mánadagur 5. mars 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 45 - 5. mars 2007
tíðindi
Tá ið Altjóða
Polarárið varð sett á
Norðurbryggju í
Keypmannahavn
hósdagin í farnu viku,
sat Fríðrikkur
krúnprinsur hugtikin
og lurtaði á fremstu
røð. Jógvan á Lakjuni,
landstýrismaður við
mentamálum, helt
røðu og fekk eitt
áhugavert prát við
krúnprinsin um
føroyska list; serliga
var krúnprinsurin
áhugaður í Mikines
Ráðstevna
Eyðhild Jacobsen
eydhild@sosialurin.fo
Tað vóru fín fólk, ið vóru
savnað saman á Norður
bryggjuni á Keypmanna
havn hósdagin í farnu viku,
tá ið Altjóða Polarárið varð
sett. Umframt fyrrverandi
íslendska forsetisráðharran
Vígdis Finnbogadóttir, so
var Fríðrikkur krúnprinsur
eisini til staðar. Føroysku
íkøstini vóru Jógvan á
Lakjuni og Bogi Hansen
granskari, ið báðir hildu
røðu. Jógvan á Lakjuni fekk
umframt hetta eitt áhugvert
prát við krúnprinsin um
føroyska list.
– Krúnprinsurin var sera
áhugaður í at vita, hvussu
tað gongur í Føroyum.
Eisini var hann sera áhug
aður at práta um føroyska
list. Millum annað legði eg
til merkis, at hann dámdi
væl at práta um Mikines,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Ímillum tey umleið hálvt
hundrað fólkini, ið vóru á
ráðstevnuni, var eisini før
oyski sendimaðurin í Dan
mark, Herálvur Joensen.
Hann beyt millum annað
merki í, at krúnprinsurin
tyktist sera áhugaður í ráð
stevnuni.
– Eg væntaði, at krún
prinsurin sat inntil stevnan
varð sett. Men soleiðis var
ikki. Hann sat allan dag, og
lurtaði hugtikin eftir øllum
røðunum, sigur Herálvur
Joensen.
Føroysk gransking
hjálpa øðrum
Umframt umboð úr Føroy
um hildu eisini grønlend
ingar, íslendarar og danir
røðu. Endamálið við ráð
stevnuni er at framleiða
nýggja vitan um polarnar
og alheimsumhvørvið. Og
tað metir Jógvan av Lakjuni
heilt
vist,
at
føroyskir
granskarar kunnu verða við
til.
– Vit liggja sera væl fyri
at granska í teimum ymsu
broytingunum sum koma
fyri í eitt nú hitanum í
sjónum. Hetta hava føroysk
ir granskarar kanna í fleiri
ár, og tí kunnu vit verða við
til at skapa nýggja vitan
fyri onnur, sigur Jógvan á
Lakjuni.
Serliga metir Jógvan á
Lakjuni at henda ráðstevnan
er viðkomandi fyri føroy
ingar, tá ið tað kemur til
fiskatilfeingið í sjónum.
– Vit her í Føroyum eru
so bundin at sjónum, tí
okkara
høvuðsvinna
jú
botnar í honum. Tískil er
tað sera viðkomandi fyri
okkum altíð at vera dag
førdir við nýggjastu gransk
ingunum í sjónum, soleiðis
at vit kunnu tilrættisleggja
okkara dagliga lív og fram
tíð, sigur Jógvan av Lakjuni
at enda.
Krúnprinsurin hugtikin í føroyskari list
Jógvan á
Lakjuni stendur
undir liðini á
ísfjarðakúlu
við flaggi við
búmerkinum
hjá Altjóða
Polarárinum
Mynd: www.mmr.fo
Innsavnan fyri HIV/
AIDS-rakt børn í
Uganda
Tíðindaskriv
Hesa vikuna, fram til
fríggjadagin,
skipa
samkomurnar í Kristnastovu
í Keypmannahavn og Lívd
ini í Hoyvík fyri landsumfat
andi innsavnan til frama fyri
børn, ið eru rakt av HIV/
AIDS.
42 milliónir fólk hava
HIV/AIDS í dag, av teimum
búgva 63% í Afrika. Fýra
av fimm smittaðum í Afrika
eru kvinnur. Av tí at ein
stórur partur av kvinnunum
hvørki dugir at lesa ella
skriva og ikki hevur somu
atgongd til útbúgving sum
menn, gerast tær tíðliga við
barn. Av 109.200 kvinnum,
ið gerast við barn hvørt ár í
Uganda, verða 29.484 børn
fødd við smittuni.
Foreldraleys børn verða
vanrøkt, fáa ikki neyðuga
læknahjálp
og
upp liva
kenslulig trauma orsakað
av sjúku, einsemi, sorg og
sakni.
Peningurin, sum verður
savnaður í Føroyum, fer til
eitt barnaheim í Uganda,
sum liggur í Kasese økin
um.
Heimið Jajj a, Kampala,
hevur til endamáls at minka
um árinið av HIV & AIDS
á børn við at veita lækna
ligar metingar, umsorgan
og viðgerð av sjúkum børn
um. Eisini vera sjúkrahjálp
arar og onnur hjálparfólk
upp lærd til at veita AIDS
sjúklingum læknahjálp.
Heimið Jajj a varð inn
stillað til »best practice« av
UNAIDS í 2003.
AIDS kan basast – eisini
í Afrika. Tað vísa nýggjastu
tølini. Men alt hetta kostar
pengar, og tí vóna vit at
fólk eru fús at geva.
Átakið endar við tiltøkum
í Keypmannahavn og í
Hoyvík fríggjadagin.
Samkoman í Lívdini hev
ur lænt Oasuna í Hoyvík,
og ætlanin er at hava eitt til
tak har klokkan 20.30, har
samrøða við Bono úr rokk
bólkinum U2 verður sýnd á
stórskýggja. Tiltakið í Keyp
mannahavn verður í Føroya
húsinum klokkan 20.30
danska tíð, og skráin har er
tann sama sum í Føroyum.
Allir føroyingar kunnu
stuðla átakinum við at
ringja á telefon 905600 og
geva 100 krónur. Eisini ber
til gjøgnum Føroya Banka
at geva pening til átakið.
Meir fæst at vita við at
vitja heimasíðuna: www.
kristnastova.dk
Hjálp Afrika – eitt lív ein vón
fáa hann at bróta eina løg
tingslóg, sum 32 tinglimir
hava samtykt, er beinleiðis
komiskt, fyri ikki at siga
tragiukomiskt,« skrivar
Bjarni Djurholm.
Víðari skrivar Bjarni Djur
holm, at hann heldur tað vera
løgið, at fjórða statsvaldið
(fjølmiðlarnir, blm.) í sínum
avdúkandi journalistikki ikki
hava varnast hetta.
Innpakningur ístaðin
fyri innihald
Eisni aðrar atfinningarsamar
røddir eru frammi í orðaskift
inum um føroysku sendi
stovuna í Reykjavík.
Rolf Guttesen, lektor í
landalæru við lærda háskúlan
í Keypmannahavn, skrivar
í blaðnum í dag, at hann
heldur Poul Mohr misnýta
sína diplomatisku støðu sum
íslendskur umboðsmaður,
tá hann leggur á Danmark
og háðandi hvessir, at »teir
vilja hava Danabrókina
hangandi upp iyvir føroysku
sendistovuni«. Hatta kann
ein diplomatur hvørki siga
ella meina, heldur Rolf
Guttesen. Poul Mohr var tann
fyrsti, sum reisti spurningin
um flaggingina á føroysku
sendistovuni í Reykjavík.
Rolf Guttesen hartar eisini
Sjónvarpið fyri at geva Poul
Mohr »fría mikrofon í einar
10 minuttir til at forklutra
eitt mál, sum hevur tjent
betri viðgerð.«
Hann undirstrikar, at
»Føroyar eru IKKI í holt
við at gera eina sendistovu
(ambassadu) í Íslandi. Tí
tað ber ikki til. Tað eru
bert suverenir statir, sum
kunnu hava ambassadur
hvør hjá øðrum. Føroyar
kunnu heldur ikki hava
nakað konsulat í Íslandi, tí
konsulatir umboða eisini
suverenar statir. Ísland fer
tí heldur ikki at hava nakra
ambassadu í Fútastovu. Tað
hava teir í Keypmannahavn,
har tað hoyrir heima. Men
eitt generalkonsulat kann
einhvør suverenur statur
hava í øllum býum, sum nógv
samband er við. Tí er tað í
lagi, at Ísland velur at gera
gamla konsulatið í Havn um
til eitt generalkonsulat, sum
er eitt stig hægri«, skrivar
Rolf Guttesen.
Hann heldur, at í føroyska
kjakinum er vert er at
leggja til merkis, »at tað
eru symbolini, sum her
eru í fokus, ikki sakin. Ikki
nakað ítøkiligt innihald,
men meira um litin á
innpakningspapp írinum. «
framhald av síðu 6
www.sosialurin.fo