Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 46 - 6. mars 2007 tíðindi 23 ára gamli Reðin Húsdal Leons­ son úr Sørvági var saman við 7500 øðrum partur av litríka Syd­ ney Mardi Gras, sum er ein av heim­sins størstu skrúð­gon­g­um fyri samkynd. – Persónliga vil eg siga, at hetta er ein av mínum størstu upp­liv­ ing­­um, sigur Reðin MENTAN Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Reðin Húsdal Leonssson er úr Sørvági. Hann er 23 ára gamal, samkyndur og les­ ur sálarfrøði í Bond University á Gold Co­ast í Avstralia. Undir slagorðinum “Faroe Islands moving forward” var hann leyg­ar­kvøld­ið saman við trimum vin­fólk­ um partur av árliga Sydney Mardi Gras – ein av heimsins størstu skrúðgongum fy­ri samkynd. Fagnaðu 266b Her heima í Føroyum merkjast ef­tir­skjálv­ tar­nir av samtyktini, um at fáa grein 266b í revsilógini eisini til at fevna um sam­ kynd, við jøvnum millumbili. Men eisini utt­an í heimi síggjast framvegis ringar í sjón­um eftir umstríddu løg­tings­sam­tyk­ti­ na. Herfyri skrivaðu vit í Sosialinum, at nátt­klub­bin Jacques í Keypmannahavn, sum hevur føroyskar eigarar og nú er eitt stað, har samkynd hittast, skipaði fyri ein­ um sokallaðum “266b kvøldið”. Nú hava ring­ar­n­ir breitt seg til Avstralia, har Reðin Hús­dal Leonsson, saman við vinfólkum sín­um, fagnaði løgtingssamtyktini. Hetta gjør­di hann við at luttaka í Sydney Mardi Gras, har hann saman við trimum vin­fólk­ um bar ein bannara við áskriftini “Faroe Is­lands moving forward”. – Orsøkin til at vit vóru við í skrúð­gon­ g­u­ni, var fyri at fagna at Føroyar nú hev­ ur samtykt grein 266b, og hevur tikið eitt av­ger­an­di fet á rætta leið móti javnstøðu fyri øll, sigur Reðin. – Tá ið eg avgjørdi at umboða Føroyar søg­du vinfólkini beinanvegin, at tey vil­ du stuðla mær í hesum og vísa takksemi fyri, at so nógv hjálptu til at fáa hesa lóg sam­tykta, greiðir Reðin frá. For­setin nevndi Føroyar Men tað vóru ikki einans Reðin og vin­ fólk hansara, sum fagnaðu og fegnaðust um avgerðina, sum Føroya løgting tók. Við heimasíðuna www.stuff.co.nz, greid­di forsetin fyri Sydney Mardi Gras, – Ein av mínum størstu Reðin Húsdal Leonsson saman við vinfólkum sínum til Sydney Mardi Gras. Reðin stendur millum damuna í hvíta kjólanum og mannin við bláu fjarðunum á høvdinum