Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 5. mars 2007 29 lýsingar Mars-kappingin Hvønn dag í mars mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan fríggjadagin 6. apríl 2007 kl. 10.00 og viðmerkið brævbjálvan »Sudoku«. Vinningur í januar er 2 M-semiflex flogferðaseðlar við Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,- Drigið verður fyrstu vikuna í apríl. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Navn: Bústaður: Telefon: Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Vinningurin í mars 2 M-semiflex ferðaseðlar frá Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,- SERNÁMSDEPILIN Avloysari fyri talilærara/audiologoped Vegna farloyvi frá 15. mars 2007 til 15. juni 2007 sóknast vit eftir fólki hetta tíðarskeið at veita taluvenjing og at virka í talumennandi arbeiði, í mestan mun við børnum undir skúlaaldur. Førleikakrav Pedagogur ella lærari við serlæraraútbúgving – best við talu sum sergrein, audiologopedur, ið hevur royndir at arbeiða við smábørnum ella á annan hátt eftirútbúgvin pedagogur/ lærari við áhuga í talumennandi arbeiði. Løn Eftir sáttmála við Føroya Lærarafelag, lønarfl . 23 – 2 til 30 – 3. Umsókn við avriti av próvskjølum og møg. viðmælum eigur at vera Sernámsdeplinum í hendi tann 15. mars 2007. Meira fæst at vita við at venda sær til Egon Hansen, tali – hoyriráðgeva ella Hans Eli Dahl, stjóra. Sernámsdepilin Frælsið 32 – Postrúm 2036 – FO 165 Argir Tlf. 314522 – Fax 310196 e-postur: sernamsdepilin@snd.fo Starvsfólk til: Tórshavn Søkt verður eftir starvsfólki ella lærlingi til Thomas Dam ítrótt í Tórshavn. Starvið fevnir um alt vanligt handilsarbeiði og tann ið settur verður skal kunna byrja beinan­ vegin. Thomas Dam Ítróttur er partur av Intersport­ og Sport Direct samtakinum og hava vit í løtuni 2 ítróttarhandlar – ein á Glyvrum og ein í Torshavn. Í apríl mánaða økja vit um virksemi okkara, tá vit eisini lata ítróttarhandil upp í Klaksvík. So ert tú ein fryntligur persónur við áræði og ikki ert bangin fyri at taka eina eyka hond í tá á stendur, ert tú vælkomin at søkja hetta starv ella lærupláss. Umsóknir við prógvum og viðmælum verða at senda til: Thomas Dam Ítróttur Niels Finsensgøta 5 Boks 268 FO-110 Tórshavn Íbúð til leigu Stór íbúð, undir Heygnum, við 2 kømrum, til leigu. Terassa beint uttanfyri og frítt útsýni yvir Nólsoyarfjørð og Sandágerð. Tlf. 217300 Bilur til sølu BMW 525 tds aut. til sølu. Hevur sóltak og er sera væl hildin. Til sølu fyri kr. 160.000,-. Tlf. 213267