mánadagur 5. mars 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 45 - 5. mars 2007
Stutt sagt
Blaðstjóri myrdur
Ein irakskur blaðstjóri varð skotin uttan fyri hús síni í
einum sunnimuslimskum býarparti í Bagdad í gjár.
Fólk, sum sóu tilburðin, hava greitt frá, at nakrir menn
royndu at burturflyta blaðstjóran, men at teir skutu
hann, tá hann gjørdi mótstøðu. Mohan al-Dhaher var
blaðstjóri á blaðnum al-Mashriq. Hóast hann var
shiamuslimur, búði al-Dhaher í einum sunnimuslimskum
býarparti, men hann var ein hóvligur maður og hevði
góð viðurskifti við grannarnar, skrivar AP. Síðani
innrásina í 2003 eru minst 150 tíðindafólk myrd í Irak.
Kina dubbar
Kinesiska stjórin hevur samtykt at brúka 17,8 prosent
meiri til hernaðarmál í ár enn í fjør, og tað merkir, at nú
fara 7,5 prosent av fíggjarlógini til hernaðarmál. Í
krónum merkir tað, at Kina fer at brúka næstan 260
mia. krónur til hernaðarmál í ár. Í seinastuni hevur
kinesiska hermegin fingið millum annað nýggj flogfør,
nýggjar rakettir og nýggj herskip. Eygleiðarar siga, at
kinesiska avgerðin at brúka meiri pengar til hermegina
fellur neyvan í góða jørð í USA, tí herfyri fanst Dick
Cheney, varaforseti, at kinesisku stjórnini, tí hon økir
hernaðarútreiðslurnar. Kinesiska játtanin til hernaðar
mál er kortini sera lítil samanborin við ta amerikonsku,
sum er einar 2.700 mia. krónur, og tá eru útreiðslurnar
til kríggini í Irak og Afghanistan ikki við.
Stjórnin frá
Stjórnin í Kuwait kunngjørdi í gjár, at hon leggur frá
sær. Avgerðin kom, eftir at eitt uppskot um misálit á
ráðharran í heilsumálan var komið í tjóðartingið. Alt
bendi á, at tingið fór at samtykkja uppskotið, og tí valdi
stjórnin at leggja frá sær fyri at sleppa undan
atkvøðugreiðslu um uppskotið. Heilsumálaráðharrin
hevur staðið fyri skotum í seinastuni, eftir at fleiri fólk
eru deyð undir viðgerð á sjúkrahúsunum. Harafturat
hevur tað víst seg, at fíggjarligt og umsitingarligt óskil
valdar innan heilsuverkið, skrivar Reuters.
Sveis gjørdi innrás
í Liktinstein
Tað kundi endað sum ein diplomatisk kreppa, tá ein
deild hjá sveisiska herinum viltist inn í grannalandið
Liktinstein nú eina náttina. Teir 170 hermenninir vóru
á venjingarferð, men í myrkrinum viltust teir og fóru
inn um markið til Liktinstein. Sveisiska stjórnin hevur
biðið tað lítla grannalandið um umbering, og myndug
leikarnir har hava góðtikið umberingina.
– Eingin her legði til merkis, at fremmandir hermenn
vóru komnir um markið, so hetta hevði ikki so nógv
upp á seg, sigur talsmaðurin hjá myndugleikunum í
Liktinstein.
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
útlond
Hermenn skutu
eftir sivilfólki
Minst átta fólk doyðu,
tá amerikanskir
hermenn skutu eftir
sivilfólki. Amerikan
ararnir siga, at her
menninir skutu í
sjálvverju.
Teir
amerikonsku
her
menninir fóru at skjóta,
eftir at ein sjálvmorðsbum
bumaður
hevði
sprongt
eina bilbumbu nærhendis
einum bilafylgi hjá ame
rikanska herinum uttan
fyri býin Jalalabad. Fólk,
sum sóu tilburðin, siga, at
teir
amerikonsku
her
menninir
kvikaðu
sær
burtur, meðan teir skutu
frá hond, og at fleiri fólk,
sum gingu fram við veg
num, vórðu rakt. Sambært
afghonsku myndugleikun
um doyðu átta sivilfólk.
– Vit halda fyri vist, at
fleiri
teirra
doyðu
av
skotum frá monnum, sum
skutu eftir okkum, sigur
talsmaðurin
hjá
ameri
kanska herinum í Afghan
istan.
Men tað halda afghanar
ikki. Ein leiðandi embætis
maður í Shinwar-lands
partinum segði við útlendsk
tíðindafólk, at teir ameri
konsku hermenninir tókt
ust sansaleysir og skutu
eftir øllum, sum fyri var.
Oyðiløgdu myndir
Tveir amerikanskir mynda
menn, sum arbeiða hjá tíð
indastovuni AP og sjón
varpinum AP Television,
greiddu í gjár frá, at
amerikonsku hermenninir
tóku myndatól teirra og
oyðiløghdu myndirnar av
tilburðinum. Leiðslan í AP
kunngjørdi seinni, at hon
fer at senda myndugleik
unum eitt mótmæli ímóti
framferðini hjá hermonn
unum.
Útlendskir eygleiðarar í
Afghanistan siga, at til
burðurin uttan fyri Jalala
bad kann fáa álvarssamar
avleiðingar,
tí
líknandi
tilburðir hava fyrr elvt til
umfatandi
mótmæli
og
harðskap.
Hesin bilurin varð gjøgnumgataður av kúlum.
Fýra mió. irakar flýddir
frá húsi og heimi
Hvønn mánað flýggja
næstan 50.000 irakar
frá húsi og heimi
orsakað av ófriðinum.
Sambært ST-hákommiseri
num í flóttafólkamálum
eru næstan fýra mió. irakar
flýddir heiman síðani inn
rásina í 2003, og hann ber
ótta fyri, at talið fer at
veksa.
– Hvønn mánað flýggja
millum 40.000 og 50.000
fólk frá húsi og heimi, og
heldur hetta fram, verða
umleið 2,3 mió. irakar
flóttafólk í egnum landið,
áðrenn hetta árið er runnið,
segði Antonio Guterres, tá
hann vitjaði skrivstovuna
hjá Arabisku Samgonguni
í Kairo um vikuskifti.
Hann legði afturat, at
umleið tvær mió. irakar
eru flýddir úr Irak síðani
innrásina.
– Hetta er tann størsta
flóttafólkabylgjan í Mið
eystri síðani 1948, segði
Guterres og sipaði til, tá
Ísrael varð stovnað, og
palestinar í milliónatali
noyddust at flýggja.
ST-flóttafólkakommiser
urin heitti á tey arabisku
londini um at vera meiri
virkin í altjóða kjakinum
um flóttafólkamál. Hann
vísti á, at meginparturin av
heimsins flóttafólkum eru
muslimar.
-Amerikanararnir tóktust sansaleysir og
skutu eftir øllum, sum fyri var
afghanskur embætismaður