Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 5. mars 2007 27 tíðindi Svenska Sara Stridsberg vann Norðurlensku Bókmentavirðislønina 2007 – Carl Jóhan fekk hana ikki í ár BÓKMENTA­VIRÐIS­LØN Kim Simonsen Navnið á rithøvundanum sum vann í ár er júst kunngjørt. Tað er svenska Sara Stridsberg (1973), ið fekk hana í ár fyri bókina ”Drömfakultetet”. Nevndin sigur um bók­ ina, at: »Drömfakulteten är en brinnande roman med många bottnar. Berät­tel­ sens nav utgörs av den extrem-feministiska iko­ nen Valeri Solanas och hennes på många sätt tra­ giska livsöde. Stridsberg blandar dokumentärt ma­ terial och fri fiktion i en febrigt vibrerande prosa. Drömfakulteten bär und­ errubriken »tillägg till sexualteorin«, och roma­ nen är en svidande uppgö­ relse med de olika för­ tryckarmekanismer som verkar i samhället. Sitt allvarliga ämne till trots, är Drömfakulteten en ro­­man som bärs fram av en enorm energi och språk­lig lusta.« Hetta er ein ungur høv­ undi, nógv yngri enn vanligt er, tí hon er fødd í 1973. Sara Stridsberg býr í Stokholm. Hon debu­te­raði við bókini Happy Sally í 2004, ið er um fyrstu menniskja, ið svam yvir um ensku kanalina. Drömfakultetet er um Valerie Solanas, ið er kend fyri at skriva eitt ekstremt feministiskt manifest SCUM (Society for Cut­ ting Up Men) og fyri at hava roynt at dripið Andy Warhole. Sara Stridsberg hevur eisini skriva ein sjónleik um hesa Valerie Solanas og týtt SCUM-manifestið til svenskt. Nú vann Teitur stóru donsku DMA-virðislønina. Hjá veddingarfeløgunum hevði hann oddsini 10 og var tí aftast á listanum. Tey sum t.d. hava sett 100 kr á Teit fáa tí hendan pening tíggju fer aftur. Hvørji oddsini hjá Carl Jóhan Jensen hevði er ikki til at vita. Hann var instillaður fyri bókina: »Ó - søgur um djevulsskap«. Hesaferð vóru eisini rithøvundar inn­still­ aðir, sum umboða samar, men eingin úr Grønlandi. 20 ár síðani at Rói Patursson vann Tað sum kundi talað fyri, at Carl Jóhan Jensen kundi vunnið hana, var m.a. at tað eru tjúgu ár síðani at Føroyar seinast vunnu hana. Skaldsøgan er eks­ perimenterandi og ikki minst væl týdd (sigst) av Annu Mattson, ið er eitt stórt pluss fyri hesa stóru og monstrøsu skaldsøguna. Útlensku ummælini hava verið heilt hampulig eisini. Ongin føroyingur varð innstillaður í fjør, men um hetta økti um áhugan fyri einum føroyingi hesuferð er ivasamt. Í fjør vann ein svenskur yrkjari, og spurningurin var so um ein svenskur yrkjari kom at vinna í ár aftur? Hetta kundi virka ivasamt, men tó eru dømi um at sama land hevur vunnið tvey ár á rað fyri skaldsøgur, so sum í 2002 tá Lars Saabye Christiansen vann fyri Noreg við skaldsøguni Halvbroren og í 2001 vann Jan Kjærstad við skaldsøguni Opdageren (skaldsøgutriologi, saman við Forføreren og Erob­ reren). Í 2000 vann Henrik Nordbrandt í Danmark fyri yrkingarsavnið Drømme­ broer og í 1999 vann danin Pia Tafdrup við savninum Dronningeporten. Norðurlenska samstarvið er vanliga kent fyri samstarv um mentan, film, tónleik, leiklist. Nordisk Kulturfond gevur árliga 26 milliónir um árið til mentan. Norðurlandaráðið gevur bæði eina stóra virðisløn, innan tónleik, film og eina inna bókmentir. Tey sum eru instillaði: DANMARK Morten Søndergaard: Et skridt i den rigtige retning Yrkingar, Borgens Forlag 2005 Kirsten Thorup: Førkrigstid Skaldsøga, Forlaget Gyldendal 2006 FINLAND Eva-Stina Byggmästar: Älvdrottningen Yrkingar, Söder­ ströms 2006 Markku Paasonen: Lauluja mereen uponneista kau­ pungeista (Sånger om sjunkna städer) Prosayrkingar, Teos 2005, Occident 2006 (Svensk týðing Henrika Ringbom) ÍSLAND Hallgrímur Helgason: Rokland (Stormland) Skaldsøga, Mál og menning 2005 (Dansk týðing Kim Lembek) Jón Kalman Stefánsson: Sumarljós, og svo kemur nóttin (Sommarljus, och sen kommer natten) Skaldsøga, Bjartur 2005 (Svensk týðing John Swedenmark) NOREG Tomas Espedal: Gå. Eller kunsten å leve et vilt og poetiskt liv Prosa, Gyldendal 2006 Jan Jakob Tønseth: Von Aschenbachs fristelse Stuttsøgur, Cappelen 2006 SVØRÍKI Ann Jäderlund: I en cylinder i vattnet av vattengråt Yrkingar, Albert Bonniers Förlag 2006 Sara Stridsberg: Drömfakulteten Skaldsøga, Albert Bonniers Förlag 2006 FØROYAR Carl Jóhan Jensen: Ó - søgur um djevulsskap (O - historier om djävulskap) Skaldsøga, Forlagið Sprotin 2005 (Svensk týðing Anna Mattsson) GRØNLAND eingin instilling í ár. Samiska máløkið: Sigbjørn Skåden: Skuovvadeddjiid gonagas (Skomakernes konge) Yrkingar, Skániid girjie 2004 Vinnarar seinastu árini eru: 2006 Göran Sonnevi, Svøríki: Oceanen (yrkingar) 2005 Sigurjón B. Sigurðsson, Ísland: Skugga-Baldur (Sjón, skaldsøga) 2004 Kari Hotakainen, Finland: Löpgravsvägen (skaldsøga) 2003 Eva Ström, Svøríki: Revbensstäderna (digte)(yrkingar) 2002 Lars Saabye Christiansen, Noreg: Halvbroren (skaldsøga) 2001 Jan Kjærstad, Noreg: Opdageren (skaldsøgutriologi, saman við Forføreren og Erobreren) 2000 Henrik Nordbrandt, Danmark: Drømmebroer (yrkingar) 1999 Pia Tafdrup, Danmark: Dronningeporten (yrkingar). 1998 Tua Forsström, Finland: Efter att ha tilbringat natt bland hästar (yrkingar) 1997 Dorrit Willumsen, Danmark: Bang (skaldsøga) 1996 Øystein Lønn, Noreg: Hva skal vi gjøre idag og andre noveller (stuttsøgur) 1995 Einar Már Guðmundsson, Island: Englar alheimsins (skaldsøga) FAKTA www.albertbonniersforlag.se/200/201.asp?AuthorId=6656