nærri avtalu. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Helga L. Petersen, deildarstjóra, á telefon 345737 ella hlp@trygging.fo. Umsóknir, ið allar verða viðgjørdar í trúnaði, skulu saman við viðkomandi skjølum vera okkum í hendi innan 15. mars 2007. Send umsóknina til: Tryggingarfelagið Føroyar P/F Starvsfólkadeildin Postsmoga 329 FO-110 Tórshavn Ella send teldupost til: starvsfolkadeild@trygging.fo sansir.fo Kongabrúgvin, Postboks 329, 110 Tórshavn Tel 345600, Fax 345601, tf@trygging.fo, www.trygging.fo