mánadagur 5. mars 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 45 - 5. mars 2007
Skulu politikarar
ganga eftir, hvat
loysir seg best, er
ongin ivi um, at ein
nýggjur
Hvalbiartunnil eigur
at standa fremst á
listanum, heldur
bygdaráðið í Hvalba
Hvalbiartunnil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er onki dulsmál, at
hvalbingar eru altráðir eftir
at fáa nýggjan tunnil.
Hvalbiartunnilin er fyrsti
tunnil í landinum, men nú
er tíðin langt síðani farin
frá honum og tí hava Hval
bingar strongt á fyri at fáa
Løgtingið at fara undir
nýggjan tunnil, sum lýkur
nútíðarkrøv.
Hetta er eitt mál, sum fyll
ir nógv í dagliga prátinum í
bygdini og hetta er eisini
eitt mál, sum bygdaráðið
javnan hevur til umrøðu.
Tað hevði bygdaráðið
eisini á seinasta fundi, sum
var í farnu viku.
Har varð enn einaferð
heitt á politikarar um at
taka hetta mál í størri álva
ra, enn higartil.
Hvalbingar hava fyrr vent
sær beinleiðis til allar politi
karar úr Suðuroy og víst
teimum á, hvussu neyðugt
tað er við nýggjum tunli og
heitt á teir um at virka fyri
einum nýggjum tunli.
Men í bygdaráðnum eru
tvey bæði vónbrotin og mis
nøgd um, at tað er bara ein
politikari, sum hevur ønt
teimum aftur og tað er
Hendrik Old.
Tvørturímóti var tað næs
ta, hvalbingar sóu, at í vis
jón 2015 hjá landsstýrinum,
er ein nýggjur Hvalbiartun
nil raðfestur aftast av øllum,
tí eftir henni, skal tunnil
ikki koma fyrrenn akkurát í
2015.
Hetta nokta hvalbingar at
trúgva og teir vilja ikki góð
taka at bíða so leingi.
Tí krøkja teir seg í boðini
frá Hendriki Old, sum hev
ur varhugan av, at samgong
an raðfestur ein nýggjan
Hvalbiartunnil
rættililiga
frammaliga.
Men enn er ongin politisk
avgerð tikin um tunnilin og
fyrrenn tann avgerðin er tik
in, ætla hvalbingar ikki at
seta seg upp aftur á at bíða.
So tá ið Hvalbiar Bygda
ráð tosaði um tunnilin á fun
di í farnu viku, varð avgjørt
at bygdaráðslimir skuldu
gera, tað teir kunnu, fyri at
sannføra politikarar um, at
tað er neyðugt at gera nýgg
jan Hvalbiartunnil beinan
vegin, skal vinnulívinum í
bygdini vera lív lagað.
Teir sipaðu til, at nú á
døgum halda politikarar, at
tað er ógvuliga umráðandi
at gera kostnyttu kanningar
av teimum útbyggingum,
sum skulu gerast.
Men í bygdaráðnum í
Hvalba eru tey púra sann
førd um, at ein kostnyttu
kanning hevði staðfest, at
av øllum tunlum omansjó
var, er ein nýggjur Hvalbiar
tunnil tann tunnilin, sum
loysir seg best at fara undir
beinanvegin, tí tað er so
nógv vinnulív í Hvalba.
Tí vóna tey í bygdaráðnum
í Hvalba, at ein kostnyttu
kanning verður gjørd - og
at hon verður fylgd.
Lýkur ongi krøv
At Hvalbiartunnilin er ov
trongur, førir við sær, at
nútíðar lastbilar fáa ikki
brúkt hann. Og tað darvar
fjølbroytta vinnulívinum í
bygdini almikið, tí nógv
vøra skal lastast um, bæði
tá hon hon kemur til bygdar
og tá ið hon skal av
bygdini.
Tað kostar bæði tíð og
pening.
Soleiðis
hevur
flakavirkið í Hvalba roknað
út,
at
hendan
eyka
umskipingin av fiski, kostar
teimum
fleiri
hundrað
túsund krónur um árið í
eyka útreiðslum.
Samstundis hevur teir á
trolvirkinum í Hvalba eisini
greitt frá í Sosialinum, at
kemur ikki ein betri tunnil,
kann tað koma í vegin fyri
teirra útbyggingarætlanum.
Samstundis vísa kanning
ar, sum bygdaráðið hevur
havt serkøn at gera, at hval
biartunnilin lýkur ikki mest
grundleggjandi trygdarkrøv
ini. Eitt nú kemur fyri, at
tað er so nógv gass í honum,
at tað er beinleiðis heilsu
skaðiligt.
Hvalbingar vónbrotnir um nýggjan tunnil
Bjarni Djurholm hev
ur nú lagt uppskot
fyri Løgtingið, sum
skulu gera Føroyar til
ein part í evropiska
tryggingarøkinum.
Talan er um eitt hitt mest
víttfevnandi uppskotið ið er
lagt fyri Løgtingið, tí tað er
í heili 224 lógargreinum.
Uppskotið vísir, at eitt
tryggingarvirksemi er virk
semi út um landamørk, ið
byggir á altjóða avtalur, har
undir ES fyriskipanir. Tískil
er fleiri staðni í lógini og
viðmerkingunum víst til ES
fyriskipanir.
Í ES verður fíggjarøkið
skipað í einari lóggávu, ið
fevnir um bæði peninga
stovnsvirksemi,
virðis
brævameklarar, íløgufeløg,
realkreditfeløg v.m, um
framt tryggingarfeløg og
eftirlønargrunnar. Øll hesi
verða undir einum nevnd
fíggjarfeløg.
Men lógin, sum nú er
løgd fyri Tingið, fevnir bara
um fíggjarfeløg, ið eru
tryggingarfeløg og eftirløn
argrunnar.
Hinvegin leggur lógin
upp fyri, at íslendsk trygg
ingarfeløg kunnu koma inn
á føroyska marknaðin, sum
endamálið er við Hoyvíks
sáttmálanum.
Uppskotið letur upp fyri
virksemi at føroysk tryggin
garfeløg kunnu virka uttan
lands og útlendsk tryggin
garfeløg kunnu virka í Før
oyum og hetta fer helst føra
meiri kapping við sær og
sostatt eisini betri og bílig
ari tænastur,væntar Bjarni
Djurholm.
-áki-
Føroyar upp upp í Evropa Vil verja børn
og ung
Jógvan á Lakjuni
hevur lagt uppskpt
fyri Løgtingið um at
seta eitt ráð, sum skal
ráðgeva um filmar,
telduspøl
Tíðin er farin frá gamla
filmseftirlitinum. Serliga
er útboðið av filmum á
fløgu, bondum og ígjøgnum
luftina vorðið ómetaliga
stórt og fjøltáttað, men tá ið
Filmseftirlitið varð stovnað,
vóru tað bara biograffilmar
at taka støðu til.
Gongdin hesi seinnu árini
er eisini farin frá almennum
banni og skerjingum. Nú er
rákið tann vegin, at brúkarin
skal leiðbeinast til eitt
skynsamt val av filmum og
sostatt verður størri ábyrgd
løgd á brúkaran sjálvan.
Tí ætlar Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismað í
mentamálum nú at seta eitt
ráð á stovn, sum skal
ráðgeva
fólki,
serliga
foreldrum
um
filmar,
telduspøl o.s.fr.
-áki-
Hóast sigurin í
DMA er sera spen
nandi og hækkar
munandi um profil
in hjá Teiti, so loyv
ir fulla skráin og
stóri áhugin fyri Tei
ti í eitt nú USA, ik
ki, at fleiri konsert
ir koma á skránna í
Danmark fyribils.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Teitur er í dag á veg úr
Los Angeles til New
York. Tí var ikki møgu
ligt at fáa viðmerking frá
honum. Ístaðin prátaðu
vit við mannin, sum í
størri mun enn nakar ann
ar hevur virkað fyri at
gera heimin varðan við
tónleikin
hjá
Teiti,
umboðsmann
hansara
Christin Ulf-Hansen.
Christian greiddi frá,
at bæði hann og Teitur
vóru sera fegnir um heið
urslønina.
Fyrst og fremst
føroyingur
Hóast Teitur var glaður
fyri at vinna eina DMA
heiðursløn, so helt hann
røðuna á føroyskum, het
ta var fyrst og fremst fyri
at gera vart við sína
støðu sum føroyingur.
- Teitur er errin av at
vera føroyingur, og hann
føldi, at tá hann var í upp
skoti til hesa heiðursløn
var tað týdningarmikið
at gera vart við, at hann
var úr Føroyum.
Hækkar munandi
um profilin
- Vit vóru glaðir, tá vit
hoyrdu at hann var í upp
skoti, og tá vit hoyrdu, at
hann hevði vunnið vóru
vit enn fegnari. Hetta
hækkar munandi um han
sara profil í Danmark.
Eg havi longu tosað við
útbreiðslufelagið hjá okk
um
har,
Playground
Music, um hvussu hetta
kann brúkast í marknað
arføringini. Hetta merkir
ikki, at vit fara at kroysta
navnið Teitur niður í háls
in á dønum, men heldur
at vit spakuliga leggja
meira dent á marknaðar
føring á danska marknað
inum upp til konsertferð
ina hjá honum í Danmark
í apríl, greiðir Christian
Ulf-Hansen frá.
- Hetta er heilt víst eitt
gott ting fyri Teitur, og
hjálpir okkum við at hal
da lív í søluni av fløguni.
Fløgan er djúp og vísir
nógvar síðir av Teiti, so
vit vóna at halda lív í
áhuganum fyri henni alt
summarið, sigur Chris
tian.
Tvær stakfløgur
á veg
Higartil er bert tann eina
stakfløgan Louis Louis
komin út, men ætlanin er
at geva Boys She Can
Sing og Hitchiker út sum
stakfløgur, enn er tó ikki
greitt hvør av hesum
verður givin út fyrst.
- Vit hava gjørt eitt
ótrúliga gott sjónbanda
lag av Hitchiker, so tað
er spennandi, sigur Chris
tian.
CNN og Hard
Rock Café
Hann greiðir frá, at hóast
fokus nú er sett á Teit í
Danmark, so ber fyribils
ikki til, at leggja nakrar
aðrar konsertir til rættis í
Danmark, enn tær 10, ið
longu eru skrálagdar í
apríl. Hetta kemst fyrst
og fremst av, at skráin
hjá Teiti er somikið full
við konsertum í USA,
Onglandi, Avstralia og
Íslandi. Í løtuni er Teitur
í USA, har hann í morgin
skal gera samrøðu við
CNN í New York um tón
leik sín.
- Tá Teitur gav fyrru
fløguna út, gjørdi CNN
eina feature um Teit. Hes
in var sendur á stóru
heimsumfatandi
sjón
varpsrásini, umframt at
hann lá á heimasíðuni
hjá CNN, ið er tann 12.
størsta
heimasíðan
í
USA. Tað er tann sama
sjónvarpskvinnan,
ið
gjørdi ta sendingina, ið
ger samrøðuna í morgin.
Hetta er sjálvandi sera
spennandi fyri okkum.
Men har er eisini nógv
annað á skránni, í gjár
var Teitur t.d. á eini stór
ari útvarpsrás. Í ovur
morgin fer Teitur undir í
samstarv við Hard Rock
Café, har hann spælir
nakrar konsertir fyri væl
gerandi endamál. Hetta
kemst av, at fólkini, ið
eiga Hard Rock Café ket
una, dáma væl Teit. Tey
hava tí heitt á hann, um
at spæla 3 konsertir til
frama fyri okkurt vælger
andi, so tað er eisini eitt
samstarv, ið kann gerast
sera spennandi, greiðir
Christian frá.
Hvalbiartunnilin lýkur ikki tey mest grundleggjandi
krøvini, hvørki til ferðslu ella til trygd og hvalbingar
góðtaka ikki at ein nýggjur Hvalbiartunnil verður
útsettur meiri
Gott fyri profilin
hjá Teiti